Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 27. mars 2006 15 Millum 300 og 400 fólk høvdu sunnudagin leitað sær niðan í Norður- landahúsið til Gospel- konsert. Ikki løgið at hølið næstan var fullsett, tá okkara bestu tónleikarar innan andaligan tónleik vóru savnað á palli Konsert Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Sigrið Rasmussen var fyrst á pallinum. Lítil og spinkul, men við eini rødd, íð ger bæði Mariah Carey og Jessica Simpson øvundsjúkar. Hon sang tvey løg á enskum, og murraði tað triðja saman við frálíka klaverspælarinum Gunnar Guttesen. Aftan á hana kom Petur Háberg og trøllabant áskoðararnar við gittar- tónleiki og vøkrum teksti. Men konsertin kom ikki rættuliga ígongd, fyrrenn ein veteranur í hesum samanhangi kom inn á pallin. Heine Lützen er ein tann mest kendi og royndi kristni sangari í Føroyum – og tað merkist. Hann innleiddi við einum Kingosálmi, íð hann tulkaði á sín serliga hátt. Rokni ikki við at Kingo sjálvur hevði verið so glaður, um hann hevði hoyrt rokktónarnar í Norðurlandahúsinum. Royndur sum Heine er, hevði hann eisini eitt sindur av tí týdningarmikla millumsnakkinum, íð nógvir tónleikarar ofta gloyma. Ein lítil søga um, hvussu akkurát hasin ella hesin sangurin kom til, ella okkurt tílíkt merkir meir enn nógv halda. Heine sang bæði nýggj løg og onkran gamlan slagara frá 80-inum. Hann endaði líka sum hann byrjaði – við einum sálmi. Aftan á Heina kom ein dama, íð ikki er minni roynd enn Heini. Anna D. Háberg hevur verið ein av bestu kristnu sangarindunum í Føroyum í nógv ár. Hon hevði hendan dag næstan alla familju sína við á pallinum. Anna sang millum annað sangin »Memory«, íð er um tað tíð, tá vit eldast og gloyma øll, og øll gloyma okkum – tá er tað ein, sum hóast tað, altíð fer at minnast til okkum. Anna er sum gjørd at standa á einum palli. Hon útstrálar tað hon syngur um. Spanskir tónar Sum fyrsta »ikki havnafólk« kom Torkil Mørkøre á pallin. Hann hevði fleiri tónleikarar enn hini við sær, og merktist tað eisini. Hann sang sera væl og serliga sangurin, sum hann skrivaði á eini feriu til Mallorca fekk fart á áskoðarirnar. Rættiligir spanskir tónar ljómaðu eina løtu í Norðurlandahúsinum. Ìmillum Torkil Mørkøre og Malin Zachariassen varð ein stuttfilmur vístur. Hann vísti ein mann sum málaði abstraktan kunst og samstundis komu orð upp á skermin, sum lýstu Jesu síðstu dagar. Orð sum »whipped« – »beaten« – »sentenced« og »crowned« gjørdu áskoðarirnar heilt stillar. Malin Zachariassen endaði konsertina við frálíkum føroyskum løgum. Hennara tónleikur var meiri at líkjast lovsangi enn tað, sum hini framførdu. Við øðrum orðum ein frálík konsert, kanska eitt sindur ov lang, og á sínum støðum eitt sindur ov lík einum vekilsismøti. Men allt sum allt trúgvi eg at tey allar flestu vóru vælnøgd við sínar 150 krónur sum konsertin kostaði Malin Zachariassen og maðurin Jan vóru heimkomin úr Svøríki til konsertina. Mynd: Martin Sirkovsky Kingorokk á gospelkonsert Heine Lützen trívist á pallinum. Mynd: Martin Sirkovsky Anna D. Háberg var strálandi tá hon sang sangin "Memory" Mynd: Martin Sirkovsky Sigrið Rasmussen murraði seg ígjøgnum eitt lag. Mynd: Martin Sirkovsky