mánadagur 27. mars 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Nr. 61 - 27. mars 2006
Kæran, sum Stjørnan
í farnu viku sendi
inn, gjørdist eitt
av teimum heilt
undirhaldandi, har
hvørki feløg ella
persónar vistu, hvat
vendi upp ella niður
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fram til mikudagin í farnu
viku hevur støðutakanin
til mál av hesum slagnum
annars verið rættiliga greið
og einføld. Hondbóltssam
bandið hevur í fleiri líkn
andi málum avvíst at nýta
sjónbandaupptøkur, tá ger
ast skal av, um spælarar
skulu sektast ella ikki.
Grundgevingin hevur fyrst
og fremst verið, at siðvenja
ikki hevur verið fyri hesum.
Og at greiðar reglur mugu
gerast á økinum, áðrenn far
ið verður undir at nýta hetta
próvtilfar.
Tá alt kom til alt, varð
hetta eisini niðurstøðan hjá
Ítróttardómstólinum hjá ÍSF.
Men undan hesum hevði
talan verið um eitt sirkus av
teimum stóru, har Nicoleta
Radu Hansen gjøgnum
størsta partin av vikuni var
í brennideplinum, uttan at
vita, hvørt hon fekk møgu
leika at spæla í finaluni ella
ikki.
Skeiv grundgeving
Í sjálvum sær var avgerðin
hjá Stjørnuni at kæra nóg so
óvanlig. Men handfaringin
hjá Kappingarnevndini av
kæruni tóktist ikki minni
óvanlig.
Heldur enn at vísa til vant
andi siðvenjuna á økinum,
vísti nevndin á, at tey í kann
ingararbeiði sínum vóru
komin eftir, at danska Hond
bóltssambandið ikki nýtti
sjónbandaupptøkur í sínari
málsviðgerð. Og at HSF tí
ikki metti seg kunna nýta
slíkt tilfar.
Stóri trupulleikin í hesum
var, at grundgevingin ikki var
heilt í tráð við veruleikan.
Reglurnar hjá EHF staðfesta,
at tey ikki nýta sjónbandaupp
tøkur í sínum støðutakanum,
men hinvegin setndur tað
limalondunum frítt at gera
av, hvørt tey nýta hetta. Og
júst í Danmark hava tey
reglur fyri hesum. Sambært
grein 6.20 í reglunum fyri
Turneringsudvalget,
so
kunnu spælarar revsast fyri
atburð sín á vøllinum, við
sjónbandaupptøkum sum
grundarlag.
Negativ heimild
Hesa grundgeving vildi
Stjørnan ikki finna seg í,
og tí varð málið kært fyri
Dómsnevndina, sum á fundi
fríggjakvøldið tók støðu til
spurningin.
Her staðfesti Dómsnevnd
in, at grundarlagið hjá Kapp
ingarnevndini fyri avgerðini
ikki var haldgott. Hartil stað
festi nevndin eisini, at tá IHF
loyvir nýtslu av upptøkum
– um limalond ynskja hetta
– og tað samstundis ikki var
staðfest, at HSF ikki kann
nýta slíkar upptøkur, so var
talan um haldgott grundar
lag.
Tveir stórir trupulleikar
tóktust tó alt fyri eitt vera í
hesi avgerð. Fyrst og fremst,
so broytti Dómsnevndin
við hesum brádliga eina sið
venju, sum annars ikki hevur
verið at vika seinnu árini.
Fleiri dømi eru um mál, har
videoupptøkur eru sendar
HSF, men hvørja ferð heur
hetta verið afturvíst sum
grundarlag.
Hartil, so byggir argumenta
tiónin hjá Dómsnevndini á
ein negativ-lista. Ein lista,
har dómsnevndin staðfestir,
at tá tað ikki finst nøkur
greið heimild til ikki at
nýta sjónbandaupptøkur
sum grundarlag, so er eingin
forðing fyri hesum. Vanliga
plaga reglurnar fyri kæruvið
gerðir at vera grundaðar á
ein positiv-lista. Einum lista,
har tað greitt framgongur,
hvørjar próvførslur skulu
nýtast, og í hvønn mun revs
ingar kunnu verða útmáld
ar.
Prinsipp-mál
Tá alt kom til alt, so staðfesti
Ítróttardómstólurin, at tað
ikki uttan víðari bar til at
broyta framferðarhátt. Ella
við øðrum orðum, at tað
ikki ber til at broyta siðvenju
um video-upptøkur grundað
á eina einstaka hending.
Til tess hevur eitt mál av
hesum slag alt ov stóran
prinsipiellan týdning. Og so
munaði tað minni, at Neistin
í síni kæru eisini royndi at
taka støðu til sjálvan skuld
arspurningin, sum fyri sovítt
er prinsippinum púrasta óvið
komandi.
Tað fer eftir øllum at
døma at merkja, at komandi
aðalfundurin hjá HSF skal
taka støðu til, í hvønn mun og
hvussu sjónbandaupptøkur
skulu nýtast sum grundarlag
undir eini støðutakan.
Kanska eisini so, at veru
ligar
discipliner-reglur
verða gjørdar. Hetta varð í
fjør gjørt innan føroyska fót
bóltsheimin, og hóast fólk
hgelst eru ymiskt á máli um
dóamarnir, sum higartil eru
folnir, so hevur hetta givið
Kappingarnevndini nakrar
greiðir heimildir. Eins og
tað verður staðfest, hvørjar
heimildir nevndin ikki hev
ur.
Í so máta kann málið
viðvíkjandi Nicoletu Radu
Hansen væl hava sett hol á
eitt neyðugt kjak innan før
oyska hondbóltsheimin. Og
í tað man eisini vera størsti
glottin í einum máli, sum í
nógvar mátar hevur verið eitt
skúladømi um, hvussu mál
og málsviðgerðir ikki skulu
handfarast.
Ein øgilig fløkja
Ikki fyrr enn beint undan dystinum fekk Nicoleta Radu Hansen vissu fyri, at hon kundi verða partur av dystinum, tá Neistin
vitjaði í Klaksvík leygardagin. Síðani týsdagin hevur hon verið partur av eini størri sirkus-framførslu, sum í nógvar mátar hevur
verið eitt klokkuklárt dømi um vánaliga handfaring av kærumáli
Reglurnar
ikki umsettar
Á aðalfundinum hjá HSF
varð í mai mánaði í fjør
samtykt, at føroyskur
hondbóltur skuldi ganga
eftir júst somu reglum,
sum tey gera í Danmark.
Enn er umsetingarar
beiðið av hesum tó ikki
liðugt, og tí hevur ein
aðalfundur ikki endaliga
samstykt nýggju reglur
nar.
Spurningurin er tó, hvørt
tað í løtuni eru føroysku
ella donsku reglurnar,
sum eru galdandi. Og í
ítøkiliga málinum, sum
setti dám á farnu vikuna,
er spurningurin als ikki
óviðkomandi.
Í
Danmark
hevur
Kappingarnevndin nevn
liga heimild at nýta
sjónbandaupptøkur sum
grundarlag, tá støða skal
takast til mál. Var tann
staðfestingin formliga
galdandi, so vildi ivamálið
– og endaliga útfallið
– kring alt málið millum
Stjørnuna og Neistan
helst verið øðrvísi.
-mørk
Tímir ikki
meira
– Hetta er tekin um eina
fullkomuliga inkompe
tenta dómsnevnd. Og tað
skal ikki vera nøkur loyna,
at eg eri fullkomuliga
ósamdur í avgerðini,
sum er tikin. Tí havi eg
við gildið frá í kvøld gjørt
av, at eg taki meg úr øll
um nevndararbeiði fyri
Hondbóltssambandið.
Soleiðis fullu orðini, tá
portalurin fríggjakvøldið
fekk orðið á Jógvan Mart
in Mørk, sum segði seg
als ikki kunna liva við
hesum.
– Ein slíkur dómur vil
skapa reint anarki innan
hondbóltin. Tú brúkar
eina mest sum tilvildar
liga upptøku til knappliga
at broyta siðvenju, og
tað kann eg slettis ikki
góðtaka.
Jógvan Martin hevur
bæði sum spælari og síðani
í øðrum funktiónum verið
partur av arbeiðnum hjá
Neistanum í drúgt áramál.
Men hann leggur dent á,
at hendan støðutakanin
einki hevur við tilknýti
hansara til felagið at
gera.
– Tað skal eingin ivi
vera um, at var talan um
eitt reytt kort ella burt
urvísing, har dómararnir
sendu frágreiðing um
tilburðin, so varð talan
um tríggja daga leikbann.
Men framferðarhátturin í
hesum ítøkiliga málinum
er so grundleggjandi skeiv
ur, at eg ikki á nakran
hátt kann góðtaka hetta,
staðfesti hann.
-mørk