Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 27. mars 2006 13 Eitt skip er komið á Klaksvíkina úr Noregi við 3.500 tonsum av skervi, sum skal leggjast í vegøkslina í Norðoyatunlinum Klaksvík Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Rúgvan av kervi er stór, har hon liggur á økinum í Klaksvíkini, sum eitt nú er planerað til handilsmiðstøð í býnum. Heri Hammer, býar­verk­ frøðingur í Klaksvík, sigur, at skervurin skal leggj­ast út í vegøkslina í Norð­oya­ tunlinum. – Eg havi skilt, at talan er um tilsamans 3.500 tons av skervi, sum tilsamans fylla eini 2.000 rúmmetrar. Býarverkfrøðingurin veit at siga, at skerv­ur­in verð­ur lagdur út í veg­øksl­ ina gjøgnum allan Norð­oya­ tunnilin. Vit spurdu eisini Hera Hamm­er, sum situr í nevnd­ ini fyri Norð­oya­tunnilin, um tíð­in fyri upplatingini av tunl­in­um fer at halda. – Jú, tað havi eg skilt, at hon fer. Soleiðis er líkt til, at alt gongur eftir ætlan, og at koyr­andi verður undir Leir­ víksfirði leygardagin, 29. apríl. – Um alla komm­un­ una verður arbeitt við at snøgga og fríðka, og tá ið Norð­ oya­tunnilin letur upp, verður býurin reinur og nossligur, sigur borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacob­ sen Klaksvík Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í Klaksvík hendir nógv í hesum døgum, nú tíðin til Norðoyatunnilin letur upp, rættiliga er farin at styttast. Leygardagin, 29. apríl, verður latið upp fyri størsta frambrotinum í føroyska samferðslukervinum, og tá verður koyrandi heilt úr Gásadali í Vágum norður til Viðareiðis á Viðoynni. Gestsins eyga Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Steinbjørn O. Ja­cob­sen, sigur, at tey ar­ beiða rættiliga hart um dag­ ar­nar við at fríðka um býin. – Vit arbeiða víða um við at snøgga og fríðka, og tá ið Norðoyatunnilin letur upp, verður býurin reinur og nossligur. Hann vísir á orðafellið, at ”gløgt er gestsins eyga”, og tí leggur kommunan stóran dent á, at býurin er reinur, ruddiligur og nossligur, tá ið tunnilin letur upp, og fólk fara at stevna norður um Leir­víksfjørð – undir hav­ botninum. – Kavin, sum lá nakrar dagar herfyri, tarnaði okkum í hesum arbeiði, men nú er tátt aftur, og fríðkingararbeiðið er í gongd aftur. Ruddingardagar Borgarstjórin veit at siga, at kommunan fer at skipa fyri tveimum ruddingardøgum í næstum. Hvørjir hesir dag­ ar verða, fer kommunan ætl­andi at taka støðu til í morgin. – Vit fara at skipa fyri tveimum ruddingardøgum – einum degi, har vit fara at eggja vinnuni til at taka upp rundan um virkir og bygningar og einum degi, har privatfólkum verður eggjað at taka upp rundan um húsini og privatar ognir. Steinbjørn sigur, at tað verður kommunan, sum fer at samskipa hesar dagar og syrgja fyri, at virkir og einstaklingar sleppa av við órudd og burturkast. – Í nógvum kommunum og bygdum kring landið liggur nógv og sløðist, og tað er ikki altíð, at fólk hugsa um, hvussu út sær. Klaksvíkin er einki undantak í so máta. Steinbjørn O. Jacobsen sigur, at hann kundi hugsað sær, at øll kommunan – og hvør einstakur borgari í komm­ununi – tekur eina hond í, nú Klaksvíkar komm­ una fer at skipa fyri rudd­ ingar­døgum. – Nógv av okkum hugsa kanska ikki so nógv um, hvussu út sær rundan um okkum, tí vit eru í hesum umhvørvi hvønn dag. Men gesturin sær tað, sum vit ikki síggja. Nú Norðoyatunnilin letur upp, vilja vit, at býurin er ”reinur og fríður”, sum borgarstjórin tekur til. Skip er komið úr Noregi við 3.500 tonsum av skervi, sum nú verða koyrd út í Norðoyatunnilin. Alt tilfarið verður lagt út í vegøkslina í tunlinum Mynd: Anna V. Ellingsgaard Klaksvíkar býur ruddast og snøggast Klaksvíkin er vøkur, og nú kommunan av álvara er farin undir at snøgga, frýðka og rudda, verður Klaksvíkin uppaftur vakrari. – Tá ið Norðoyatunnilin letur upp, verður Klaksvíkar býur ”reinur og fríður”, sigur borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen Mynd: Vilmund Jacobsen Hundavenjing Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað vóru tey, sum hildu, at eitt hvørt var á vási í Klaksvík í morgun, tá ið løgreglumenn úr Havnini stevndu norður til Klaksvíkar við hundum. Men á løgreglustøðini í Klaksvík verður sagt, at soleiðis er ikki. – Løgreglumenninir eru bert komnir norður higar at venja sínar hundar. Sagt verður, at skipað verð­ur javnan fyri hunda­ venj­ingum, og tað er ikki alt­íð, at hesar venjingar eru í høvuðsstaðnum, hóast allir hundarnir, sum løg­reglu­ menn hava, eru í Havn. – Tað kann jú vera gott fyri hundarnar, at teir eisini sleppa at anda luft í seg aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum. Á løgreglustøðini í Klaks­ vík siga tey, at einir 5-6 hundar komu norður um Leir­víksfjørð í morgun, og til hvønn hundin er ein løgreglumaður. – Venjingarnar fevna um nakrar dagar, og hundarnir verða vandir til tað, sum teir vanliga verða brúkti til. Tá ið venjingarnar eru lidnar, fara løgreglumenn og hundar suð­ ur aftur um fjørðin. Løgreglumenn eiga hundarnar Tað er ikki soleiðis, at løg­ reglan eigur hundarnar, men løgreglumenninir sjálvir. – At løgreglumenn hava hundar, er soleiðis eisini at egnum áhuga. Teir hava sínar hundar heima við hús, har teir fáa neyðugu røkt­ ina, og tá ið teir so eru til arbeiðis, hava teir hundarnar við sær. – Á løgreglustøðini í Klaks­vík siga tey, at við í venjingini eru eisini hundar, sum eru góðkendir til at tevja hasj og onnur rúsandi evni. – Neyðugt er, at førleikin hjá hundunum verður hild­ in við líka, og tí verður reglu­liga skipað fyri slíkum venjingum, siga tey. Tað hevur annars verið friðarligt í Klaksvík um viku­ skifti, men onkur innbrot og herverk hava verið, veit løg­ reglan í Klaksvík at siga. Løgreglan hunda- venjing í Klaksvík