Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-24, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mars 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 24. mars 2006 39 og toppstongum, so tyktist hon heldur klombrut og dróg lítið at sær. Í fyrstini hevði hon einki stýrihús, men seinni fekk hon eitt, ið stóð heilt afturi á hekkuni, og minnist meg rætt eitt kabsshús aftan fyri fremstu mastrina. Yvonna var hvít, seinni ljósagrá við hvítum mastratoppum. Í 1952 varð eg við til at umbyggja Yvonnu. Masturin í miðjuni varð tikin úr, og ein píningur av einum stýrihúsi, við einum lágum ruffi varð sett á dekkið. Um somu tíð varð nýggjur motorur, sum eisini var alt ov lítil, ísettur. Eitt neyðars projekt, bæði so og so. Maria Fyri Líðini lá Maria, TG 574. Tummas við Kráir átti hana, og kallaði hana upp eftir fyrru konuni. Maria bar orð fyri at vera vakurt skip, og søga var um, at Tummas, sum var á Føroya Banka við Mariu í 1917, tá skipini vórðu søkt av týskum kavbátum, skal hava sagt, at hon var for pen, tá spurt varð hvussu hann var sloppin undan kavbátunum. Maria var ein svørt og hvítbotnað slupp. Johanna Har lá eisini Johanna, TG 326, ið var fyrsta skipið hjá Jákupi Dahl á Gørðunum, og sum hann kallaði upp eftir konuni. Johonnu kenna tey flestu, og tað var einki minni enn eitt bragd, at vágbingar settu sluppina í stand og varveitti hana. Ikki minst gleðist eg um mín lítla lut, sum kanska hevur verið við at gera, at hon er til. Johanna er ein svørt hvítbotnað slupp við hvítum svínaryggjum og hvítum mastratoppum. Albert Victor Við vestara landi fram við Líðini lá eisini Albert Victor hjá Garðamonnunum, sum hevði nummari TG 327 og stýrihúsið aftanfyri messanin. Í 1944 varð Albert Victor send eftir City of Norwich, sum var farin á land í Íslandi, og sleipaði hana heim til Vágs. Albert Victor, sum eisini varð umbygd í fimmtiárunum, var ein svørt, hvíttbotnað slupp við hvítum mastratoppum. Havgásin Har lá eisini Havgásin, TG 393, hjá Garðamonnunum, hon var svørt og hvítbotnað við hvítum mastratoppum, og hon hevði stýrihúsið framman fyri messanin. Hon var millum annað væl kend fyri royndarferðina í Grønlandi í 1906. Hon var millum tær fyrstu, um ikki tann fyrsta, sluppin í Vági, sum teir fóru at rógva út við. Hetta mundi vera um 1951. Mortan á Báraldarbakka hevði verið í Grønlandi við Havgásini, og teir høvdu fiskað 1200 skippund. Um heystið fekk motorbáturin Leif, sum hann róði við, motorskaða, og hann fór tí eftir Havgásini, men hetta dámdi ikki ommubeiggja hansara, Magnusi á Gørðunum, hann helt hana vera ov stóra til at fara við línu á Munkagrunnið við. Tað høvdu teir gjørt í alt summar í Grønlandi, meinti Mortan, og so varð farið. Tá varð hildið at sluppir vóru ov stórar at rógva út við, men tað vísti seg at bera væl til. Tá fóru hini skipini eisini at rógva út. Silver Spray Longri vesturi við sunnara landi lá Silver Spray, TG 772, hjá Diasi á Heyggi. Hon var ólík øðrum skipum á fjørðinum, hon var stálskip og hevði í tríatárunum fingið nýggjan, stóran motor ísettan, og gekk óført, tað var í hvussu er einki av teimum skjótu fiskiskipunum, sum komu til landið eftir kríggið, ið tók hana. Silver Spray var fyrst hvít og seinni ljósablá. Beinisvørð Vestari við sunnara landinum, uttan fyri Lýsibrúnna, lá Beini­svørð, TG 546, hjá Garða­ monnunum, við stýrihúsinum framman fyri messanin. Beinisvørð, sum var eitt av góðu skipunum í Vági, varð í 1941 søkt av týskum flogfari, tá hon var á veg úr Stóra Bretlandi til Føroya, men manningin varð bjargað. Beinisvørð var svørt og hvítbotnað, hevði hvítar mastratoppar, og stýrihúsið framman fyri mesanin. Norðfarið Innarlaga á fjørðinum lá Norð­farið, TG 674. Hetta var trímastrað skonnart, sum Johan hjá Diasi lat smíða í Frederikssund í 1929, og sum hann førdi til 1963. Hon var hvít við hvítum mastratoppum, og stýrihúsið stóð aftan fyri aftastu mastrina. Undir seinna heinsbardaga var Norðfarið umbygt, hon fekk nýggjan motor ísettan, eitt slag av brúgv og riggað við tveimum mastrum, og eftir kríggið fekk hon bátadekk, brúgv og hvalabak. Marshall Har vesturi lá eisini W. G. Marshall, TG 752, sum Dias á Heyggi átti, og hon hevði stýrihúsið framman fyri messanin. Marshall var upprunaliga svørt og hvítbotnað Vetrarmynd av Vági um 1938 Myndin er tikin uppi í bønum, uppi undir gørðunum, millum Marknoyri og Neslíð. Á fjørðinum liggja skipini í vetrarlegu. Við sunnara landið liggja tey eystastu út fyri innaru Oyrunum, og haðani heim eftir til heimaru Oyrarnar, ið eru beint innan fyri, tað er eystan fyri, Líðargarðin, vestur við Líðini, og vestur ímóti Lýsibrúnni. Við norðara landið liggja skipini av Løðhamri, ella vestari, og út eftir ímóti Fløðulið, av Tjørn og út undir Tippisbakkan, fyri Galtnaroyru og undir Toftalíð út á Marknoyri. Í miðjuni Marknoyri, brúgvarnar hjá Johan Mortensen og Johan Nolsøe við handilshúsum og turkihúsi. Í framhaldi av handilshúsunum hjá Johan Mortensen, eystur eftir, hómast Undirhúsið. Longri vesturi er brúgvin á Galtnaroyri, brúgvin á Tjørn og kaiin. Húsini eru vinstrumegin frá hjá, Johannes Larsen, Poul á Gøtuni, Palla hjá Marini, Palla á Øgrum og Johan Mortensen við fjósinum, tað er ljósa húsið oman fyri. Hermenninir, sum komu til Vágs undir seinna kríggj, búðu fyrstu tíðina í húsunum hjá Johan Mortensen. Hann var tá fluttur til Havnar. Oman fyri stendur húsið, ið verður rópt á Køsti. Omanfyri handilin hjá Johan Nolsøe, beint undir vegnum, standa gomlu sethúsini hjá Napoleon Nolsøe á Marknoyri, sum seinni vóru gjørd til handil, og úthúsini omanfyri vegin. Undir krígnum høvdu eingilskmenninir Naafi í húsunum hjá Napoleon á Marknoyri. Vestan fyri úthúsini hjá Napoleon standa húsini og úthúsini hjá skiparanum Kvívíks Jógvani, og oman fyri tey gamla bakaríið. Longri vesturi standa húsini, sum Hans Nolsøe bygdi, og sum Hans Lindenskov keypti, so koma tey hjá Martini á Øgrum, Poul Johannes Djurhuus og Poul á Øgrum. Síðani kemur ein røð av húsum har tey hjá Lávus í Toftalíð eru tey fyrstu. Undir vegnum standa húsini hjá Olivur hjá Lávusi, tey vóru fyrst eg minnist einastu sethúsini millum Galtnaroyru og Marknoyru, ið stóðu undir vegnum. Oman fyri bygdina síggjast gomlu bøgarðarnir, og longri upp hús og revagarðar á traðunum. Vestan fyri bygdina stendur Gjógvaráfjall, norðan fyri tað, Hálsurin norður á Bjørg, og sunnan fyri Lítlaberg og Vágseiði. Eystan fyri húsini hjá Johannesi Larsen rennur ein lítil á, ið fyrr var mark millum Vág og Porkeri. Seinni kom Neslíð og Nes uppí Vágs Kommunu, og markið varð flutt út í Klyvarnar, sum eru millum Nes og Porkeri. Sum tað sæst á myndini, var eitt portur um vegin, har ein maður stendur. Við portrið er eitt skelti, og á tí stóð, at har útum var ikki loyvt at hava fólk í lastini á bilinum. Foto: Poul Nolsøe Framhald á næstu síðu