Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 61 - 27. mars 2006 Tá Stjørnan fekk knívin á bark­an, funnu tær meist­ara­ spælið fram. Neistin varð í seinna hálvleiki trumlað niður, og nú verður neyðugt við eini triðu alt-ella- einki-finalu í Sunset- kappingini Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Har var einki at fara skeivur av sunnudagin. Stjørnan hevði heimavøll, og tað høvdu lokalu áskoðararnir sett sær fyri skuldi hoyrast. Ikki minst tóktist málið um Nioletu Radu Hansen hjá Neistanum at hava tendr­að áskoðarafjøldina, og buh’ini vórðu øgi­lig, tá henn­ara navn varð rópt upp av hallar­varp­aranum. Og samsvarandi ljóðstyrki positva vegin mundi Bára Skaale Klakstein fáa, tá henn­ara navn varð rópt lítla løtu seinni. Við óróligu fyrireiking­ un­um, sum Neistin hevði havt til dystin, var ikki ilt at ímynda sær, at hetta kundi kosta í evninum hjá spælarunum at savna allar tankar og kreftir um dystin. Men alt rokið kring hetta tóktist nærum sláa bakk hjá Stjørnuni fyrstu longu løtuna. Kanska høvdu tær í hugaheiminum staðfest, at Neistin skuldi vera sín kanska mest týðandi spælara fyriuttan, og at Stjørnan tí hálvgum kundi spáka seg ígjøgnum dystin. Og nú Nico kortini var tøk, tóktust tær hálvgum kløkkar. Og undir øllum umstøðum, so hevði alt stríðið havt við sær, at Neista-kvinnurnar vóru topp-tendraðar. Eisini langt áðrenn dysturin varð blástur ígongd. Tær tóktust veruliga sum ætlaði Neistin sær bara at berja stigini heim. Og fyrstu longu løtuna bendi alt eisini á, at hetta skuldi eydnast teim­um. Eins og í fyrru final­uni í Havn, so fingu tær skjótt skil á verjuni, har Sjtørnan sjáldan fekk nakran møguleika til nakað annað enn at spæla yvir vengurnar. Og við Manuelu Stan í málin­ um er ikki so øgiliga ofta, at hetta gevur nakað úrslit hjá mótstøðuni. Knívin á barkan Í nógvar mátar tóktist dyst­urin soleiðis at líkjast seinastu uppgerðunum mill­ um liðini. Uppgerðir, sum kanska fyrst og fremst eru avgjørdar, tí Neistin í størri mun hevur hildið høvdinum kalt, tá mest hevur staðið á. Eitt skifti stóðu eisini heili 7-3 til gestirnar á talvuni, men so fekk Stjørnjan brádliga fatur á rætta endanum. Við knívinum á barkanum raknaði liðið av álvara við. Verjan kom í gear, soleiðis at Neistin mest sum einki fekk burtur úr sínum álopsspæli. Og brádliga kom eisini ferð reyðu álopini. Aliina og Joan skrúvaðu báðar spælið eina tonn rætta vegin, og brádliga komu mál eisini av kantunum, tá hesar vórðu spældar ígjøgnum. Neistin megnaði at svara eitt sindur aftur undan steðg­­inum, soleiðis at tær kortini hildu leiðsluni, men eftir steðgin skrædnaði av álvara. Stjørnan leyp alt fyri eitt upp á 17-13, og so var eingin vegur aftur hjá gest­­unum. Hóast tær eina løtu royndu at hanga í, so var Stjørnan ongan tíð sinnað at geva nakað sum helst. Áskoðararnir tóktust nú eisini hugsa meira um at stuðla sínar egnu, heldur enn at happa mótstøðuna, og tað í sjálvum sær mundi eisini vera eitt betri útgangsstøði hjá heimaliðnum. Opin finala Úrslitið av dystinum gav í fyrsta umfari Stjørnuni Stjørnan-Neistin 30-23 (11-12): Vaknaðu av trýstinum Stjørnan-Neistin 30-23 (11-12) Málskjúttar Stjørnan: Alina Olaru 7, Katarina Stepanov 6(3), Anna Kristina Samson 5, Bára Skaale Klakstein 4, Joan Midjord Djordjevic 4, Una Olsen 3(1), Louisa Andreasen 1 Neistin: Nicoleta Radu Hansen 6(2), Ása á Neystabø 5, Birita Wardum 4, Katrin á Neystabø 4, Mildrið Jacobsen 1, Kára á Dunga 1, Unn Kragesteen 1, Annika Thomsen 1 Brotskøst: Stjørnan 5, Neistin 3 Útvísingar: Stjørnan 4 Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr. Tóktust ikki allan dystin hava sama konsekvens í dømingini. FAKTA Eftir steðgin fekk Stjørnan av álvara glið á. Liðið spældi í hálvan tíma sum meistarar, og fyribils er tað nóg mikið til at tryggja sær enn ein finaludyst Mynd: Álvur Haraldsen