Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 27. mars 2006  – Vit eiga at taka samráðingar upp við ES fyri at kanna fyrimunir og vansar við einum samstarvi, er ein niðurstøða á landsfundi floksins hetta vikuskiftið Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Føroyar hava brúk fyri eini størri lopfjøl út í heim, enn ríkisfelagsskapurin kann geva okkum. Tað er ein niðurstøða á landsfundi sambandsfloksins hetta vikuskiftið. Í hesum sambandi heldur flokkurin, at ES eitt gott boð og flokkurin heldur eisini, at vit eiga at taka støðu til ES skjótast gjørligt. – Sambandsflokkurin mælir tí til, at tiknar verða upp samráðingar við ES, fyri at fáa staðfest, hvat hesin felagsskapur hevur at bjóða føroyingum, og undir hvørjum treytum vit kunnu samstarva, sigur sambandsflokkurin í eini yvirlýsing eftir landsfundin. Flokkurin heldur eisini, at fólkaatkvøða eigur at vera í Føroyum í seinasta lagi um fýra ár. Annars fegnast sambandsfólk um úrslitini, sum flokkurin, hevur nátt higartil í valskeiðnum, saman við hinum samgonguflokkunum. – Uttanríkispolitiska heimildarlógin og yvir- tøkulógin eru nýskip- anaruppskot Sambands- floksins í verki, og hesar eru grundarlagið undir politikki samgongunar á tí ríkisrættarliga økinum. Flokkurin vil eisini, at allar fyritøkurnar hjá landinum skulu vera einskildare í seinasta lagi í 2012 Hann tekur eisini undir við tí politiska arbeiðinum, sum er farið í gongd og sum miðjar eftir at geva kvinnum øktan leiklut í politikki. – Veljarin skal sjálvur avgera, hvønn hann velur, men politisku flokkarnir hava ábyrgdina av at virka fyri, at møguleiki altíð er at velja bæði kvinnur og menn. Sambandsfólk halda eisini, at bíðitíðin at fáa viðgerð á sjúkrahúsunum er alt ov long og eigur at verða stytt, soleiðis at hon undir ongum umstøðum verður meira enn 2 mánaðar. Hetta skal gerast við at sjúklingurin fær viðgerð antin innan- ella uttanfyri ríkisfelagsskapin, privat ella alment. Tað merkir, at peningurin skal fylgja sjúklinginum. Somuleiðis heldur flokkurin eisini, at eingin skal verða noyddur út av arbeiðsmarknaðinum tá hann røkkur 67 ára aldri. – Tann einstaki skal sjálvur hava møguleika at velja, nær farið verður út av arbeiðsmarknaðinum. Ætlanin var at lata Smyril bunkra um næturnar fyri at órógva ferðaætlanina sum minst, men tann ætlanin er fyribils slept Smyril Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Smyril sleppur ikki at bunkra olju í Suðuroy. Tað er orsøkin til, at hann herfyri var inni á Sundi og bunkraði tungolju og aftur fer inn á Sund í somu ørindum í morgin. Men hetta hevur báðu ferðina kostað suðuroyingum ein túr ímillum Suðuroynna og Havnina, tí í síðst hann bunkraði, sigldi hann bara eina ferð, har hann eftir ferðaætlanini átti at siglt tveir túrar, sum hann ger hvønn dag. Og tað sama ger seg galdandi í morgin tí tá verður aftur túrurin mitt á degi lagdur burturímillum. Hetta hevur ført við sær, at suðuroyingar hava funnist at, at Smyril ikki bunkrar í Suðuroy, tí so slepst undan at órógva ferðaætlanina. Men tað letur seg ikki gera, tí tað er bara á Sundi, at tað ber til at bunkra tungolju. Tað er SEV, sum eigur tangarnar við tungolju og avtala er so gjørd við elfelagið um at veita Smyrli olju. SEV hevur eisini tangar við tungolju í Vági, men har er goymslan so lítil – Fyri at tryggja suðuroyingum støðugan streym, vildi SEV tí ikki góðtaka at Smyril bunkraði av teirri avmarkaðu nøgdini, sum er á goymsluni í Vági, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum. – Tí verður bunkrað á Sundi, har goymslan er nógv størri. Tá ið Smyril bunkraði á Sundi seinast, varð sagt, at tað var neyðugt at gera hetta í dagsljósi av trygdarávum. Bæði strandferðslan og landsstýrismaðurin í innlendismálum, harmast um, at er neyðugt at órógva siglingina, tá ið Smyril skal bunkra. Tað tekur einar seks tímar at bunkra og ætlanin var at royna at skipa so fyri, at hon órógvar ferðaætlanina minst møguligt. Jacob Vestergaard segði herfyri við Sosialin, at tey tí fara tí at royna at bera so í bandi, at Smyril kann bunkra um náttina. Men tað merkir, at suðuroyingar so fáa ein túr afturat eyka, tann dagin, hann skal bunkra. – Ber tað til at fáa Smyril at bunkra um náttina, fer hann at gera ein seinan kvøldtúr úr Suðuroy til Havnar, áðrenn hann fer inn á Sund at bunkra um náttina. – Ætlanin er so at sigla suður so tíðliga um morgunin eftir sum gjørligt og so aftur norður aftur so at ferðaætlanin verður órógvað sum minst. Men tær sær ikki út til, at tað verður enn, at Smyril fer at bunkra um náttina Regin Vágadal, rakstrar- leiðari á Strandferðsluni, sigur, at tað riggar væl at bunkra um dagin og at tað helst ikki verður broytt. – Skal Smyril bunkra um náttina, kemur Strandferðslan í trupulleikar av manningarreglunum í sambandi við hvílitíð og sostatt er tað ein spurningur um tað letur seg gera. Skal Smyril bunkra um náttina, verður helst neyðugt at broyta ferðaætlanina, so at hann kemur at liggja eina nátt í Havn Hin møguleiki, sum kanska verður kannaður, er at lata Smyril bunkra oftari, men at taka minni hvørja ferð, fyri ikki at órógva ferðaætlanina. Men fyribils verður tað helst so, at Smyril fer a bunkra um dagin og at ein túrur sostatt fer at verða lagdur burtur ímillum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at tað rakar tænastustøðið á suðuroyarleiðini, at Smyril skal bunkra um dagin og tí liggur tað framvegis í kortunum, at hann skal bunkra um náttina, men hann er greiðir yvir, at tað førir eykaútreiðslur við sær. Spennandi val førdi ikki til broytingar Tað var stórur spenningur á landsfundinum í sambands- flokkinum um vikuskiftið, tí hesuferð skuldi fundarfólkið velja ímillum tveir formenn Landsfundur Edvard Joensen Áki Bertholdsen Àhugin fyri lands- fundinum hjá sam- bandsflokkinum um vikuskiftið, var av tí mesta. Men hesuferð var eisini nakað serligt á skránni og tað var, at stríðsval skuldi vera ímillum tveir formenn. Johan Dahl, løgtings- maður úr Suðuroy, bjóðaðu hesuferð for- manninum, Kaj Leo Johannesen av og tað var stórur spenningur um, hvør av teimum fór at vinna. Men tá ið atkvøðurnar vórðu upptaldar, lá Kaj Leo Johannesen omaná. Hann fekk 31 atkvøður og Johan Dahl fekk 21 atkvøður. Sostatt eitur formaður Sambandsfloksins eisini ta næsta árið, Kaj Leo Johannesen. Men meirilutin var ikki so stórur, tí Johan Dahl skuldi bara hava seks atkvøður afturat, so var hann valdur Ætlar at gevast Kaj Leo Johannesen var, sum vera mann, fegin um úrslitið og helt seg hava fingið eina álitisvváttan. Men líka fegin, formaðurin var, lóga vónbrotin av avbjóðarin, sum lá eftirá. Eftir formansvalið kunngjørdi Johan Dahl fyri Portalinum, at hann nú fór at gevast í sambandsflokkinum, men at hann ikki ætlaði sær úr politikki kortini. Meiri vildi hann ikki siga, men men aðrir sambandspolitikarar royndu eyðsýnt at fáa hann at broyta meining. Afturvaldi formaðurin var ovfarin, og helt, at tað er púra vilt at siga so og hann helt ikki, at Johan Dahl kundi meina tað í serliga stórum álvara. Sambandsfólk vilja hava fólkaatkvøðu um ES Sambandsfólk halda, at føroyingar mugu taka støðu til ES áðrenn fýra ár eru farin Smyril sleppur ikki at bunkra í Suðuroy Aftur í morgin bunkrar Smyril olju inni á Sundi og aftur í morgin gleppue ein túrur burtur ímillum í ferðaætlanini. Framyvir verður roynt at skipa so fyri, at hann kann bunkra um náttina. Tað er í øllum førum greitt, at í Suðuroy kann hann ikki bunkra