mánadagur 27. mars 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Tá Sosialurin skifti
eigara fríggjadagin
EIGARASKIFTI
Myndir: Jens Kristian Vang
Frans Galan
Fleiri hundrað viðskiftafólk
leitaðu sær í Miðlahúsið í
Vágsbotni fríggjadagin, tá
skipað varð fyri almennari
móttøku í sambandi við, at
Javnaðarflokkurin
sama
dag gjørdi av at selja Sosi-
alin til leiðslu, starvsfólk
og Føroya Tele. Hotel Før-
oyar borðreiddi við øllum
góðum, og Kristian Blak og
Rókur Jacobsen settu sín
serstaka dám á við at spæla
til hátíðarhaldið.
Á móttøkuni handaði Jó-
annes Eidesgaard, formað-
ur í Javnaðarflokkinum Jan
Müller, ábyrgdarblaðstjóra
nýggju ognina við m.a. at
handa honum ein stóran
lykil, sum skuldi symboli-
sera tað at lata dyrnar upp
fyri eini nýggjari og bjartari
framtíð hjá blaðnum og ar-
beiðsplássinum.
Hann
takkaði fyri sera gott sam-
starv og helt, at tíðin var
búgvin til at selja blaðið.
Jan Müller takkaði hon-
um fyri røttu og djørvu av-
gerðina og segði, at nýggju
eigararnir fóru at gera alt
fyri at reka fyritøkuna víð-
ari á einum demokratiskum
og búskaparliga forsvarlig-
um grundarlag. Eisini ting-
menn tóku orðið, teirra
millum Tórbjørn Jacobsen
og John Johannesen, sum
skemtiliga
greiddu
frá
hendingum á blaðnum sein-
astu mongu árini. Báðir
ynsktu teir nýggju eigaru-
num góða eydnu.
16
Nr. 61 - 27. mars 2006
Fagnaðarløta í Miðlahúsinum
Jóannes Eidesgaard handar fyritaks- og ábyrgdarblaðstjóranum á Sosialinum, Jan Müller, »lykilin til framtíðina«, nú leiðsla og starvsfólk saman við Føroya Tele hava keypt Sosialin
Fýra av nýggju eigarunum:
Eirikur Lindenskov, Jákup
Mørk, Jonhard Hammer og
Jan Müller