Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 61 - 27. mars 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sunnukvøldið 26. mars fekk Frelsunarherurin ein gávukekk upp á 150.000 krónur frá tvíburabrøðrunum Marnar og Árna Andrea­sen, ið var tað, sum kom inn fyri stuð­ ulsfløguna, teir góvu út fyri ólavsøku í fjør Gáva Á sangmøti í Frelsunar­ her­inum sunnukvøldið hand­aðu brøðurnir Marnar og Árni Andreasen ein gávu­kekk upp á 150.000 krónur til Frelsunarherin og Herbergið. Tá kekkurin varð hand­aður, segði Marnar Andreasen m.a.: “Fyri ólav­søku í fjør góvu vit fløgu út við andaligum sang­um, ið vit hava lært í Frelsunarherinum, har vit sjálvir hava slitið okkara barnaskógvar og fingið okkara tónlistagávur. Við hesi fløguútgávu vón­ aðu vit, at vit kundu bera nak­ að aftur til ta samkomu, sum ríkaði mangar ógloymandi barnadagar í miðbýnum í Havn. Vit avgjørdu, tá fløgan kom út, at allur peningurin sum kom inn, skuldi fara óskerdur til andaliga og sosiala arbeiði, ið Frels­ unarherurin stendur fyri. Vit vilja takka teimum mongu, sum á ymsan hátt hava stuðlað okkum, so at hetta lat seg gera. Vit hava avgjørt at býti av hesum kekki verður soleiðis at Frels­ unarherurin fær tveir triðingar og Herbergið ein triðing”. Sámal Jákup Joensen, sam­ komu- og økisleiðari, takkaði vegna Frelsunar­herin fyri hesa stórfingnu gávu, sum Marnar og Árni sjálvbodnir høvdu givið. Hann segði m.a. at peningagávan til Frelsunarherin fer óskerd til nýggjar sangbøkur, sum stórur tørvur er á í løtuni, og stórur tørvur er eisini á stuðli til Herbergið. 150.000 til Frelsunarherin Gávukekkurin verður handaður, f.v.: Marnar Andreasen, Niels Edvard Olsen, dagligur leiðari á Herberginum, Sámal Jákup Joensen, samkomu- og økisleiðari hjá Frelsunarherinum, og Árni Andreasen Mynd: Álvur Haraldsen Tíðindaskriv Postverk Føroya, Frí­merkja­ deildin, letur upp framsýning í Smiðjuni hósdagin 30. mars kl. 14. Á framsýningini verða klipp­­ini, sum Vígdis Sig­ munds­­dóttir hevur gjørt, sýnd fram. Vígdis verður til staðar, tá framsýningin letur upp. Framsýningin er opin til 4. apríl, allar dagar frá kl. 14-18. Frímerkjadeildin í Smiðjuni Dagurin í morgin 28. mars. Eustachius, deyður umleið ár 625. Abbati í kleystrinum Luxeuil í Fraklandi. Victor Danielsen varð føddur hendan dagin í 1894 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra kona, mamma, vermamma og omma okkara Hannelina Joensen frá Gjógv andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 24. mars, 68 ára gomul. Bønarhald verður á kapellinum á Landssjúkrahúsinum mánadagin kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Gjáar kirkju týsdagin kl. 13.00. Erling Oda, Jørgin, Hannelina, Elsa og Erling Tey, ið ynskja at minnast Hannelinu kunnu lata eina peningagávu til Gjáar kirkju konto í peningastovnunum. Kunngjørt verður at kæri beiggi okkara Petur Skaalum ættaður úr Vági andaðist í heimi sínum í Mariager 25. mars 2006. Halgir, Bjarni, Helena og Gunda Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæra kona, mamma, vermamma, omma, langomma, dóttir og systir okkara Petrea Jacobsen andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum á Landssjúkrahúsinum, sum vóru um hana, tøkk til øll tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu til við jarðarferðina. Tøkk fyri blómur og peningagávur til Felagið Fyri Krabbamein. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartaliga tøkk øll somul. Poli og børnini, mamma og systkin Lisa Haraldsen, Sørvágur, andaðist í heiminum, leygarkvøldið 25.mars, 71 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Sørvágs kirkju, týsdagin kl. 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Lisu, kunnu lata eina gávu til missiónshúsið í Sørvági, konto í Føroya Banka. Peter Skaalum, fyrr­ver­ andi skúlastjóri, ættaður úr Vági, búsitandi í Mari­ager, andaðist í heim­inum, leygardagin 25. mars, 80 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Mariager kirkju miku­ dagin kl. 13. Hannelina Joensen, frá Gjógv, andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 24. mars, 68 ára gomul. Farið verð­ur úr Landssjúkra­ húskapellinum í dag kl. 17. Jarðarferðin verður úr Gjáar Kirkju týsdagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Hannelinu, kunnu lata eina peningagávu til Gjáar Kirkju; konto í peningastovninum. Turid Poulsen, fødd Thom­sen, ættað úr Skúvoy fer til gravar úr Vor Frue Kirke í Skive, 28. mars kl. 13.30 Óskar Vigfusson av Hafnarfjørðinum, fyrr­verandi formaður í Sjómannasamband Ís­lands, andaðist 22. mars, 74 ára gamal. Jarðar­ferðin verður fríggja­dagin 31.mars kl. 15 úr Vifilstaðarkirkju. Andlát og jarðarferðir www.sosialurin.fo