Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 27. mars 2006 5 Í morgun skipaði nýggja føroyska flogfelagið, FaroeJet, fyri tíðindafundi, har greitt var frá, hvørji tilboð felagið fer at veita ferðafólkunum, bæði hvat viðvíkur ferðaseðlum og umborð á flogfarinum Faroejet Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tíðindafundurin hjá nýggja flogfelagnum á Hotel Hafnia í morgun byrjaði eitt sindur seinni enn ætlað, men stjórin í FaroeJet, Jóhan Simonsen, legði beinan vegin dent á, at tað verður ikki nakað eyðkenni fyri FaroeJet. Sølan er byrjað Í dag fóru ferðaskrivstovurnar kring landið undir at selja ferðaseðlar við FaroeJet. Fyribils verða ferðaseðlar seldir, ið eru galdandi frá 15. mai og seinni. FaroeJet ætlar sær tó á flog longu 1. mai, men fyrstu tvær vikurnar eru tó ikki endaliga klárar, og tí verða ferðaseðlar fyri hetta tíðarskeið ikki seldir enn. – Vit ætla okkum ikki sjálvi at selja ferðaseðlar, tí tað duga ferðaskrivstovurnar betur enn vit. Ístaðin leggja vit okkum eftir at virka sum flogfelag, ið flytir ferðafólk úr stað í stað til tíðina og fyri ein rímuligan penga, sigur Jóhan Simonsen, stjóri í FaroeJet. Bert einvegis ferðaseðlar Sum útgangsstøði eru allir ferðaseðlar hjá FaroeJet ein­ vegis ferðaseðlar, men hetta merkir tó ikki, at tað ikki ber til at keypa sær ferðaseðil aftur og fram frá nýggja flogfelagnum. Prísirnir fyri ferðaseðlarnir verða tengdir at, hvussu tíðliga tú keypir tín ferða­ seðil. Jú fyrr tú keypir, jú bíligari gerst ferðaseðilin. Keypir tú tær ferðaseðilin í minsta lagi sjey dagar undan fráferðini, kanst tú fáa hann fyri 695 krónur uttan avgjøld. Dýrastu ferðaseðlarnir fara fyri 1995 krónur umframt avgjøld. Tá ið tú ferðast við FaroeJet kanst tú hava 20 kilo av við­føri við tær, umframt fimm kilo í handviðføri. Men keypir tú ein av dýru ferðaseðlunum, fært tú loyvi til at hava heili 15 kilo við í handviðføri. – Vit vita, at tað eru nógv fólk, ið fegin vilja hava nógv viðføri við sær inn í flogfarið, so at tey kunnu gera skjótt av á flogvøllinum, og tí hava vit valt at veita ferðafólki okkara henda møguleika, sigur Jóhan Simonsen. Ikki ókeypis rúsdrekka FaroeJet hevur leigað eitt British Aerospace RJ 100 flogfar fyribils í fimm ár, og í mun til kappingarneytan Atlantsflog verða umstøð­ur­ nar og treytirnar um­borð á flogfarinum eitt sindur øðrvísi enn hjá kappingarneytanum. – Flogfarið er ætlað til 112 setur, men vit koma einans at hava 94 setur umborð á flog­farinum fyri at gera tað rúmligt hjá ferðafólkunum. Øll 94 setrini eru leðursetur, øll ferðafólkini flúgva á bus­ iness class umborð á Faroe­ Jet, greiðir Jóhan Simonsen frá. – Vit halda, at tað er mest rættvíst, tí annars skulu øll gjalda fyri rúsdrekka, sum bert nøkur fá drekka, sigur Jóhan Simonsen. Í mun til kappingarneytan ætlar FaroeJet ikki, at ferðafólkini bert skulu bíleggja tollfríu vørurnar út frá einum lepa. – Tollfríu vørurnar, ið kunnu keypast umborð, verða koyrdar runt í flog­ far­inum á einum vogni, so at ferðafólkini kunnu síggja vøruna, áðrenn tey keypa hana, sigur Jóhan Simonsen. Leggja fyri við nógvum tilboðum Ikki óvæntað fer FaroeJet at hava nøkur heilt góð tilboð, nú felagið er farið undir at selja ferðaseðlar. Millum annað verða heili 1000 setur seld fyri 500 krónur hvørt í mai mánað umframt ferðaavgjøld. Jóhan Simonsen sigur eisini, at tað ikki er óhugs­ andi, at FaroeJet fer at hava nakrar kampanjur við eitt nú pakkaferðum, men fyrst og fremst snýr tað seg bert um ferðafólkaflutning. Ferða­ seðilin galdandi frá heim­ bygdini Sum nakað nýtt í sambandi við flog­ ferðslu í Før­oy­um, hevur Faroe­jet syrgt fyr, at tá ið tú keypir tær ein ferða­seðil frá nýggja flogfelagnum, er ferð­ingin frá heim­ bygdini til flogvøllin íroknað Faroejet Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Jóhan Simonsen, stjóri í Faroejet, sigur, at flog­ felagið leggur dent á, at tað skal kosta tað sama hjá øllum føroyingum at ferðast við Faroejet, uttan mun til hvar í Føroyum tú býrt. Góð avtala við Strandferðsluna Faroejet hevur gjørt av, at tá ið tú keypir ferðaseðilin, er hann galdandi frá heim­ bygdini í Føroyum og til Kastrup. Tað vil siga, at tað kostar tað sama hjá einum sumbingi og einum sørvingi. – Vit hava fingið eina góða avtalu í lag við Strandferðsluna, sum báðir partar eru nøgdir við, og eg eri fegin um, at vit nú kunnu bjóða ferðafólkum okkara hesa tænastu, sigur Jóhan Simonsen. Liðugt er at tekna partapening í FaroeJet, og eini 900 partaeigarar hava teknað góðar 25 milliónir í partapeningi FaroeJet Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Jóhan Simonsen, stjóri, sigur, at tað hevur gingið strúkandi við at fáa fólk at seta pening í nýggja flogfelagið. Flest privatpersónar – Tað eru umleið 900 partaeigarar í FaroeJet. Um gjørt verður upp í krón­um og oyrum, eru tað partafeløg og fyritøkur, ið eiga størsta partin, men í tali av partaeigarum eru privatpersónarnir við yvir­ lutan, sigur Jóhan Simon­ sen. Hann greiðir frá, at tey, ið eiga minst, eiga 1000 krónur í felagnum, meðan størstu partaeigararnir eiga 2,5 milliónir krónur. – Størstu einstaku parta­ eigararnir eru partafeløg, men tað er tó onkur ein­ stak­ur privatpersónur, ið hev­ur teknað oman fyri eina millión, greiðir Jóhan Simonsen frá. 900 partaeigarar Leðursetur og heitan mat Jóhan Simonsen, stjóri í FaroeJet, greiðir á tíðindafundi í morgun frá ætlanunum og tilboðunum, ið nýggja flogfelagið fer at bjóða sínum viðskiftafólkum. Mynd: Jens Kr. Vang Tríggir lyklapersónar hjá FaroeJet: frá vinstru Knút Lützen, nevndarformaður, Hans Meinhard á Høgabóli, flogovasti og Maria S. Lamhauge, søluleiðari. Mynd: Jens Kr. Vang