fríggjadagur 24. mars 2006síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
41
Í næstu viku verður í
Føroyum varpað ljós á
islam og viðurskiftini
millum vesturheimin og
arabiska heimin. Í hesum
høpi kemur Børge Schantz
– prestur og trúboðari – til
Føroya at halda fyrilestur í
Miðlahúsinum í Vágsbotni
og í Adventskirkjuni
við Hoyvíksvegin
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Børge Schantz er ein eftirspurdur
røðari og hevur í løtuni eina
fjøltáttaða ferðaætlan við
fyrilestrum í Danmark, Norra,
Englandi, USA og nú eisini í
Føroyum.
Á fyrilestrunum fer Børge
Schantz eitt nú at umrøða
profetin Muhammed, truplu
samveruna millum kristin og
muslimar, eins og kreppustøður,
ið ikki sleppast undan – eitt
nú nógv umrøddu Muhammed
tekningarnar í Jyllands Postinum.
Børge Schantz
Børge Schantz er borin í heim
í Holstebro í 1931. Eftir loknan
lesnað á ’Vejlefjordskolen’
arbeiddi hann sum prestur í
Danmark og í Føroyum. Síðani
fór hann undir lesnað í Englandi
og USA.
Frá 1962 til 1970 var Børge
Schantz trúboðari í Sierra Leone
og Norðurnigeria, og til 1980 var
hann umsitingarleiðari í Libanon
og hevði ábyrgd fyri Miðeysturi
og Eysturafrika. Eftir hetta var
Børge Schantz lærari á Newbold
College í Englandi og leiðari
á einum islamiskum-kristnum
granskingardepli á Newbold
College.
Í 1997 fekk Børge Schantz
sær professaraembæti við Loma
Linda University í Englandi.
Harumframt hevur hann
undirvíst í medisinskum etikki á
einum sjúkrahúsi í Saudi-Arabia
og skrivað fleiri bøkur um
trúboðaravísind og islam – eitt
nú bókina ’Muslimer blandt
kristne i Danmark’ sum nú er
endurskoðað í sambandi við
núverandi støðuna hjá teimum
kristnu av nógv umrøddu
Muhammed tekningunum.
Schantz hevur í mong ár havt
tilknýti til muslimar. Í hesum
sambandi hevur hann drúgvar
royndir við muslimum í londum,
har stranga Shari’ahlógin er
galdandi, eins og í økjum, har tað
verður farið eitt sindur lættari um
strongu muslimsku lógirnar.
Í sínum metingum leggur
Schantz stóran dent á, at ein
altíð eigur at hava í huga
munin millum islam sum eina
rigoristiska trúgv á øðru síðuni,
tað er ein strong og víðgongd
trúgv, og so teir nógvu muslimar,
sum hinvegin eru samborgarar
við einum jaligum ískoyti til tað
danska samfelagið heldur enn
ein hóttan.
Fyri at fáa eina væleydnaða
integratión er tó neyðugt – eisini
hjá muslimum – at hava ein
rúmligan hugburð til aðrar
trúgvir. Í hesum sambandi
nevnir Børge Schantz, at
vantandi opinsinni fyri t.d.
kristindóminum er ein táttur í
islamsku verðinsfatanini, ið kann
elva til trupulleikar viðvíkjandi
fullari integratión av okkara
muslimsku samborgarum:
– Muhammed-tekningarnar í
Jyllands Postinum hava fingið í
lag eitt ógvisliga kjak kring allan
heimin. Hetta kensluborna evnið
er vorðið endavent í donsku
pressuni – í sjónvarpi, útvarpi,
bløðum o.s.fr. Støðan er lýst út
í æsir, og nógv eru komin við
hugskotum um, hvussu kreppan
kann loysast, hvussu framtíðin
fer at síggja út og um hvussu
kristin og muslimar framyvir
fara at liva saman, heldur Børge
Schantz.
Men spurningurin er, um hetta
kjakið í nóg stóran mun hevur
tikið hædd fyri okkara kristna
grundstøði:
– Okkara kristna grundstøði
í tí trúarligu avbjóðing, sum
er komin av Muhammed-
tekningunum, hevur eftir mínum
tykki ikki fingið tað rúm, sum
tað átti í hesum kjaki.
Og júst hesin trupulleiki er
nakað av tí, Børge Schantz
viðger í sínum fyrilestrum.
Skrá
Mánadagin 27. mars í Miðlahúsinum kl. 19.30
Evni: Profeturin Muhammed:
• Samtíð, lív og hjúnalag hansara
• Fimm súlurnar og lærusetningarnir hjá islam
• Koranin og Hadith
• Útbreiðslan av islam
Týsdagin 28. mars í Miðlahúsinum kl. 19.30
Evni: Strangar lógir og siðir:
• Guddómliga Shari’ah við hørðum revsingum
• Rættindi og avmarkingar hjá muslimskum kvinnum
• Leikluturin hjá kvinnuni í einum muslimskum hjúnalagi
• Matlógir og samveruhættir í islam.
Mikudagin 29. mars í Adventskirkjuni kl. 19.30
Evni: Trupla samveran millum kristin og muslimar:
• Trúarfrælsi og fundamentalisma
• Tær djúpu og afturvendandi ósemjurnar millum vesturlendskar lógir
og Shari’ahir
• Treytir fyri at sleppa í paradísið
Hósdagin 30. mars í Adventskirkjuni kl. 19.30
Evni: Kreppustøður, sum vit ikki sleppa undan:
• Muhammedtekningarnar: Sjónliga orsøkin og fjalda dagsskráin.
• Útjaðaramørk talufrælsisins og ábyrgd
• Muslimar í bólkum við ósamsvarandi ætlanum
• Neilig og jalig úrslit í ósemjuni um Muhammedtekningarnar
Vesturheimurin og
arabiski heimurin hittast
Martin Krasnik vitjar Miðlahúsið
Í sambandi við at tað í næstum fer at verða kastað
nærri ljós á Islam og viðurskiftini millum vesturheimin
og arabiska heimin í Miðlahúsinum, fer 34 ára gamli
danski journalisturin og rithøvundurin Martin Krasnik
at halda fyrilestur í Miðlahúsinum mánakvøldið 10.
apríl kl. 19. Krasnik er m.a. kendur sum Deadline-
vertur á DR og korrespondentur hjá Weekendeavísini
í m.a. Jerusalem og New York. Í 2004 fór hann undir
eina rannsóknarferð gjøgnum Iran, Libanon, Pakistan,
Saudi-Arabia og London, har hann hitti og hevði
samrøður við muslimskar politiskar og átrúnaðarligar
leiðarar. Úrslitið var bókin ”De retfærdige. En islamisk
stafet”, sum kom út beint undan jólum í 2005, og
tað er henda bók og henda ferð hansara gjøgnum
arabiska heimin, sum Krasnik fer at greiða nærri frá í
Miðlahúsinum mánakvøldið 10. apríl kl. 19. Møguliga
verður eisini skipað fyri einum pallborði.
FAKTA
Børge Schantz, prestur og trúboðari