Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 • mánadagur • 27. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Sunnukvøldið komu tey trý lið­ini frá Støkk, Ljósin­um og Havnar Fim­ leika­felag aftur til klettarnar eftir at hava kappast um heimsmeistaraskapin í estetiskum fimleiki í Estlandi FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv@sosialurin.fo Um vikuskiftið hava gentu­ liðini hjá Støkk, Ljósinum og Havnar Fimleikafelag kapp­ast við 19 onnur lið um heims­meistaraskapin í estetiskum fimleiki. Estetiski fimleikurin er enn so nýggjur í Føroyum, og tí høvdu føroysku fimleik­ ararnir ikki sett nøsina upp eftir heiðursmerkjum, men tær ætlaðu sær kortini ikki at enda aftast, og tað gjørdu tær heldur ikki. Øll trý liðini vunnu nevniliga á donsku meistarunum frá Greve. Eitt lið frá Finnlandi vann kappingina um heims­ meistaraskapin. Støðið er høgt Liðini kappaðust herfyri um føroyska meistaraskapin, og tá gjørdust genturnar hjá Havnar Fimleikafelag vinn­ arar, Støkk vóru á øðrum plássi, og Ljósið var nummar trý. Tí eru innanhýsis úr­slit­ ini millum føroysku lið­ ini í HM-kappingini ikki óvænt­að. Tað, sum var mest spenn­andi, var at vita, hvussu før­oysku fim­leik­ ararnir kláraðu seg í altjóða kappingini við lið frá so stórum fimleikatjóðum sum Russland, Finnland og Estland. Tilsamans 22 lið kappaðust í Estlandi, og úrslitið gjørdist, at Havnar Fimleikafelag var nummar 18, Støkk var nummar 20 og Ljósið var nummar 21. Hóast úrslitini ikki vóru av teimum allar bestu, kunnu vit kortini siga, at tey eru góð eftir okkara máti, tí tað eru einans tvey ár síðani før­oysku fimleikafeløgini lagaðu venjingina eftir tí estet­iska fimleikinum, og er estetiski fimleikurin so­statt næstan at rokna sum ein nýggj fimleikagrein hjá okk­ um. Tey, sum vóru í føroyska ferðalagnum hava kortini tosað um, at tað rætta kanska hevði verið at skipað fyri norðurlendskum kappingum, soleiðis at føroysku liðini fáa mótstøðu frá øðrum liðum, sum eru á nøkulunda sama støði sum vit, tí sum tað sæst, eru okkara fimleikarar á hægri støði enn donsku fimleikararnir. Øll eru væl nøgd Dagbjørt Sólheim, venjari hjá Støkk, heldur hetta vera eitt sera gott hugskot. – Tað er hóast alt stuttligast at kappast við javnlíkar, held­ur hon. –Og genturnar hjá okkum eru als ikki vón­ brotnar; tær vita, at kapp­ ingin er sera hørð, og duga eisini at síggja, at hóast vit hava vant sera nógv, so er tað als ikki lætt at koma upp á støðið hjá liðum frá t.d. Russlandi, sum er eitt av londunum, sum hava íðkað estetiskan fimleik longst. Men vit eru allar sera glaðar fyri túrin og hava heilt víst lært nógv, sum vit kunnu byggja víðari uppá. Við í ferðalagnum vóru, umframt tey trý gentuliðini, Katrin Abrahamsen, um­boð fyri Føroya Fimleika­sam­ band, og Beinta Danielsen og Elna Johansen, sum báðar eru altjóða dómarar í estetiskum fimleiki. Hetta var fyrstu ferð, at tær báðar dømdu í aljtóða kappingum, og tað frættist, at tær als ikki stóðu aftan fyri dómararnar úr hinum londunum. Sigast kann ikki annað enn at føroyskur fimleikur sum heild hevur ment og flutt seg nógv hesi seinastu tvey árini, og úrslitini frá HM-kappingini vísa, at vit eru á rættari leið frameftir. Størsti amerikanski ítróttarmiðilin finnst hvassliga at, formil 1 liðnum hjá David Letterman og Bobby Rahal, eftir at óroyndi koyrarin hjá liðnum doyði í eini vanlukku, ið hann sjálvur tyktist at vera orsøk til Rasarakoyring Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo 30 ára gamli Paul Dana andaðist í gjár tveir tímar eftir, at hann við 320 km/t hevði rent saman við einum øðrum bili í venjingini áðrenn ársins fyrstu koyring í Indy Racing kappingini, The Toyota 300, í Homestead Kalifornia. Dana hevði júst rokkið sínum barnadreymi um at gerast rasarakoyrari á hægsta stigið, tá hann herfyri skrivaði sáttmála við liðið hjá sjónvarpsvertinum David Letterman. Vanlukkan hendi, tá Dana, hóast ávar­ing­ar bæði við ljós­ um á sínum instrumentbretti og yvir sendaran úr pittinum, lat verða við at slakka av og rendi við nógvari ferð upp í bilin hjá Ed Carpenter, ið var steðgaður upp á breytini. Samanstoyturin hendi 8 sekund eftir, at ávaringar ljósini í øllum bilunum fóru at blunka. Aðrir koyrarar greiða frá, at meðan allir hin­ ir bilarnir slakkaðu av, helt Dana framvegis speedaran í botn, og yvirhálaði teir. Í dag finnist stóra ítróttarrásin ESPN á heimasíðu síni harð­ liga at, at Paul Dana fekk sáttmála við toppliðið Rahal /Letterman. John Oreovicz, ið er ein sera virdur og royndur motorítróttarskrivari, sigur. at hann varð skelkaður at hoyra, at óroyndi Dana hevði skrivað sáttmála við eitt av fremstu liðunum. Dana var fyrrverandi ítróttarskrivari, ið við sínum rímiligu koyri­ gáv­um og sum sera dugna­ ligur sølumaður vann sær setrið hjá Letterman og Ra­hal, skrivar Oreovicz m.a. Paul Dana koyrdi tríggjar Indykoyringar í fjør. Í tí fyrstu endaði hann á 10. plássi, í tí næstu varð hann diskvalifiseraður, og í triðju koyringini, ið var á víðagitnu Indianapolisbreytini breyt hann ryggin í einum saman­ stoyti, og kappingarárið var av. Men hann kom fyri seg aftur, og fekk sáttmála við toppliðið. Men doyði, altso áðrenn fyrstu koyringina í ár. Trygdin í Indy Racing er munandi verri enn í eitt nú formil 1. Í 2003 doyðu tveir Indy koyrarar, meðan eingin koyrari er deyður í formil 1 síðan Ayrton Senna doyði í 1994. Í formil 1 fekk deyðin hjá Senna allar partar at arbeiða harðliga fyri at betra um trydgina. Eingin ivi er um, at henda vanlukka fer enn einaferð at fáa lív í kjakið um trygdina. Indycar vanlukka kravdi eitt mannalív HM var ein stór uppliving Allar, sum vóru við í føroyska ferðalagnum, eru sera vælnøgdar við túrin Rógvi er í hopla Rógvi Jacobsen skoraði fimm mál fyri KR í tveimum steypadystum um vikuskiftið Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Liðini í bestu íslendsku deildini spæla fleiri steypa­kappingar, áðrenn sjálv landskappingin byrj­ ar í mai. Um vikuskiftið spældi KR tveir steypadystir, og báðir endaðu við greiðum sigri til KR. Tað var ikki minst takka verið føroyska lands­­liðs­ spæl­aran­um Rógva Ja­cob­ sen, at KR gjørdi nógv mál. Rógvi skoraði heili fimm mál fyri KR í teim­ um báðum dyst­un­um. Leygardagin spældi KR ímóti Tór og vann 4-0. Rógvi skoraði trý av mál­un­um. Hann legði fyri í 14. minutti, og hann skoraði eitt afturat áðrenn hálvleik. Tríggjar minuttir fyri leiklok skoraði hann til endaliga úrslitið 4-0. Kom inn og vendi dystinum Sunnudagin spældi KR ímóti KA, og tá vann KR 5-1. Rógvi Jacobsen byrjaði á beinkinum, men hann gjørdi skjóta prosess, tá ið hann kom á vøllin. Tað var spældur ein tími, tá ið Rógvi varð settur inn í álopi. Støðan var tað 1-1, men Rógvi setti ferð á KR og skoraði longu tríggjar minuttir seinni. Hetta gav KR nýtt lív og teir øktu upp í 5-1. Rógvi skoraði seinasta málið fimm minuttir fyri leiklok. Rógvi Jacoben hevur nú skorað 15 mál í 45 dyst­um fyri KR.