Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 61 - 27. mars 2006 Sjálvhjálparbólkurin Bót til Bata vil fegin røkka so nógvum kvinnum, sum eru skurðviðgjørdar fyri bróstkrabba, sum til ber. Tí fer bólkurin nú undir at hava opið hús, har hesar kvinnur hava høvi at hittast til eina hugna­ løtu annan hvønn mánað Bót til Bata Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Komandi mikukvøld fer sjálv­hjálparbókurin Bót til Bata undir eitt nýtt til­tak, har kvinnur, ið eru skurð­ viðgjørdar fyri bróst­krabba fáa høvi at hittast til eina hugnaløtu annan hvønn mán­að. Endamálið er at hava eina løtu saman, har møguleiki er fyri at tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp. Í somu støðu Formaðurin í bólkinum, Heidi Hvidbro, sigur, at higar­til hevur verið skipað fyri slíkum løtum einar tvær ferðir um árið, men at tað skjótt vísti seg als ikki at nøkta tørvin hjá hesum kvinnum at hittast og tosa saman. Tí gjørdu tær av at skipa hesar hugnaløturnar munandi meir regluliga. Onkuntíð er okkurt ávíst á skránni, men sum heild verða tað kvinnurnar sjálvar, sum skapað kvøldið og gera av, hvat tosað verður um. – Sjálvt um vit allar hava ella hava havt bróstkrabba, er tað jú so nógv annað, sum fyllir okkara lív, og tí skal tað sjálvandi eisini verða pláss fyri. So vit ímynda okkum eina avslappaða hugnaløtu, har vit tosa um alt frá veður og vind, børn og ommubørn, frítíð, arbeiði ella hvat tað nú skal vera, sigur Heidi. Heidi vísir á, at tað sjálv­ andi er rættiliga ymiskt, hvørj­ar royndir kvinnurnar hava við sjúkuni, og hvønn tørv tær hava at tosa um tað. Men sum heild vísir tað seg, at tær flestu hava sera stóra gleði av at tosa við aðrar kvinn­ur, í somu støðu. Fyri summ­ar er tað serliga tey sálar­ligu árinini, sum fylla nógv, meðan aðrar eru meir upptiknar av teimum krops­ ligu broytingunum, sjúkan og viðgerðin hevur við sær. – Uttan mun til, hvat tank­ arnir snúgva seg mest um, vísir tað seg sum oftast, at tað eru aðrar, sum hava gjørt sær somu tankar. So ba0ra tað at føla, at tú ikki gongur einasmøll við slíkum tankum er oftast ein stór hjálp í sær sjálvum. Ikki minst fyri tær, sum nýliga eru skurðviðgjørdar, sigur Heidi og leggur afturat, at tí vóna tær eisini at síggja fleiri av teimum, sum hava livað við bróstkrabba í nógv ár. – Tað virkar ótrúliga lívs­játt­andi at síggja eina kvinnu, sum fekk staðfest bróst­krabba fyri mongum árum síðani, liva eitt virkið og gott lív uppá allar mátar. Slíkar kvinnur eru tað nógvar av í Føroyum, og vit vóna at síggja onkra av teimum mikukvøldið, sigur Heidi. Ymsar ætlanir Heidi hevur ikki rættiliga tal á, hvussu nógvar kvinnur í Føroyum eru skorðanr fyri bróstkrabba, men tær eru heilt nógvar eftirhondini. Ein av trupulleikunum við at hittast er sjálvandi, at hesar kvinnur eru spjaddar um alt landið. Tí umhugsar bólkurin at skipa fyri hesum hugnaløtum ymsastaðni kring landi framyvir. Enda­ liga ætlanin er ikki løgd enn, men fyribils er greitt, at ein av hesum hugnaløtunum verð­ur í Suðuroy í apríl mán­að. Sum nevnt eru tað kvinn­ urnar sjálvar, sum gera av hvussu kvøldi skal fara fram, men onkra forvitnisliga vitjan kunnu tær tó vænta sær. Til dømis kemur hár- og litráðgevin Lydia Petersen á gátt í mei mánað. Lydia er sera nógv eftirspurd, tá tað ræður um at fáa góð ráð um, hvørjir litir hóska júst tí einstaku kvinnuni best, og hendan møguleikan vilja kvinnurnar í Bót til Bata ikki lata fara framvið. – Ein frísklig útsjónd hevur jú ótrúliga stóran týdn­ing fyri vælveruna sum heild. Og sum kvinnur flest vilja vit sjálvandi eisini taka okkum so væl út, sum til ber, smílist Heidi Hvidbro. Hugnaløtan verður í høl­ unum hjá Føroya Fe­­lag móti Krabbameini á Grøn­­­lands­ vegi 58 í Tórs­havn miku­ kvøldið 29. mars 2006 kl. 19.00. Hevur tú hug at taka lut, vinaliga boða frá í seinasta lagi miku­dag­in 29. mars kl. 15.00 á telefon 317959, 217959 ella 217957, ella í telduposti: krabba­mein@krabbamein.fo Í dag er Altjóða Sjón­ leikadagur. Dag­urin verður hildin um allan heim, mill­ um annað við at sjónleikaboðskapurin ”Ein geisli av vón” verður lisin á pallum, har sýningar eru í kvøld Sjónleikadagur Hvørt ár verður skrivaður ein sjónleikaboðskapur, til tess at gera vart við tann týdning, sjónleikur hevur fyri listina og tað einstaka menniskjað. Tey, ið skriva boðskapin ár undan ári, eru fólk, ið á ein ella annan hátt hava gjørt vart við seg á sjónleikapallinum. Í ár hevur Victor Hugo Rascón-Banda, leikritahøvundur úr Mexico, skrivað henda boðskap. Sjónleikaboðskapurin 2006: Ein geisli av vón Hvør einasti dagur skuldi verið hildin sum Altjóða Sjón­ leikadagur, tí gjøgnum tær seinastu 20 øldirnar hevur sjónleikalogin altíð logað onkustaðni í heiminum. Sjónleikurin hevur altíð verið hóttur av oyðing, ser­ liga sum filmurin, sjónvarpið og nú teir talgildu miðlarnir eru komnir sær fram. Tøkn­ in vann sær frama á pall­i­ num og tók lívið av tí menn­ iskjansliga, og ein roynd varð gjørd at skapa plast- sjónleik, ein roynd at mála við rørslum í staðin fyri tí tal­ aða orðinum. Leikir vórðu settir upp við ongum orðum, ongum ljósi og ongum leikar­ um, har vóru bert eftirgerðir og dukkur við risastórum ljós­effektum. Tøknin royndi at gera fýr­verk og tivoli-undirhald burtur úr sjónleikinum. Nú eru vit vitni til at leikar­ in er á veg aftur á pallin framman fyri áskoðaran. Í dag síggja vit orðini venda aftur til leikpallin. Sjónleikurin hevur havnað fjølsamskiftinum og sæð tess avmarkingar; tvey fólk, ið hyggja í eyguni á hvørjum øðrum, sum skifta kenslur, dreymar og vónir. Leiklistin leggur søgusiganina frá sær og vendir sær móti heim­ spekiligum kjaki. Sjónleikurin rørir, upplýs­ ir, heldur gang, órógvar, lyftir sálina, leggur fram, av­dúkar og brýtur hevd. Hann er ein samrøða við sam­felagið. Sjónleikurin er fyrsta listagreinin, sum burtur úr tómleika, skuggum og tøgn skapar orð, so rørsla, ljós og lív vinnur fram. Sjónleikurin er ein livandi skapningur sum oyðileggur seg sjálvan meðan hann verð­ ur skapaður, men sum kortini altíð rísur úr øskuni. Hann er eitt gandað samskifti, har øll menniskju geva og taka okkurt, ið broytir tey. Sjónleikurin speglar til­ verunnar angist og sýnir fram tey menniskjansligu vil­korini. Tað eru ikki teir, sum hava skapt samfelagið, ið tosa gjøgnum sjónleikin, men samfelagið sjálvt í sín­ um egna tíðarskeiði. Sjónleikurin hevur sjón­ ligar fíggindar, tann vant­andi listarliga útbúgvingin sum forðar børnunum at uppdaga og njóta; fátækradømi, ið legst á heimin og heldur áskoðarafjøldini burtur, og líkasælan hjá stjórnum, ið skuldu framelska. Fyrr tosaðu Gudar og Menn við hvønnannan á pall­in­um, men nú tosa Menn við Menn. Tí má sjónleikurin vera størri og betri enn lívið er. Sjónleikur er trúgvin á tað virði, sum vís orð hava í eini sjúkari verð. Hann er ein ávísing á trúnna uppá menniskjað, sum sjálvt hevur ábyrgd av síni lagnu. Vit noyðast at uppliva sjón­leik um vit skulu skilja, hvat tað er, sum hendir við okkum, um vit skulu fáa onn­ur at skilja pínuna og líðingina rundan um okkum, og eisini um vit skulu síggja ein geisla av vón í okkara dagligu marrudreymum og okkara vónloysi. Leingi livi tey, sum taka lut í sjónleikinum! Leingi livi sjónleikurin! ave Hugnakvøld fyri kvinnur við bróstkrabba Altjóða Sjónleikadagur 2006 Bót til bata er sjálvhjálparbólkur undir Føroya Felag móti Krabbameini. Bólkurin varð stovnaður í 1988 og hevur verið virkin síðan. Í bólkinum eru kvinnur, sum eru skurðviðgjørdar í brósti. Tær hava fingið upplæring í at veita stuðul, vegleiðing og ráð til aðrar kvinnur, ið skulu skurðviðgerast ella eru skurðviðgjørdar fyri krabbamein í brósti. FAKTA Meksikanski leikritahøvund­ urin Victor Hugo Rascón Banda hevur skrivað Sjónleikaboðskapin 2006 Koranin á donskum Í heyst verður mest úbreidda útgávan av Koranini tøk á donskum fyri fyrstu ferð Bókaútgáva Tað er Ellen Wulff, ma. Art í semitiskari filologi og phd. í arabiskum máli og bókmentum, sum í løtuni umsetir Koranin. Um orsøkina til, hví hon átók sær uppgávuna, sigur Wulff millum annað – Bæði politikarar og mus­limar tveita um seg við tilsipingum til Koran­ in, sum ofta als ikki eru rættar. Tí leggi eg eisini stóran dent á at gera eitt innihaldsyvirlit, so fólk beinanvegin kunnu sláa upp, tá pástandirnir fúka gjøgnum luftina. Higartil finst bert ein útgáva av Koranini á donsk­um. Hetta sigst vera ein ringt atkomilig um­set­ ing, sum bert um­fatar av­­mark­aða Ah­mad­diya- vong­in av is­lam. Útgávan, sum nú verð­ ur týdd, er tann sonevnda Cairo-útgávan frá 1924, sum er tann mest útbreidda millum muslimar. Tað er forlagið Vand­ kunsten sum gevur út nýggju týðingina. Bókin kemur út í heyst, men kann longu nú bíleggjast á forlagnum. ave Formaðurin í Bót til Bata ásannar, at tørvurin hjá kvinnum ið eru skurðviðgjørdar fyri bróstkrabba, at hittast er alsamt vaksin. Tí fer bólkurin nú at skipa fyri regluligum hugnaløtum