mánadagur 27. mars 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 61 - 27. mars 2006
– Eg hevði tryggjað
mær nóg stóra
undirtøku til at verða
valdur til formann í
sambandsflokkinum,
men nøkur lupu
frá og stungu meg í
ryggin, sigur Johan
Dahl, sum kortini
ikki er beiskur,
nú hann sigur
sambandsflokkinum
farvæl
Sambands-
flokkurin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Flokkurin hevur onki álit
á mær longur. Og eftir tað,
sum hendi fíggjakvøldið,
kann eg heldur ikki hava álit
á flokkinum longur.
Tað er tann kenslan, sum
Johan Dahl, løgtingsmaður,
situr við eftir landsfundin
hjá sambandsflokkinum
fríggjakvøldið.
Og tað hevur hann nú tikið
avleiðingarnar av og um
vikuskiftið meldaði hann
seg úr sambandsflokkinum.
Tað hevur hann boðað
floksleiðsluni frá nú um
vikuskiftið.
Johan Dahl hevur boðað
frá, at frá næsta tingdundi
at rokna, umboðar hann ikki
longur sambandsflokkin á
Løgtingi.
Næsti tingfundur er
mikudagin.
Kortini fer hann ikki
at gevast í politikki,
men ætlar sær at verða
uttanflokkamaður.
Hann ger eisini greitt,
at hann ætlar framvegis
at stuðla samgonguni í
teimum politisku málunum,
sum sett eru út í kortið í
samgonguskjalinum, tí tað
heldur hann eru góð, politisk
mál at seta sær.
Stungin í ryggin
Johan Dahl staðfestir,
at tað var onki ynski hjá
honum sjálvum at stilla
upp til valið sum formaður
í sambandsflokkinum ímóti
Kaj Leo Johannesen.
– Eg varð biðin um at
stilla upp, tí fólk vóru ónøgd
við Kaj Leo Johannesen sum
formann og sum tískil hildu,
at tað var rætt at fáa nýggjan
formann fyri at fáa meiri
kraft í flokkin uppundir valið,
sum verður um hálvtannað
ár í eini roynd av vinna eitt
komandi løgtingsval.
Men Johan Dahl sigur, at
hann vildi bara stilla upp,
vissi hann fekk tryggjað
sær nóg stóra undirtøku til
at vinna valið.
– Tað hevði eg eisini
tryggjað mær, heilt fram
til seinasta minutt fyri
formansvalið og eg fekk
eisini váttað frá einum
meiluta av teimum, sum
høvdu vælrætt, at eg hevði
nóg stóra undirtøku til at
vera formaður.
Men tá ið, avtornaði
manglaði Johan Dahl seks
atkvøður í at verða valdur.
Tí dylir hann heldur
ikki fyri at hann følir seg
stungnan í ryggin.
– Eg hevði longu gjørt
tað greitt fyri mær sjálvum,
mínari konu, mínum børnum
og mínum næstringum
annars, at varð eg ikki
valdur, skuldi eg siga meg
úr flokkinum fyri at brúka
tíðina øðrvísi.
Johan Dahl sigur, at nú fer
hann sostatt at brúka meiri
tíð til ta vinnuliga virksemi,
hann hevur gongd í, bæði í
Vági og í nýggja felagnum
hann hevur verið við til at
stovna í Danmark
– Mín niðurstøða er, fólk,
sum lovaðu at stuðla mær,
eru lopin frá sínum lyftum.
Hann sigur, at so vítt,
hann hevur dugað at
roknað tað út, var tað bara
ein í tingmanningini, sum
atkvøddi fyri honum sum
formanni, øll hini atkvøddu
fyri Kaj Leo
– Tá ið eg havi so lítið álit
ímillum sambandsfólk, dugi
eg ikki at síggja, at eg havi
nakra framtíð í flokkinum.
– Eg dugi heldur ikki at
síggja, hvussu flokkurin
hevur brúk fyri einum manni,
sum hann hevur so lítið álit
á, sigur Johan Dahl.
Hann leggur kortini
stóran dent á, at hann er als
ikki beiskur, nú hann sigur
flokkinum farvæl.
Hann vil eisini fegin takka
teimum, sum hava stuðlað
honum.
– Eg fari ikki úr
sambandsflokkinum tí at
eg tapti valið. Eg fari úr
flokkinum, tí tey, sum høvdu
lovað at stuðlað mær, sviku
tá ið á stóð og slíkt álitisbrot
kann eg ikki liva við, sigur
Johan Dahl.
Endar um
hálvtannað ár
Hann sigur, at sum
tað sær út í løtuni, endar
hansara politiski leiklutur
á Løgtingsvalinum, sum
verður um hálvtannað ár.
Hann hevur sostatt ikki
hugsað um at melda seg inn
í ein annan flokk.
Hann
hevur
heldur
ikki hugsað um at stovna
nýggjan flokk á komandi
løgtingsvali.
Men hann leggur kortini
afturat, at gongst sum ætlað,
verður løgtingsvalið ikki
fyrrenn um hálvtannað ár
og tað er long tíð, so nógv
kann broytast til tá.
Formaður
sambandsfloksins
harmast um, at Johan
Dahl hevur meldað
seg úr flokkinum,
men hann heldur, at
hetta var eitt víðgongt
stig at taka
Sambands-
flokkurin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Kaj
Leo
Johannesen,
formaður sambandsfloksins
harmast um, at Johan
Dahl hevur meldað seg úr
flokkinum.
Men hann kann ikki
annað enn virða avgerðina
og samstundis takka Johan
Dahl fyri drúgva tænastu.
– Johan Dahl hevur
sín egna, fría vilja og nú
hann hevur meldað seg úr
sambandsflokkinum, er tað
hansara fulli rættur og tað
taka vit til eftirtektar.
– Vit vóna kortini, at vit
fáa eitt gott samstarv við
hann hereftir.
Johan Dahl tók tapið á
formansvalinum sum eina
misálitisváttan, men tað er
sambandsformaðurin ikki
samdur í.
Skuldi tað verið ein
misálitisváttan at tapt eitt val
á hendan hátt og skuldu øll
melda seg úr einum á
flokki fyri tað, hevði tað
ikki verið nógv fólk eftir í
teimum ymsu flokkunum.
Kortini helt Kaj Leo
fríggjakvøldið á lands-
fundinum, at tað er eitt ov
víðgongd stig at taka at
melda seg úr.
– Eg helt fíggjakvøldið,
at tað er ein undarlig støða
at taka, at bjóða seg fram
sum formansvalevni ta einu
løtuna og at melda seg úr
flokkinum ta næstu løtuna.
Missa nevndarsessir
Johan
Dahl
var
ikki
bara
tingmaður
fyri
sambandsflokkin. Hann
hevði eisini álitisstørv í
flokkinum og eitt nú røkti
hann tað sera týdningarmikla
starvið at vera formaður
í uttanlandsnevndini hjá
Løgtinginum.
Men tað starvið má hann
eisini missa nú, heldur Kaj
Leo Johannesen.
– Sambandsflokkurin
eigur formannin í uttan-
landsnevndini, so har verður
Johan Dahl noyddur at víkja
sætið, tí nú skal nevndin
skipast av nýggjum og ein
sambandsumboð veljast
ístaðin, sigur formaðurin.
Johan Dahl umboðar
eisini sambandsflokkin
í trivnaðarnevndini, eins
og hann er varalimur fyri
flokkin í fíggjarnevndini og
rættarnevndini.
Eisini teir nevndarsessirnar
fyri
sambandsflokkin
missur hann, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Men so einfalt er hetta
kortini ikki.
Edmund
Joensen,
løgtingsformaður, sigur, at
Johan Dahl hevur boðað frá,
at hann styðjar framvegis
samgonguna.
Býtið av nevndarsessum er
treytað av teimum valbólkum,
sum eru avtalaðir og styðjar
Johan Dahl framvegis
samgonguna, er ongin
broyting í valbólkunum.
Sostatt verða nevndirnar
heldur ikki umskipaðar
uttan víðari. Sostatt verða
nevndirnar ikki umskipaðar
uttan so at avtalurnar um
valbólk verða sagdar upp
og nýggir valbólkar gjørdir.
Samgongan og sjálv-
stýrisflokkurin er í valbólki
og Edmund Joensen metir,
at verða vælbólkarnir
umskipaðir, koma fleiri
broytingar at henda.
Minnist
løgtings-
formaðurin rætt, er er
valbólkurin hjá samgonguni
og sjálvstýrisflokkinum
akkurát nóg stórur til
at varðveita sessin í
Norðurlandaráðnum, so
minkar valbólkurin ein
tinglim, verður sessurin í
Norðurlandaráðnum tann
fyrsti sum rýkur.
Stórur missur
Edmund Joensen, sum
eisini hevur verið formaður
sambandsfloksins, hevur
annars
ikki
nógvar
viðmerkingar til at Johan
Dahl hevur meldað seg úr
flokkinum.
Tað einasta, hann vil siga,
er, at hann harmast um tað og
at hetta er ein stórur missur
fyri flokkin.
Hann vil heldur ikki siga,
hvørjum hann hevur stuðlað
í flokkinum.
– Eg geri tað, sum er best
fyri sambandsflokkin, sigur
hann.
– Eg varð stungin í ryggin
Tað var meiri enn ein Judas á landsfundinum hjá sambandsflokkinum fríggjakvøldið, sigur Johan Dahl.
Takkar Johan Dahl fyri trúgva tænastu
Kaj Leo Johannesen