mánadagur 27. mars 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 61 - 27. mars 2006
Eftir at Sovjetsamveldið datt
sundur, gjørdust fyrrverandi
kommunisku londini eitt
gott mál fyri vesturlensku
vælferðarlæruni, sonevndu
dýrdarguðfrøðini. Tey áður
kúgaðu kristnu í gamla
Sovjet, stóðu spyrjandi hvat
hetta var fyri læra, ið m.a.
hevði sum herróp, at hevði
tú ta ávísu nøgdina av trúgv,
varð tú grøddur fyri allar
sjúkur, umframt at tú gjørdist
ríkur. Í tí eystureuropeisku
kirkjuni skiltu tey einki
av hesum. Royndirnar
høvdu lært tey tað øvugta.
Frísk kristin vóru kastaði í
fangahús. Doyðu tey ikki í
fongslinum, so komu tey út
aftur haðani sum sálarligir
ella likamsligir kriplingar.
Høvdu tey gott arbeiðið,
mistu tey tað, tí at tey høvdu
tikið við kristnari trúgv.
Mong vóru noydd at gevast
við síni útbúgving. Tey ríku
gjørdust fátæk vegna teirra
kristnu trúgv.
Nú kemur so aftur ein
áheitan á vesturheimin frá
kristnum leiðarum í Russlandi
móti einum nýggjum vanda.
Í seinast útkomna norska
bóklinginum ”SHOFAR”,
sum kemur út fýra ferðir
árliga, verður eitt bræv end
urgivið. Tað eru Peter Peters
og Vasilij Ryzhuk, ið eru
ávikavis leiðari og elsti í tí
ikki-skrásettu kirkjuunióni
í Moskva, sum í ráðaloysi
hava sent tað út frá teimum
kristnu í landinum, sum
vera plága av vesturlendska
popptónleikinum. Í brævin
um stendur:
”Í tríatí ár hava vit knógva
undir einari intensivari for
fylging, og nú elvir frælsið
til nýggjar líðingar í kirkju
okkara, í formi av rokk
tónleiki, sum kristin í USA
senda higar tá ið tey senda
trúboðarar til okkara saman
við stórum rokkbólkum.
Okkara ungu taka ikki lut í
slíkum tiltøkum, tí vit hava
givið lyfti um ongantíð at lut
taka í verðslinum njótingum.
Men tað kennist sum ein
tung byrða, at mong koma
hendan vegin við bíbliuni
á lofti og blanda hana uppí
rokktónleikin, og vit skamm
ast at kristindómurin ber
seg soleiðis at. Ikki vita vit
hvussu vit skulu málbera
okkum tá ið vit bøna tykk
um um at halda uppat við
hesum. Her skýggja vit tann
kristiliga rokktónleikin, sum
nú verður førdur inn í land
okkara.
Rokktónleikurin hevur
einki felags við tænastuna
fyri Guð, og vit seta okk
um avgjørt ímóti at tey
kristnu í USA føra inn hesa
avskeplaðu myndina av evan
geliinum. Tað ið okkum
tørvar, er andalig føði. Tí
biðja vit tykkum: – gevi okk
um hitt sanna breyðið – ikki
súrdeiggið!
Vit vita væl, at rokktón
leikurin dregur stóra fjøld
av menniskjum í kirkjurnar,
men tað førir ikki til eitt lív í
guðsótta. Í 11 ár hava vit sitið
í fongsli fyri trúgv okkara.
Vit fingu ikki loyvið at lurta
eftir kristnum sálmasangi,
men rokktónleikurin var
brúktur sum vápn móti okk
um – hann var spældur dag
og nátt fyri at bróta niður
okkara
mótstøðumegi.
Úthaldni í bøn og føstu var
okkara einasta bjarging fyri
ikki at hokna undir.
Nú liva vit í eini tíð har
opinleikin er størri, og vit
vera ikki longur tveitt í fong
sul, men nú eru tað ístaðin
tey kristnu ú USA, sum
plága okkum, tey smitta og
dálka tey ungu, og vaksin
við.
Vit, bæði leiðarar og kirkju
liðið í teirri ikki-skrásettu
kirkjuuniónini, hon, ið áður
var nevnd, hin forfylgda
kirkjan, eru samd um, ikki
undir nøkrum formi at geva
rokktónleikinum loyvið at
koma inn í okkara kirkjur,
og vit áminna tykkum nú
so sterkt sum vit kunnu, at
lurta eftir okkum, og ráða
tykkum til at halda tykkum
langt burtur frá slíkum formi
fyri tónleiki, og ikki at hava
hann við inn í land okkara.
Vanhalgi ikki okkara ungu
á slíkan hátt. Sjálvt tey, sum
ikki trúgva, vita at hetta er
ikki kristin tónleikur, og tey
skilja heldur ikki hvussu
tey kristnu í USA kunnu
vera so verðslig. Vit kunnu
eisini fortelja tykkum, at tá
ið fólk í landi okkara, sum
ikki trúgva, hava verið á
slíkum konsertum, har bíbli
an eisini var havd á lofti, so
eru tey farin sera vónsvikin
út aftur, vónbrotin av kristin
dóminum.
Hesin tónleikur er tónleik
ur frá helviti og vit heita á
tykkum øll í USA um ikki
at lata pening til at slíkar
konsertir verða hildnar í
Russlandi. Vit vilja ikki hava
nakað annað enn sannan
kristnan sang og tónleik í
kirkjum okkara. Øll vit, ið
hava ábyrd í kirkjuni, hava
verið samd um at gera hesa
samtykt”.
Hevði leiðslan í vestur
europeiskum kirkjum og sam
komum, eisini í Føroyum,
havt verið líka árvakin og
kent sína ábyrd líkt kristnu
leiðarunum í Russlandi, tá
høvdu vit ikki verið endaði
har vit eru, nú fólk ikki long
ur duga taka dagar ímillum
hvat er verðsligur og hvat
er andaligur sangur og
tónleikur. Verðsligi andin
hevur fingið yvirræðið, og
í átrúnaðaðarliga rúsinum
og fløkjuni, eru tey fá, sum
leggja í ella megna at skera
ígjøgnum her. Eingin torir
tað heldur.
Fyri at endurgeva eina
unga føroyska gentu: ”Eg
gangi bæði á diskotek og til
kristiligar konsertir, tí tað er
eingin munur”.
Hóast gitingar gingu í krókunum allan fríggjadagin
um, at Johan Dahl tingmaður sambandsfloksins í
Suðuroynni fór at koppa verandi formanninum Kai
Leo Johannesen av formanssesssinum, so gjørdist hetta
ikki endin. Tvørturímóti vann Kai Leo Johannesen
ein tryggan sigur við meira enn 10 atkvøðum á avbjóð
aranum.
Johan Dahl hevur ført fram eitt nú her í blaðnum, at
brúk er fyri einum formanni, sum gevur flokkinum
størri profil tvs. ger flokkin meira sjónligan í kjaki
num. Hetta hevur hann helst rætt í, men tað er eisini
ein sannleiki við modifikatiónum. Tí í og við at Sam
bandsflokkurin hevur lagt gomlu sambandslinjuna
á hillina ella heilt lagt hana aftur um seg, so hevur
flokkurin eisini brúk fyri at vinna tíð til at finna seg
sjálvan í tí nýggja leiklutinum, sum ein flokkur, ið
roynir at liggja tættari miðjuni, tá tað snýr seg um
sjálvstýrispolitikkin.
Avbjóðarin átti eisini at vitað, at sambandsfólk hava
ikki lindi til at skifta støðu uttan víðari. Og tá verandi
formaður bert hevði roynt seg í avmarkaða tíð, so hava
uttan iva mong teirra hildið, at hann átti at sleppa
at royna, hvat hann dugur til, og tað vil siga at føra
flokkin gjøgnum eitt val. Nú kann tað sjálvandi vera,
at Johan Dahl fær rætt, tá avtornar, tvs. at fer flokkurin
at fáa eitt ringt val, so ber til at skjóta ábyrgdina á
formannin. Hinvegin kann eisini henda, at flokkurin
fer at fáa eitt gott val uttan mun til, hvør formaðurin
er, tí flokkurin hevur fingið aðrar at profilera seg enn
bert leiðsluna, og her verður serstakliga hugsað um
fíggjarmálaráðharran, sum hevur víst gott hegni og
at duga væl at umboða flokkin.
At Johan Dahl nú hevur gjørt av at kvitta við flokkin
og hevur tikið seg úr tingmanningini má sigast at vera
eitt sera drastiskt stig, tí mótvegis sínum veljarum
hevur hann eina stóra ábyrgd, tó at tingmaðurin er
suverenur. Men er tað so, at tað, sum Johan Dahl
stendur fyri, og tað hann vil í politikki, ikki samsvarar
við leiklutin hjá flokkinum og verandi formanni, so
ber til at skilja hann. Ein kann so spyrja, hví hann ikki
bíðaði og tók seg aftur til komandi val!
Hvussu og ikki so er eisini greitt, at Johan Dahl við
sínum oftani sera avgjørdu meiningum hevur verið við
til at gera føroyskan politikk meira sjónligan. Er tað
so, at hann fer at taka seg úr politikki, so kunnu vit
bert siga, at tað verður saknur í hansara rødd og eisini
mangan áhugaverdu meiningum. Og at tað eisini fyri
Sambandsflokkin verður ein missur at skulla missa
hesa so eyðkendu rødd á tingi. Um alt hetta rumblið
fer at hava nakra ávirkan á samgongustevið er ikki
greitt, men neyvan fer tað tað. Spurningurin er so í
hvønn mun hann kann halda fram í ábyrgdarsessum so
sum formansessinum í Uttanlandsnevndini. Áhugvert
verður at fylgja gongdini komandi tíðina.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Sambandsvalið
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
USA plágar tey kristnu í Russlandi
við rokktónleiki
John S.
Myllhamar