fríggjadagur 24. mars 2006síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 60 - 24. mars 2006
Eg var barn í Vági í tríatiárunum.
Foreldur míni vóru bæði lærarar
har suðuri. Har vaks eg upp,
gekk í skúla, og har stóð eg í
læru, áðrenn eg fór burtur. Tá eg
var barn gingu vit mangan túrar
sunnudagar tá veðrið var gott.
Pápi mín var í sóknarstýrinum,
sum tað tá æt, ella býráðnum,
sum tað nú eitur, og var áhugaður
í bygdini og menningini av
samfelagnum. Foreldur míni
høvdu sum fá innlit í samfelagið
og samfelagsviðurskiftini, og
setti so avgjørt eisini dám á
menningina.
Ofta varð farið niðan um
bygdina, niðan um garðarnar, og
vit gingu vestur eftir, vestur í
Hvannadal, vestur í Gjógvará og
vestur á Eið, ella vit gingið heilt
út á Nes.
Á hesum gongutúrum søgdu
tey mær frá bygdini, hvørjir
býlingarnir vóru, og hvør búði
har, tey søgdu frá mentunar
lívinum og vinnulívinum og ikki
minst frá skipunum, ið lógu á
fjørðinum um veturin.
Tað gjørdi, at eg millum annað,
áðrenn eg fór í skúla, fyri seinna
heimsbardaga, kendi hvørt skip
á fjørðinum. Eg visti hvar tey
lógu fyri teym, hvussu tey itu,
hvat nummar tey høvdu, hvussu
vorðin tey vóru, hvussu vorðnir
mastratopparnir vóru og um
stýrihúsið var framman fyri ella
aftan fyri mesanin og onnur
eyðkenni við skipunum.
Sum størsta bygd í Suðuroynni
við fólkaríkasta fjørð í oynni
hevur Vágur altíð havt stóran
týdning fyri Suðuroynna.
Í mínari tíð sum barn, tað er í
tríatiárunum, vóru fleiri enn 30
skip á Vágsfjørði, og eg havi nú,
útvið sjeyti ár seinni, roynt at
minna meg á hvar skipini lógu,
hvussu tey itu, og á eyðkenni
teirra.
Mær er sagt frá nógvum øðr
um skipum í Vági og nógvum
hendingum, men eg sigi bara
frá teimum skipum í Vági, ið eg
minnist sum barn.
Eyðkenni
Skipini høvdu síni eyðkenni,
flestu sluppurnar vóru svartar
og vóru hvítbotnaðar, tær
høvdu hvítar svínaryggir, hvítar
mastratoppar og hvíta rond.
Summar høvdu olivingrønar,
okkurgular ella brúnar mastra
toppar, og summar høvdu gula
rond. Summar vóru bara svartar
og ikki hvítbotnaðar, og summar
vóru ljósar, hvítar ella ljósagráar
á liti.
Og so var tað stýrihúsið, tað
var antin framman fyri ella
aftan fyri mesanin. Stýrihús
fingu sluppirnar, tá tær fingu
motor ísettan. Ofta høvdu slupp
urnar fingið eitt ruff oman fyri
maskinrúmið, har var kappin
niður í maskinuma, og uppi á
ruffinum vóru manøvrugreið
irnar, sum motorpassarin tók
sær av, meðan skiparin var í
stýrihúsinum.
Eg minnist ongan deyðsiglara,
skipini fingu motor ísettan
seinast í tjúguárunum og fyrst í
tríatiárunum, so allar sluppurnar
høvdi fingið motor ísettan fyri
tað eg minnist.
Tær vóru ymiskar í vakstrar
lagi, summar vóru langar og
sløkjutar, summar flatar og
tungar, og vóru sum vatndruknar
fjalar at síggja, meðan tað vóru
tær, ið vóru hábarsligar og lættar
á vatninum sum svanir.
Leiðir í Vági
Tá eg sigi frá um skipini í Vági,
byrji eg við teimum innastu
skipunum, tað eru skipini, sum
liggja út fyri innaru Oyrunum, og
tað er eystast við sunnara landið.
Í Vági verður sagt út eftir og
vestur eftir, tá tú ert við norðara
landinum, men inn eftir, tá tú
fert út við sunnara landinum. Tað
eitur inn í Líðina, inn á Oyrarnar,
inn í Tórmansá, inn í Langadalar,
inn á Núp, inn í Tórshaga, inn í
Ónavík, inn á Lopranseiði, inn
til Loprara, inn á Leiti og inn
á Agrar, men út undir Garðin
á Bergi og út á Grønirnar. Tað
eru tvinnar Oyrir á sunnara
landinum, innaru Oyrarnar,
tað eru tær eystaru, haðani
grótkastið er, ella uttanvert tað,
og heimaru Oyrarna, ið eru
millum kraftverkið hjá SEV og
Líðargarðin.
Eg royni nú at minna meg á,
hvar skipini lógu, hvussu tey itu,
og á eyðkenni teirra. Ikki er vist,
at eg minnist alt líka væl.
Sumbeam
Innast, út fyri innaru Oyrunum lá
Sunbeam hjá Garðamonnunum,
og sum hevði nummari TG
358, hetta slúruta skipið við tí
langa stýrihúsinum aftan fyri
mesanin. Tað var langt millum
mastrarnar, og fremri parturin og
aftari parturin vóru so ólíkir, at
teir kundu verið av hvør sínum
skipi. Sunbeam var sum flestu
sluppirnar svørt, og hvítbotnað,
sum nógvar teirra. Hon hevði
hvítar mastratoppar og hvítar
svínaryggir. Hóast eg minnist
Sunbeam væl, so havi eg ikki so
nógv at siga frá henni. Hon varð
søkt stutt eftir at eg varð farin at
umvæla skip, men eg haldi meg
minnast at Martin hjá Jenusi
og Eli hjá Mathiasi sigldu við
Sunbem í 1940-árunum.
H. M. Stanley
Næstinnasta skipið, tað vil
siga vestan fyri Sunbeam, var
H. M. Stamley, TG 328, sum
Garðamenninir eisini áttu. Henda
vakra og snotiliga sluppin, sum
vit róptu skipini, ið var uppkallað
eftir djarva blaðmanninum, sum
fór at leita eftir Livingstone og
fann hann í frumskóginum í
Afriku. Stanley var svørt og hvít
botnað við hvítum mastratoppum.
Saint Jacques
Síðani lá Saint Jacques, TG 56,
hjá Tummasi við Kráir og Óla
Horn. Um hon var ein sokalla
fransaskonnart, kann verða
tjakast um, hon var so fronsk
og stór. Hon hevði tvær mastrar,
og fyrst eg minnist hevði hon
einki stýrihús, men stutt fyri
tað at kríggið byrjaði fekk hon
stýrihús, sum stóð aftan fyri
aftaru mastrina. Saint Jacques
var einasta fiskiskip í Vági, eg
minnist við ongum stýrihúsi.
Hon kom til Føroya í 1930,
og tað ljóðaði, at menn vóru
ivasamir um hvat var rættast, at
seta peningin í revagarðar ella
í skip. Saint Jacques var málað
hvít, seinni ljósagrá, og hon
hevði dimmar mastratoppar.
Harry
Longri vesturi lá Harry TG 651
við stýrihúsinum nakað aftan
fyri messanin. Hon var smíðað
í Boulogne og líktist, tí vit
róptu, eini slupp, men hon var
nógv størri. Tað var handilin á
Tjørn, ið hevði átt Harry, men
tað eg minnist átti Poul Johannes
Beder, Pollurin, hana. Harry var
svørt við hvítum mastratoppum,
og hevði, sum Tjørnaskipini,
stjørnu á bógnum. Hon fórst
undir seinna heimsbardaga av
krígsávum, men manningin varð
bjargað, og minnist meg rætt var
Petur Hans á Øgrum við Harry.
Regina
Fyri Oyrunum, ella millum
tær, tað vóru tvinnar, innaru og
heimaru, lá Regina, TG 339, hjá
Johan Nolsøe. Hon var, tað ið
rópt varð, slupp. Meðan nógvar
sluppir vóru hvíttbotnaðar, so
var Regina bara svørt og hevði
dimmar mastratoppar. Tá hon í
1950 lá fyri teymi á Vágsfjørði,
full av fiski, varð hon ásigld og
sakk.
Kittiwake
Eystanfyri heimaru Oyrarnar
lá Kittiwake, ella Kittan, sum
hon vanliga varð rópt, SA 36.
Handilin á Tjørn hevði átt
Kittina, men eftir at hesin handil
var steðgaður í tríatárunum
høvdu Janus Nicodemussen og
aðrir sandingar keypt skipið. Teir
seldu skipið nøkur á eftir kríggið,
og í 1952 varð hon vrakað av
myndugleikunum, tí hon var
í so ringum standi. Kittan var
ein svørt, hvíttbotnað slupp við
hvítum mastratoppum. Hon
hevði stjørnu á bógnum, sum
skipini á Tjørn høvdu.
Gracie
Har lá eisini Gracie, TG 630,
sum Tummas við Kráir og Óla
Horn áttu. Hon var ein svørt,
hvítbotnað slup. Undir seinna
heimsbardaga, gekk Gracie
burtur við mann og nús. Hildið
verður ikki at Gracie fórst av
krígsávum, men av illveðri. Í
februar mánaði 1943, tá Gracie
hvarv, var av ringasta veðri,
menn vistu um.
Yvonna
Við heimaru Oyrarnar, beint
eystan fyri innara Líðargarð, lá
Yvonna, TG 699, hjá teimum á
Løðhamri. Hon var, tað vit róptu,
ein trímastrað skonnart, sum
varð smíðað í Fraklandi. Hóast
hon bar seg væl, var hábarslig
at síggja við trimum mastrum
Gomul skip í Vági
eg minnist
Í mínari tíð sum barn vóru fleiri enn 30 skip á Vágsfjørði,
og eg havi nú, útvið sjeyti ár seinni, roynt at minna meg
á hvar skipini lógu, hvussu tey itu, og á eyðkenni teirra
Finnur
Johansen