Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-24, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mars 2006síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 24. mars 2006 Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eitt hav av orðum Viðmæli: Onkel Danny fortelur alt Dan Turéll, Onkel Danny fortæller – det hele, Borgen, 2006 Síðsta sunnudag hevði óvanliga gávaði søgusigarin, jazzarin, stand upparin, rapparin, yrkjarin og mangt annað, Dan Turéll fylt 60 ár, um hann var á lívi. Dagurin varð millum annað hátíðarhildin, við at eitt torg á Vesturbrúgv fekk navnið “Onkel Dannys Plads” og við minnisbókini Onkel Danny fortæller – det hele. Dan Turéll fekk sítt fólksliga gjøgnumbrot við Vangede Billeder í 1975, har hann við mild­um eygum lýsir vanliga lív­ ið og vanligu fólkini í Vangede, har hann vaks upp. Frá at hava verið ein heldur løgin avant­ garde listamaður, gjørdist Dan Turéll nú tann fólkakæri Onkel Danny. Keðiligur bleiv hann tó ongantíð, og tey flestu minnast ivaleyst Dan Turéll best sum skjótt snakkandi, vinarliga provo­ kerandi performaran við svørtum neglalakki og hatti. Aftaná Vangede Billeder gav Dan Turéll út fýra søvn av ferða­frásøgnum, hugleiðingum, endurminningum, yrkinum og stutt­søgum, sum nú verða givin út sum samlað verk í nýggja savninum. Onkel Danny fjepparar vita, hvat teir kunnu vænta sær. Tey, ið ikki kenna hann, kunnu hóskandi byrja her og gleða seg til at hoyra ein framúr góðan eygleiðara av (stórbýar)lívinum siga frá við rúkandi ferð um stórt og smátt við tí eyðkenda Onkel Danny eldhuganum og kryddinum, sum ger søgurnar nýggjar hvørja ferð, sjálvt um tú heldur teg hava hoyrt onkra av teimum fyrr. ave Viðmæli: Kaldblóðugt Tá tað regnar á filmar dryppar, tað sum kunnugt ofta á bøkur. Og lukkutíð fyri tað, tí um so Oscar virðislønin fyri filmin Capote onki annað ger, hevur hon longu tænt einum hægri endamáli, um ung fólk nú fara at forvitnast eftir, hvat tað var fyri ein bók, amerikanski rithøvundurin Truman Capote skrivaði í 1965 við heitinum In Cold Blood. Søgan snýr seg í stuttum um fýra­faldaða morðið á bónda­ familjuna Clutter á einum garði í Kansas í 1959. Capote gjørdist fullkomiliga trásettur av hendingini, sum kom at fylla alt hansara lív næstu fimm árini, hann skrivaði bókina In cold Blood. Millum annað út frá prátum við deyðadømdu drápsmenninar í fongslinum. Møguliga er tað rætt, at sum verkætlan var In Cold Blood líka kaldblóðug, sum drápið á Clutter familjuna. Men teksturin er alt annað enn kaldur. Sum lesari verður tú næstan líka sjúkliga hertikin, sum høvundurin og svølgir grammisliga hvønn evarslítla smálut, meðan tú sansar, hvussu hvørt orð er neyvt vigað, áðrenn tað verður lagt uppá pláss í hesum løgna puslispælinum. Truman Capote skrivaði onga bók lidna aftaná In Cold Blood, og sum frá leið var hann mest kendur fyri at vera kendur. Og sum journalistikk hava tíðin og ymisk sløg av New Journalism langt síðani yvirhálað bókina. Men lagnurnar, sum vórðu raktar handan dagin í Kansas, letur In Cold Blood teg aldrin gloyma aftur. ave Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins varð í ár latin svenska yrkjaranum Göran Sonnevi fyri yrkingasavnið Oceanen - eitt verk, sum kann lesast sum ein spennandi skaldsøga, ella í smáum brotum, sum geva nýggja luft hvørja ferð eins og stakk tú høvdið upp undan vatnskorpuni Bókmentavirðisløn Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Seks ferðir var hann í uppskoti, áðrenn avgerðin fall um at lata svenska yrkjaranum Göran Sonnevi Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2006 fyri yrkingasavnið Oceanen. Hetta fekk onkran ummælara at gruna, at dómsnevndin illa fekk gjørt øðrvísi hesuferð. Neyvan hava slík atlit verið tikin í hesum føri, tí valla er ein rithøvundur seks ferðir í uppskoti til eina slíka virðisløna av tilvild, hepni ella misgáum. Ivin Meir enn nøkur onnur av Bók­ mentavirðislønum Norður­landa­ ráðsins tykist hendan eisini at vera givin fyri eitt heilt lívsskeið sum yrkjari, enn fyri eitt einstakt verk. Ella kanska fyri bæði tvey um somu tíð, tí verkið Oceanen er mest at líkna við eina ævisøgu bæði um yrkjarans lív og yrki og í onkrum fluttum týdningi við eina søgu um ævinleikan. Tá Göran Sonnevi fyrstu ferð gjørdi vart við seg í 60unum, sóu mong hann sum eitt av fremstu umboðunum fyri tátíðarinnar sonevnda nýeinfeldi innan yrking. Serliga var tað yrkingin “Om kriget i Vietnam”, sum gav afturljóð í mátanum, bæði stílur og innihald plantaðu seg beint í veruleikan hjá lesarum. Uttan stór orð ella armsveiggj tvinnar yrkjarin hvítkædda kavalandslagið uttanfyri sítt vindeyga saman við Hvítbókina um kríggið í Vietnam, sum USA júst hevði givið út; passivi­ tetin frammanfyri sjónvarps­ skíggjanum saman við virksemið hinumegin jørðina. Í Oceanen er politiska røddin vorðin meir ivandi, og av somu orsøk meir innilig. USA er fram­ vegis í kríggi, hesuferð móti yvirgangi, og tað letur upp fyri spurninginum, hvørt kríggj kann hava nakað gott við sær. Yrkjarin spyr seg sjálvan, um hann átti at farið við í mótmælisgonguna móti krígnum í Irak. Og um hann ger tað, stuðlar hann so harvið stýrinum í Irak? Soleiðis rennir spurningurin um skuld og ábyrgd sum ein marra av iva og ræðslu gjøgnum savnið. Ivin um, nær tú velur rætt og ræðslan fyri at velja skeivt ella als ikki velja og harvið gera alt skeivt, tí tí vildi gera tað rætta. Havið av ongum og onkrum Einfaldi málsligi stílurin er tann sami í Oceanen, sum fyri 30 árum síðani. Setningarnir eru fyri tað mesta hvønndagsligir, meðan teir fara bylgjandi niður eftir síðunum uttan punktum men við langum hvítum millum­ rúmum. Bygnaðarliga er verkið pettað saman av brotum og heildum í skapi av leysrivnum dagbóksnotum lið um lið við nýggjum og eldri dagfestum yrkingum, ið ongantíð hava verið á prenti áður. Rútmiskt er 418 síður langa verkið ein áhaldandi streymur av smáum og stórum bylgjum í eini endaleysari ring­rás av gerandisdøgum og heims­hendingum, eina løtu smá­ prátandi um vinir, familju, ein eiturkopp á húðini; næstu løtu sum eldhugaðar viðmerkingar til heimspolitisk stórmál. Allatíðina við myndum av havinum sum eina roynd at skipa tilveruna ella sjálvt verugrundarlagið, sum til dømis tá yrkjarin sigur: “Kring havið av ongum er havið av onkrum. Kring havið av onkrum er havið av ongum” Samanhangir uttan heild Oceanen kann lesast sum ein spennandi skaldsøga, ella í smáum brotum, sum geva nýggja luft eins og stakk tú høvdið upp undan vatnskorpuni. Sum eitt hav av orðum, onkuntíð gruggut, men altíð tvíhaldandi um, at alt er úrslit av einum samanhangi - ikki at mistaka við eina heild, tí slíkar eru ikki til, sambært yrkjaranum - Tað hevði eisini verið ræðuligt, um so var. Hvørja ferð menniskju halda seg síggja eina heild, gera tey øðrum menniskjum ilt, sigur Sonnevi. Ella við orðunum frá savninum: “Envar är / särskild Annars skulle inte något / finnas Dette är Oceanen” ave Truman Capote – ein serskøltur við óvanligum eyga fyri sigandi smálutum Tá Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2006 varð latin Göran Sonnevi fyri verkið »Oceanen« var tað samstundis fyri eitt heilt lívsskeið sum yrkjari Vinnarar av Bók­menta­virðis­ løn Norðurlandaráðsins seinastu 10 árini: 2005 Sigurjón B. Sigurðsson (Sjón), Ísland: Skugga-Baldur (skaldsøga) 2004 Kari Hotakainen, Finland: Löpgravsvägen (skaldsøga) 2003 Eva Ström, Svøríki: Revbensstäderna (yrkingasavn) 2002 Lars Saabye Christiansen, Noreg: Halvbroren (skaldsøga) 2001 Jan Kjærstad, Noreg: Opdageren (skaldsøga) 2000 Henrik Nordbrandt, Danmark: Drømmebroer (yrkingasavn) 1999 Pia Tafdrup, Danmark: Dronningeporten (yrkingasavn). 1998 Tua Forsström, Finland: Efter att ha tilbringat natt bland hästar (yrkingasavn) 1997 Dorrit Willumsen, Danmark: Bang (ævissøga) 1996 Øystein Lønn, Noreg: Hva skal vi gjøre idag og andre noveller (stuttsøgur) 1995 Einar Már Guðmundsson, Ísland: Englar alheimsins (skaldsøga). FAKTA »Onkel Danny for­tæller det hele« er ein fongur hjá Dan Turéll fjepp­arum – og teim­um, sum enn hava hann til góðar