Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-24, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mars 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 24. mars 2006 40 Gomul skip í Vági eg minnist Framhald av síðu við hvítum mastratoppum. Tað eg minnist varð hon mála hvít, og upp aftur seinni blá. Undir krígnum fekk Marshall nýtt og størri stýrihús, og eftir kríggið varð hon umbygd og fekk hvalabak, bátadekk og brúgv. Mercur Vestalaga á fjørðinum lá eisini Mercur, TG 614, hjá Garða­ monnunum. Hetta var seinni Mercur, ein sokallaður silda­ bátur, sum var spískur í báðum endum og við stýrihúsi framman fyri mesanin. Tað eg veit hevur Mercur, sum var svartur og hvítbotnaður við hvítum mastratippum, ikki verið til fiskiskap í mínari tíð. Báturin varð brúktur til flutning, og tá tað var grind, var tað fast, at Mercur flutti hvalirnar. Eg havi fleiri ferðir verið við tá Mercur førdi grindina bæði úr Hvalba og av Tvøroyri. Paulina Eisini vestalaga á fjørðinum, nærri norðara landinum, lá Paulina, TG 340, hjá Óla Augustinussen. Hetta var eisini ein sokallaður sildabátur, sum var spískur í báðum endum, svartur og hvítbotnaður við dimmum mastratoppum. Ikki var hann stórur, og var hann tí bara til fiskiskap um summari, og tað vóru mest heimamenn, sum vóru við. Farið varð ikki á Suðurlandið, men seinni á árinum, tá váringin var liðug, varð farið á Eysturlandið, og komið varð aftur til hoyggingina. Í 1941 varð Paulina, á veg á bretska marknaðin, ásigld í Pentland Firth og sakk. City of Norwich Út fyri bedingini, ella har á leið, lá City of Norwich, TG 330, og hon hevði stýrihúsið framman fyri messanin. Hon var svørt og hvítbotnað við hvítum mastratoppum. Tað eg minnist, og tað er undir krígnum, var Lars Davidsen skipari á City. Lars í Æðuvík, sum hann vanliga varð róptur, giftist til Loprara, men undir krígnum keypti hann húsini hjá Havnar Jørgini og flutti til Vágs. Seinni, tað mundi vera um 1950, keypti hann saman við øðrum Kittina. City mundi vera eitt tað besta skipið Garðamenninir áttu. Tað var tí ikki av ongum at teir í 1944 sendu Albert Victor yvir til Íslands eftir City, sum var farin á land á Djupavogi í einum ódnarveðri. Eftir kríggið fór City til Danmarkar har hon fekk nýggjan, stóran motor ísettan, fekk nýtt stórt stýrihús og riggað av nýggjum. Wilhelmina Við norðara landið, eystan fyri kajina og Tjørnabrúgv lá Wilhelmina, TG 28, Trolarin, sum Vágs Trolarafelag átti, hon varð rópt soleiðis, tí hon var fyrsta og leingi einasta skip hjá felagnum. Hon hevði sera høgt hálvdekk. Tá sluppurnar fingu motor ísettan, gjørdust tær ofta so aftursettar, tí motorurin var so tungur. Tí fingu summar hálvdekk, sum vanliga var ein planki til hæddar, men hálvdekkið á Wilhelminu var heilt upp á lúnningina. Hon var svørt við hvítari rond, hvítum svínaryggjum og hvítum mastratoppum. Stýrihúsið stóð uppiá hálvdekkinum framman fyri mesanin. Carl Næst, eystan fyri við norðara landið, lá Carl, TG 309, sum Jaspur Hjelm átti, og hon hevði stýrihúsið framman fyri messanin. Hetta var ein svørt hvítbotnað slupp við hvítum mastratoppum. Hóast hvørt mannsbein í bygdini kendi sluppina Carl, so minnist eg ikki stórt annað til hennara enn at teir á Løðhamri áttu hana, og so søgurnar, ið sagdar vóru um skilið umborð á Carl. Eg havi eina mynd av Vágbinginum hjá handlinum á Tjørn, og skipið er so meinlíkt Carl. Bæði skipini vóru eisini smíðaði í Aberdeen, vísir tað seg. Agnes Louisa Longri eysturi, við norðara landi lá Agnes Louisa, TG 352, og tað vóru Lars í Gjørðum í Porkeri og Jaspur á Løðhamri ið áttu hana. Hon var svørt og hvítbotnað við dimmum mastratoppum. Einaferð eg sum stórur drongur stóð á kaiini, fór Ovi Mikkelsen upp at mála stórmastrina á Agnes Louisu, sum lá inni í kaiini, og minnist meg rætt, málað hann toppin dimman olivingrønan. Agnes Louisu kendi eg so væl sum nakar annar. Um 1950 vórðu fleiri av sluppunum í Vági umbygdar, tær fingu størri motor, høgt ruff, nýtt og størri stýrihús, egningarskúrar og vórðu riggaðar av nýggjum. Teirra millum vóru, eitt nú Havgásin og Johanna, og tíðliga í fimtiárunum var eg sjálvur við til at umbyggja nøkur skip, og eitt teirra var Agnes Louisa. Vit settu nýggjan motor í hana, gjørdu nýggjar oljutangar, og gjørdu henni nýtt høgt ruff og nýtt stórt stýruhús og egningarskúrar. Harumframt varð hon riggað av nýggjum. Tað var tá, at hugskotið hjá okkum báðum John Smith um at inniloka skipini kyknaði. Vit fingu eisini báðir virðisløn í eini kapping, sum landsstírið skipaði fyri í 1964. John brúkti hugskotið, tá hann í sextiárunum smíðaði Stapan, Thomas Nygaard og Sundaenni á Vestmanna Skipasmiðju, og sjálvur brúkti eg tað í 1963, tá Leikur, ið var fyrsta línibáturin, sum var innilokaður frá nýggjum, varð gjørdur. Cheerfull Úti undir Tippisbakkanum lá eisini Cheerfull, TG 321, sum Garðamenninir áttu. Hetta var ein av teimum sokallaðu sildabátunum, sum var spískur í báðum endum, svartur og hvít­botnaður við hvítum mastra­ toppum, minnist meg rætt. Cheerfull gekk burtur við mann og mús, tá skipið sprongdist av minu í Skopunarfirði í 1940. Eg minnist ikki nógv um Cheerfull, annað enn at skipið lá undir Tippisbakkanum, men eg minnist væl tá tað frættist at Cheerfull sum fyrsta føroyska skipi var farið av krígsávum. Polarbjørn Úti fyri Galtnaroyru lá Polar­ bjørnin, TG 25, ein hvít trí­ mastrað skonnart við hvítum mastra­toppum. Hon hevði stýrihús mitt millum báðar tær aftaru mastrarnar, og eitt kokkhús aftan fyri fremstu mastrina. Hon æt Sjey Systkin fyrstu tíðina hon var í Vági, men eftir at Jaspur Hjelm hevði keypt allar partarnar í skipinum fekk hon navnið Polarbjørn. Allir átta menninir, ið við vóru, vórðu bjargaðir, tá Polarbjørnin á veg úr Íslandi til Bretlands í 1942 millum Ísland og Føroyar varð søkt av týskum flogfari. Milly Næsta skipið út fyri Galtnaroyru var Milly, TG 755, sum Jaspur Hjelm á Løðhamri átti, og hon hevði stýrihúsið framman fyri messanin, var hvít og hevði hvítar mastratoppar. Hon var millum tær stóru slupppirnar, snøgg at síggja til, og hon hevði runda hekku. Milly fórst av krígsávum í 1941 við mann og mús á veg úr Aberdeen til Føroya. Maritana Longri úti lá Maritana, TG 405, hjá Jaspuri Hjelm á Løðhamri, og hon hevði stýrihúsið framman fyri mesanin. Flestu sluppirnar vóru svartar og hvíttbotnaðar, og tað var Maritana eisini upp­ runaliga, men eg minnist hana bara, tá hon seinni varð hon hvít ella ljósagrá á liti. Maritana man hava verið eitt av bestu skipunum hjá eigaranum, tí eftir kríggið varð hon nógv umbygd í Danmark. Hon fekk nýggjan stóran motor, hálvdekk, ruff við rúmligum nýggjum stýrihúsi á og riggað av nýggjum. Silver Linning Næsta skipið eystur eftir, ið lá fyri teym við norðara landinum, var Silver Linning, ofta rópt Epl í Holið, hjá Alexander Vilhelm, Sandur við Misá. Hon var svørt og hvítbotnað, minnist meg rætt. Silver Linning fór tíðliga í mínari tíð úr Vági norður á Tvøroyri, har hon stóð uppi meginpartin av krígsárunum og varð umbygd til trolara og fekk navnið Vørðan. Aldan Um Galtnaroyruleiðina lá eisini Aldan, TG 26, og hevði stýrihúsið aftan fyri mesanin. Hon kom til Vágs tað eg minnist, tað vil siga seinnapartin í tríatiárunum, og æt tá John Brown, og var svørt á liti. Tá Jaspur á Løðhamri keypti hana fekk hon navnið Aldan og varð mála hvít. Aldan hvarv í 1940 á veg av Vági til Aberdeen, ivaleyst av krígsávum. Við Alduni, sum var fyrsta skipið, ið varð burtur undir krígnum, fórust sjey menn. Elin Úti fyri Marknoyru, vestan fyri brúgvarnar, lá Ellen hjá Johan Nolsøe, TG 337. Hon varð vanliga rópt Elin, og hevði stýrihúsið framman fyri mesanin. Elin, sum var hvítbotnað og hevði dimmar mastratoppar, var eitt av skipunum, sum varð umbygt í fimmtiárunum. Hon fekk nýggjan motor, ruff við stórum stýrihúsi uppiá og varð riggað av nýggjum. Heimdalur Nærri brúgvunum á Marknoyri lá Heimdalur, TG 338, hjá Johan Nolsøe, hetta lítilatna svarta skip­ ið við stýrihúsinum aftan fyri mesanin. Í mínum hugaheimi hvarv Heimdalur skjótt, tí í 1941 fór hon á land í eini ódn á Horna­ fjørinum í Íslandi, og varð vrak. Hanna Eystan fyri brúgvarnar á Markn­ oyri lá tann lítla skonn­artin Hanna, TG 670, hjá Johan og Daniel Jacob Mortensen. Hon var svørt, hevði tvær mastrar og stýrihúsið aftan fyri tað aftaru, sum var stórmasturin. Mastratopparnir vóru hvítir. Tað var umborð á Honnu, at Hans Andreas Djurhuus í 1907 á heimferð úr Danmark til Føroya yrkti sangin, Heysi mesan og stórsegl. Hanna hvørvur eisin tíðliga úr Vági. Í 1940 verður hon seld til Vestmannar. Onnur skip og bátar Tað vóru eisini onnur skip í Vági, sum eg minnist, men sum eg ikki havi tikið við her. Har var Kola Jaspur hjá Garðamonnunum og Reyði Bátur hjá teimum á Løðhamri, men teir høvdu ikki maskinarí til framdríving. Teir vóru báðir spískir í báðum endum, av tí slagnum róptir vórðu sildabátar, og vórðu, tað eg veit, ikki brúktir til annað enn lossujaktir. Hvat varð av Kola Jaspuri veit eg ikki, hann var til tá eg fór úr Vági, men Reyði Bátur fór á land á Sandinum undir krígnum í einum ódnarveðri. Rovini av sluppini Snowdrop lógu eisini á Sandinim, tað eg minnist. Inni í Ónavík lógu rovini av sluppimi Victory, eisini rópt Svarta Lisa, hjá Garðamonnunum, og rovini av sildabátinum Balmiral hjá Palla í Tøðuni. Í Vági vóru eisini nógvir motorbátar, teir sokallu dekks­ motorarnir, væl einir fimtan í tali, men teir skulu verða umrøddir seinni, um høvi býðst. Skip fórust Krígsárini fórust 9 skip í Vági. Undir seinna kríggi fórust 39 skip í Føroyum, 11 skip fórust úr Suðuroynni, av teimum 9 úr Vági. Av teimum 11 skipunum úr Suðuroynni fórust 4 teirra við mann og mús, og tey vóru øll fýra úr Vági. Við teimum fórust 27 menn, 14 teirra vóru búsitandi í Vági. Umframt hesar fórust einir 7 aðrir menn úr Vági krígsárini. Tað vóru bygdir, ið vóru líka hart raktar. Skúlin gekk undan Nú gjørdist henda frásagnin drúgvari enn eg hevði vantið, men til endans vil eg bara skoyta uppí, at tað, at eg kendi hvørt skip á fjørðinum áðrenn eg fór í skúla, var einki serstakt, tað kendu øll. Skúladagurin í Vági byrjaði ofta við at talað varð um hvat bátarnir høvdu avreitt kvøldið fyri, og skipini kendu øll, tað var ein partur av barnalærdóminum, og hetta tók skúlin í sera stórum álvara. Tað gav at bíta, tá ein skúlanæming ein dagin spurdi um okkurt, ið hevði við skipini at gera. Tá svaraði táverandi skúlastjórin Johan Djurhuus, at hatta var ikki nakað hann skuldi spyrju um, hatta skuldi hann vita. Nú steingja tey skúlar, tí tey skulu passa gomul fólk.