Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 61 - 27. mars 2006 Ført hevur verið fram í føroysku fjøl­miðlunum í sein­ ast­uni, at føroysk partabrøv á VMF á ICEX verða ávirkað av gongdini í íslendska búskapinum. Hesum er landsbankin ikki samdur í, verður sagt á heimasíðu Landsbankans Virðisbrøv tíðindaskriv Sera lítil samanhangur er millum íslendska búskapin og føroysk partabrøv ser­ liga tí, at avtalan, ið er gjørd millum íslendska virðis­ brævamarknaðin ICEX og parta­felagið VMF er, at før­ oysku partabrøvini verða list­ aði í donskum krónum og ikki íslendskum krónum. Viðvíkjandi einasta fel­agn­ um á marknaðinum í dag, Atlantic Petroleum, so hevur tað felagið og tann vinnan felagið virkar í, heldur ikki nakað við íslendska búskapin at gera. Harumframt eru flestu íleggarar í Atlantic Petrole­um føroyingar. Fjølmiðlar eiga at vísa varsemi, og kanna síni tíðindi væl, tá slík viðurskifti verða umrødd, tí teirra umrøða kann hava ávirkan á prísin, verður sagt á heimasíðu Landsbankans. Biografuriní Suðuroyni, Suð­ urbio, hevur fingið heima­ síðu Tað eru nøkurar síðani, at Tvøroyrar Klubbi bygdi ein part av hølunum um, so rúm eisini var fyri biografi. Suðurbio hevur nú fingið heimasíðu, so lættari er at síggja, hvat er á hvíta lør­ iftinum, og so lættari er at samskifta við tey films­ áhugaðu. www.123hjemmeside.dk/ sudurbio/ -dagfinn Ístak er komið væl áleiðis í tunnlinum millum Hov og Øravík. Arbeitt verður við at gera holið í Øravík og inn í fjallið, men nú eru teir farnir undir at gera klárt í Hovi eisini. Í vikuni sást so nøkulunda, hvar holið millum Hov og Øravík kemur út Hovs megin. Holið verður sprongt úr Øravík og inn í fjallið, og ikki fyrr enn heilt stutt er eftir, verður farið at arbeiða í Hovi og inneftir í fjallið. Men tó eru fyrreikingarnar til tunnilsmunnan farnar í gongd í vikuni og teir eru eisini farnir at gera vegin frá tunnlinum, sum skal bindast í vegin heilt niðri í dalinum í Hovi. -dagfinn Skeivur samanhangur framførdur Sett á holið í Hovi Suðurbio hevur heimasíðu