Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 61 - 27. mars 2006 ÚTLAND Har eysturi í Etiopia hava fornfrøðingar funnið ein skølt, sum hvørki er av fólki ella apu, siga teir. Fornfrøðingarnir halda í fyrsta umfari, at skølturin stavar frá tí, sum higartil hevur verið kallað „the missing link“ - tað vil siga millumliðið ímillum apu og fólk, og teir halda, at hesi hava hildið til í Afrika fyri 500.000 til 250.000 árum síðani. Sileshi Semaw, sum hevur staðið á odda fyri útgrevstrinum, sigur við sjónvarpið CNN, at skølt­ urin líkiast nógv ein­um mannaskølti. Um­framt skøltin funnu forn­ frøðingarnir ymisk amboð úr steini og sreinrunnar leivdir av ymsum djórum so sum fílum, antilopum og zebra. Altjóða krígsbrots­manna­ dóm­stólurin í Sierra Leone krevur nú, at myndug­ leikarnir í Nigeria skulu handtaka fyrrverandi liber­iska forsetan Charles Taylor, so hann kann koma fyri rættin. Charles Taylor býr í útlegd í Nigeria, men dóm­stólurin vil hava hann handtiknan, tí hann stúrir fyri, at Taylor skal fara til okkurt annað land at fjala seg fyri at sleppa undan rættarsókn. Sum skilst er nigeriska stjórnin ikki serliga fegin um áheitanina, men hon hevur kortini sagt seg vera sinnaða at útflýggja fyrrverandi forsetan. Charles Taylor er skuld­ settur fyri at hava byrjað borgarakríggið í Liberia, sum vardi í 14 ár, og sum kostaði nógv mannalív. Har­ umframt er hann skuldsettur fyri at hava givið ungum dreingjum og gentum boð um at gera hertænastu, og hann skal eisini hava givið heri sínum boð um at gera seg inn á grannalandið Sierra Leone. Abdur Rahman, sum er drig­in fyri rættin í Afgh­an­ istan, tí hann hevur tikið við kristnari trúgv, skal nú mentalkannast. Tað avgjørdi dómarin í málinum í gjár, eftir at hann hevði vrakað tilfarið, sum ákæruvaldið hevði lagt fram í rættinum. Sam­ bært dómaranum er tað ein spurningur, um tann ákærdi er egnaður at møta í rætt­ inum, og harafturat er tað eisini ein spurningur, hvønn tjóðskap hann hevur. Abdur Rahman hevur búð 16 ár uttanlands, og hann skal hava tikið við kristnari trúgv, tá hann eitt tíðarskeið búði í Týsklandi, skrivar AP. Eygleiðarar siga, at verður Abdur Rahman lýstur sinnissjúkur, er tað uttan iva ein roynd hjá afghonsku myndugleikunum at sleppa undan at draga hann í rættin. USA og fleiri avropeisk lond hava mótmælt, at hann er drigin fyri rættin, tí hann hevur tikið við kristnari trúgv, og tey hava lagt trýst á Hamid Karzai, forseta fyri at fáa hann at veita manninum grið. Nógvir afghanar halda, at Abdur Rahman skal revsast sambært teimum strongu sharia-lógunum, og revsingin fyri at venda sær frá Islam er deyðadómur. Nógvir pólendingar verða bidnir um at koma til Svøríkis at arbeiða, men tá teir koma hagar, verða teir tvingaðir til at fremja innbrot. Tað skrivar blaðið Sydsvenskan. Í seinastuni hevur blaðið kannað upplýsingar frá sak­ førarum, dómarum, ákæru­ valdinum og løgregluni, og niðurstøðan hjá blaðnum er, at bara á Malmö-leiðini eru meiri enn hundrað dømi um, at pólendingar verða noyddir at arbeiða sum innbrotsmenn og tjóvar. Talan er snøgt sagt um eitt nýtt slag av mannahandli, skrivar Sydsvenskan. Í síðstu viku vóru fimm dømi av hesum slagnum í Malmö. Sum skilst eru tað serliga fólk úr tí fátæka partinum av Pólandi, sum verða lumpað til Svøríkis við lyfti um arbeiði og bústað. Men sannleikin vísir seg skjótt at vera ein heilt annar. Flokkurin hjá mann­inum, sum var ímyndin av kollveltingini í Ukraina, fekk bara 15 prosent av atkvøðunum á valinum í gjár Ukraina Árni Joensen fartekst@mail.dk Viktor Jusjtjenko er ikki so væl umtóktur í Ukraina sum undan kollveltingini. Á valinum í gjár fekk flokk­ur hansara bara 15 pro­sent av atkvøðunum og er nú bara tann triðistørsti. Gamli erkafíggindi hansara, Victor Janukovitj, hevði har­afturímóti eitt gott val, tí flokkur hansara fekk 33 prosent og er nú tann størsti. Men Jusjtjenko og hansara stuðlar varðveita kortini stjórnarvaldið takkað verði tí góða úrslitinum hjá flokkinum Blok Timosjenko. Flokkurin hevur navn eftir stovnaranum Julia Timo­sjenko, sum gjørdist for­sætisráðharri aftan á kollveltingina, men varð koyrd frá í september í fjør. Stutt eftir stovnaði hon sín egna flokk, sum fekk 22,5 prosent av atkvøðunum á valinum í gjár. Í morgun varð fráboðað, at tann 45 ára gamla Julia Timosjenko verður aftur forsætisráðharri í Ukraina við stuðuli frá sínum egna flokki, flokkinum hjá Jusjt­ jenko og sosialistiska flokk­ inum. Teir tríggir flokkarnir hava 250 av teimum 450 tinglimunum. Eygleiðarar í Kiev siga, at tann komandi stjórnin fer uttan iva at halda fram við arbeiðinum at flyta Ukraina nærri Evropa. Ísraelsmenn vilja hava framburð, og tí fer Kadimah at vinna tjóðartingsvalið í morgin Ísrael Árni Joensen fartekst@mail.dk Í Ísrael er lítil og eingin ivi um, at Kadimah-flokkurin hjá Ariel Sharon verður tann stóri sigursharrin á valinum í morgin, og at tann gamli avbjóðarin hjá Sharon, Benjamin Netanyahu, verður tann stóri taparin. Tann seinasta veljara­kann­ ingin undan valinum varð kunngjørd í gjár. Eftir henni fær Kadimah 34 av teimum 120 sessunum í tinginum, Arbeiðaraflokkurin fær 19 umboð á ting og Likud 12. Heldur kanningin, verður Likud bara fjórðistørstur aftan á valið, tí kanningin gevur høgraflokkinum Yisra­ el Beitenu 15 tinglimir. Formaðurin í Likud, Benja­ min Netanyahu, verður so­statt tann stóri taparin. Undir valstríðnum hevur hann lagt dent á trygdina hjá ísraelska fólkinum, nú Hamas situr við valdið í teimum palestinsku økj­unum, men sambært eygleiðarunum hevur trygdin ikki tann størsta áhugan longur. Ísraelsmenn leggja nú størri dent á búskapin og vælferðina, og tí leita nógvir veljarar inn ímóti miðjuni, siga teir. Fyrimunir Tað kemur serliga Kadimah til góðar, men flokkurin fær eisini ágóða av, at nógvir ísraelsmenn vilja nýta høvi at takka stovnara floksins, Ariel Sharon, fyri trúgva tænastu. Men virkandi forsætis­ráð­ harrin, Ehud Olmert, skal held­ur ikki undirmetast. Hann hevur verið uppi í ísraelskum politikki í sam­full 42 ár, og í tíggju ár var hann borgarstjóri í Jerusalem. Hann hevur eis­ini tann fyrimun fram um hin­­ar floksformenninar, at hon­um nýtist ikki at hugsa um inn­ anhýsis kapping í flokk­inum. Ein av teimum fremstu politisku viðmerkjarunum í Ísrael, Shalom Yerushaimi, sig­ur við Aftenposten, at tað er eitt afturat, sum ger, at Kadimah og Ehud Ol­­mert fara at vinna valið í morgin. – Flokkurin hevur stjórnar­ vald­ið, og ísraelsmonnum dámar ikki broytingar, sigur hann. Hvørki fólk ella apa Hann skal fyri rættin Skal mentalkannast Illgruni um mannahandil Olmert vinnur í morgin Ehud Olmert kann kenna seg vísan í at vinna ísraelska tjóðartingsvalið í morgin Jusjtjenko stóri taparin Viktor Jusjtjenko, forseti, hevur ikki hildið lyftini frá kollveltingardøgunum, og tí vendu nógvir ukrainar flokki hansara bakið