mánadagur 27. mars 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 27. mars 2006
9
Navnleysur
á fløgu
Tíðindaskriv
Rókur Jákupsson
Jakobsen rokur@
sosialurin.fo
Í dag kemur nýggj fløga
út í sølubúðirnar. Hans
Jacob K. Mouritsen gevur
út fløguna “Navnleysur”,
og talan er um popp/kontri
tónleik av tí góða, gamla
slagnum. Hans Jacob
eigur sjálvur orð og løg
á fløguni sum rúmar 6
føroysk løg.
Luttakandi tónleikarar á
fløguni eru:
Hjalmar Joensen
– Samkór
Jóan Petur Jensen
– Samkór/røddir
Eyðna Mellemgaard
– Røddir
Jan Petersen – El, slide
og kassagittarar
Axel Eysturstein
– Tangentar
Ian Ongamar –
Tangengar, kassagittarar
Og Hans Jacob K.
Mouritsen – Forsangur,
samkór
Ian Onghamar hevur upp
tikið og framleitt útgáv
una, og Axel Eysturstein
hevur framleitt húsan.
Guðrun Sólja
live í Áarstovu
Guðrun Sólja Jacobsen
og guitarleikari hennara,
Henrik Nielsen, fara á pall
í Århus 22. apríl.
Í eina tíð hevur Guðrun
Sólja Jacobsen havt fastan
guitarleikara, danan Hen
rik Nielsen. Tann 22.
apríl fara tey bæði á pall
í Áarstovu, ið er stað hjá
føroyskum útisetum í
Århus.
Guðrun hevur, umframt
at syngja ymsastaðni, eis
ini arbeitt við at skriva
nýggj løg. Guðrun og
Henrik vitjaðu í Føroyum
um jóltíðir og framførdu
tá eisini saman.
Ongin ivi er um, at Høgni
Lisberg er vælumtóktur í
føroyska tónleikaheiminum.
Seinastu 5 vikurnar hevur
Høgni Lisberg ligið á ovastu
rók á 15 teimum bestu. Men
hesa vikuna var tað ameri
kanska songkvinnan Pink
sum skumpaði Høgna til
viks. “Learn To Ride On
Waves” datt oman á 2 pláss á
listanum, og hetta má sigast
at vera spell, tí Høgni hevur
ligið á listanum í 15 vikur,
og tískil dettur hann nú úr
listanum. Sostatt endaði
“Learn To Ride On Waves”
sína herjan á einum 2. plássi
í 15 teimum bestu.
Næstovasti føroyingurin
er Petur Pólson. Huldukenda
lagið “Fremmandur” datt
eitt pláss niður á 3. plássið.
Fløguaktuelli Makrel fóru
eisini bóltandi oman eftir
listan. Við lagnum “Filthy
Tongue” hava teir førka seg
frá einum 4. plássið til eitt
6. pláss.
Hóast “Learn To Ride On
Waves” ikki longur verður at
finna á listanum, so kunnu
áhoyrararnir hjá Høgna ugga
seg við, at hann nú hevur
fingið eitt nýtt lag inn á
listan. Talan er um væl sving
andi lagið “Just Dig” sum
kom beinleiðis inn á eitt 7.
pláss.
Á 12. plássið finna vit
góðu gomlu Villmenn. Vit
teirra “Cyperspace” klatraðu
teir tvey pláss upp eftir listan
um. Og á 14. plássið eru
okkara egnu poppstjørnur úr
Poppkorn at finna. Droymi
Mitt Um Dagin er dottin trý
pláss niðureftir listanum.
Spennandi verður at vita
hvussu fer at gangast í næstu
viku. Bara eitt føroyskt eyka
lag er hesa vikuna, og tað er
H71 sangurin.
Høgni á øðrum plássi
15 tær bestu
1
5
7
1
6 Pink / Stupid Girls
2
1
1
1 15 Høgni Lisberg / Learn To Ride On...
3
2 3
2
4 Petur Pólson / Fremmandur
4
6 2
2 12 Kelly Clarkson / Because of You
5
3 6
3 14 Robbie Williams / Advertising Space
6
4 5
4
3 Makrel / Filthy Tongue
7 (e)
-
7
1 Høgni Lisberg / Just Dig
8
9 9
8
5 Kent / Dom som försvann
9 10 13
9
7 The Pussycat Dolls / Beep
10 7 11
7
4 Black Eyed Peas / Pump It
11 8 10
8
6 Madonna / Sorry
12 14 (e) 12
2 Villmenn / Cyperspace
13 (e)
- 13
1 Pearl Jam / World Wide Suicide
14 11 8
8
9 Poppkorn / Droymi Mitt Um Dagin
15 (e)
- 15
1 Joey Moe / My Last Serenade (e) - - - -
Big City Rock / All Of The Above (e) - - - -
Karmah / Just Be Good To Me (e) - - - -
LL Cool J feat. Jennifer Lopez /... (e) - - - -
Bob Sinclar / Love Generation (e) - - - -
H71 Sangurin /
Vælumtókti fyrilest
urin um fólkanøvn
og navnalóggávu
kemur nú eisini til
Klaksvíkar. Fyri
lesturin hevur verið í
Sandavági, Fuglafirði,
Húsavík, Tórshavn og
nú eisini í Klaksvík.
Fyrilesturin verður
á bókasavninum í
Klaksvík týskvøldið
28. mars kl. 20.
Í fyrilestrinum, sum hevur
heiti “Føroysk fólkanøvn
og føroysk navnalóggáva”
verður greitt frá gongdini í
føroyskari fólkanavnagávu,
síðan fyrsta føroyska fólka
navnalógin kom í gildi í
1992. Við hagtølum verður
m.a. greitt frá, hvussu nógv
eita eittans fornavn, hvussu
nógv eita tvey og hvussu
nógv eita trý fornøvn – tað
mest loyvda talið. Tey 10
mest nýttu mannfólka- og
konufólkanøvnini verða
sýnd. Eisini verður greitt
frá millumnøvnum og eftir
nøvnum. Men fyrst verður
í stuttum greitt frá navna
lógunum báðum, teirri frá
1992 og teirri frá 2002, og
hvørjar danskar lógir vóru
galdandi undan teirri fyrru.
Við lógini frá 1992 varð aftur
loyvt at nýta sum skrásett
eftirnavn tann gamla hátt
at nevna –son ella –dóttir
faðirs síns ella móður. Hetta
navnalag, sum er eldri enn
søgur ganga frá, varð avtikið
her í Føroyum um somu tíð
sum í Danmørk, t.e. við
kongligari dópsfyriskipan
frá 1828 – hon varð sett
í gildi í Føroyum fýra ár
seinni, í 1832. Har stendur
í seinastu grein, at børn
skulu verða doypt við tí
”Stamnavni”, t.e. ættarnavni,
sum tey skulu bera hereftir.
Eins og í Danmørk komu
vanligastu nøvnini at vera
faðirsnavnið hjá pápanum,
sum endaði við –sen. Sagt
verður frá, hvussu nógv
hava tikið undir við hesum
nýggja gamla møguleika.
Nomið verður eisini við
eftirnøvn í sambandi við
giftu, t.e. hvussu nógv hjún
varðveita egna eftirnavn sítt
eftir vígslu ella hvussu nógv
taka eftirnavnið hjá hinum
hjúnafelagnum eftir vígslu.
Anfinnur Johansen er
lektari í málfrøði. Hann er
útbúgvin mag.art í norrønari
málfrøði frá Universitetinum
í Keypmannahavn. Anfinnur
hevur verið formaður í navna
nevndini seinastu nógvu
árini
Fyrilesturin er sjey og
fjørutiundi í røðini Setrið
á ferð. Røðin verður skip
að í samstarvi millum
Fróðskaparsetur Føroya,
Føroya Fróðskaparfelag
og kunningarstovurnar í
Suðuroy, á Sandi, í Vágum,
í Fuglafirði og mentanar
deildini
á
Klaksvíkar
Býráð.
Setrið á ferð: Almennur
fyrilestur í Klaksvík
Í kjalarvørrinum av kjak
inum um Muhammed tekn
ingarnar, verður ein viðkom
andi fyrilestur í Miðla
húsinum í kvøld klokkan
19.30. Danin Børge Schantz
er prestur og trúboðari. Hann
kemur til Føroya at halda
fyrilestur um viðurskiftini
millum vesturheimin og
arabiska heimin.
Tað er Adventskirkjan
sum skipar fyri tiltakinum.
Talan er um eina røð
uppá fýra fyrilestrar, og
tann fyrsti verður so í kvøld
í Miðlahúsinum. Børge
Schantz fer at m.a. at umrøða
profetin Muhammed, truplu
samveruna millum kristin og
muslimar, og kreppustøður
sum ikki slepst undan. Eitt
nú verða tær nógv umrøddu
Muhammed tekningarnar í
Jyllands Posten umrøddar.
“Okkara kristna grund
støði í tí trúarligu avbjóðing,
sum er komin av Muhammed
tekningunum, hevur eftir
mínum tykki ikki fingið tað
rúm, sum tað átti í hesum
kjaki”, sigur Børge Schantz
millum annað í vikuskiftis
Sosialinum.
Í fyrsta fyrilestrinum
verður evnið profeturin
Muhammed. Børge Schantz
fer her m.a. at røða um sam
tíð, lív og hjúnalagið hjá
Muhammed.
Tiltakið er ókeypis.
Spennandi fyrilesturverður
í Miðlahúsinum
Jens Wilhelm Danielsen Børge Schantz