mánadagur 27. mars 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 27. mars 2006
11
Eftir at hava hoyrt fram
søgumenn tingflokkanna í
Útvarpinum sagt frá teirra
hugsanum um omanfyri
nevnda lógarup pskot, og
serliga støðutakanina til
Arbeiðsloysisskipanina,
havi eg eina ferð afturat lisið
lógarup pskotið ígjøgnum.
Sjálvt um upp
skotið inni
heldur nakrar ásetingar, sum
í sjálvum sær eru skilagóðar,
so dugi eg ikki at síggja nakað
nýtt av týdningi í up pskotin
um. Næstan alt, sum stendur
har, er antin við í aðrari lóg
gávu frammanundan ella
í fastlagdari praksis. Tí er
meginparturin av lógarupp
skotinum óneyðugt.
Einasta nýggja er tað,
sum hevur vakt ávísa øsing,
nevniliga definitiónin av
skatti og spu rningurin um
ymiskir grunnar skulu við
á fíggjarlógina. Sum eg
skrivaði í grein her fyri, er tað
mín upp
fatan, at fyribrigdið
skattur ikki er rætt definerað
í upp
skotinum. Tað eigur at
vera loyvt at upp
krevja gjøld,
sum bert eru ætlað til serligt
endamál, uttan at definerað
tey sum skatt og harvið flyta
tey inn á fíggjarlógina. Tí
eigur einki at vera til hindurs
fyri, at ALS, Samhaldsfasti,
Barsilskipanin v.m. kunnu
vera sjálvstøðugar skipanir
við egnari umsiting, leiðslu,
nevnd v.m., um inntøkur og
útreiðslur hjá viðkomandi
skipan bert fylgja endamál
inum hjá skipanini.
Tað at flyta inntøkurnar
hjá hesum skipanum til
fíggjarlógina (landskassan)
og síðani útaftur beinanveg
in gevur onga sum helst
meining. Vandin fyri at
“gloyma” at flyta inntøk
ur nar út aftur er helst ikki
so stórur at byrja við, men
tá ið mannagongdin er for
maliserað á hendan hátt,
kann freistingin til at broyta
koma við tíðini. Vit minnast
í øllum førum, hvussu var
við fólkapensiónsgjøldunum
í síni tíð (í 60unum). Tað
gingu bert fá ár, so vórðu tey
avtikin og løgd saman við
vanliga skattinum, og fólka
pensiónin gjørdist ein vanlig
almenn útreiðsla.
Latið tí tær her nevndu
skipanir, og kanska onkrar
aðrar við, virka sum tær gera,
og lat tær bara mennast upp
aftur meira. So leingi sum
so týðandi samfelagsbólkar
sum partarnir á arbeiðs
marknaðinum klára at stíla
fyri, er eingin orsøk til polit
iska uppí legging. Og lat bara
lógarup pskotið um landsins
játtanarskipan fáa eina endur
skoðan og bíða til næstu ting
setu.
Lóg um játtanarskipan
Jógvan
Sundstein
VIÐMERKINGAR
Fríggjadagin vitjaðu
Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn og
Jens Marius Poulsen,
kommunustjóri nýggja
yvirborgarstjóran í
Keypmannahavn, Ritt
Bjerregaard. Heðin
Mortensen beyð henna
á vitjan í Havn, og hon
tók av
VITJAN
Á heimferðini frá borgar
stjórafundi í Oslo legði
Heðin Mortensen, borgar
stjóri í Tórshavn, leiðina
inn á Ráðhúsið í Keyp
mannahavn til Ritt Bjerre
gaard,
yvirborgarstjóra
í Keypmannahavn, har
hann saman við komm
unus tjóranum Jens Marius
Poulsen hevði fund seinna
part fríggjadagin 24. mars.
Ritt Bjerregaard tók við
starvinum sum yvirborgar
stjóri tann 1. januar 2006.
Hon var blíð og týð, og varð
prátað um leyst og fast, bæði
um politik og kommunumál
av felags áhuga.
Ritt Bjerregaard greiddi
frá, at hon hevði verið í Før
oyum sum ministari, og tók
hon væl ímóti innbjóðing
frá borgarstjórarnum um
at koma til Tórshavnar
Kommunu á vitjan.
Samstundis var høvi til
at vitja forvitnisliga fram
sýning hjá Nordatlanten,
sum í hesum døgum er á
Ráðhúsinum. 20 føroysk
listafólk sýna fram har, líka
frá málningalist, klædnasnið,
leirlist til træskurð.
Ritt Bjerregaard, yvirborgarstjóri í Keypmannahavn og Heðin
Mortensen borgarstjóri í Havn
Ritt tók av innbjóðing frá Heðini