Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 27. mars 2006 21 Smílið á varrunum hjá borg­ arstjóranum í Klaksvík, Stein­bjørn O. Jacobsen, var meira enn vanliga stórt, tá Stjørnan hevði vunnið trygga sigurin á Neistanum leygardagin. Og hetta hevði eisini sínar orsøkir. Einamest, at hann hevði játtað at handað steyp og heiðursmerki, skuldu hesi verið latin í dag. – Sjálvandi vildi eg ikki runnið undan ábyrgdini, um tað skuldi borist soleiðis á. Men eg vónaði alla tíðina, at skuldi Neistin hava steypið, so mátti hetta verða nakað, sum Heðin (Mortensen, blðm.) má taka sær av miku­ dagin. Og skuldi tað verið, so kann eg altíð vera backup hjá honum til ta tíð, segði væl upplagdi borgarstjórin eftir dystin í Klaksvík. -mørk Borgarstjórin í Klaksvík tóktist lættur um, at FM- heitið ikki varð endaliga avgreitt leygardagin Mynd: Álvur Ingi Olsen helt, at alt rokið kring kærumálið hevði órógvað bæði seg og spælararnar meira enn gott er Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað vóru ikki optimalar umstøður, sum Ingi Olsen hevði at fyrireika sínar spælarar undan dystinum sunnudagin. Fram til trý korter undan dystinum visti Neistavenjarin ikki, hvørt ein av týdningarmestu spæl­ ar­unum á liðnum var tøk. Men tá boðini frá Ítróttar­ dómstólinum loksins komu fram, kundi Nicoleta Radu Hansen kortini sendast á vøllin. – Hetta hevur órógvað okk­ara fyrireikingar øgi­ liga nógv. Hóast vit ikki hava ætlað tað, so er fok­us fyri tað nógva flutt frá dyst­ inum, og tað er sjálv­andi sera óheppið. Venjingarnar hava eisini verið ávirkaðar, tí vit hava verið noydd at fyrireika okkum til eina støðu, har spælari ikki er við. Gloyma liðspælið Fyrstu løtuna tóktist bláa liðið tó ikki stórvegis ávirk­ að av hesum, og Ingi heldur, at so leingi spælararnir hildu høvdið kalt, gekk tað hampuliga væl kortini. – Vit byrja øgiliga skila­ gott. Vit brúka screening­ arnar væl í álopsspælinum, soleiðis at vit sleppa til skot, og í verjuni hava vit eitt gott tak á teimum. Onkursvegna, so gloyma vit tó, at talan er um liðspæl, og so gongur knappliga galið. – Kanska átti eg eisini at tikið time-out mest sum alt fyri eitt eftir steðgin, tá vit veruliga missa dystin. Men sum venjari roynir tú ofta at bíða sum longst, tí tú hevur jú bert eitt av slagnum. Nú er 1-1 Hóast greiða tapið, so ivast Ingi framvegis ikki í, at tað skal bera til hjá Neistanum at vinna FM-heitið, tá triða finalan verður á skránni miku­dagin. – Nú stendur 1-1 í dyst­ um, og so má byrjast av nýggj­um mikudagin. Men tað er sjálvandi púrasta greitt, at vit mugu gera tað nógv betri, tá vit spæla miku­kvøldið. Hinvegin ivist eg ikki í, at tað eisini er møgu­ligt, so vit fara í øllum førum at gera okkara besta, staðfesti venjarin at enda eftir dystin. – Spæla vit soleið­is í seinastu final­uni, so ivist eg ikki, at vit verða før­oyameistarar, sigur Anna Kristina Samson hjá Stjørn­uni Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fagnaðurin var øgiligur, tá Stjørnan hevði fingið vissu fyri, at Neistin ikki uttan víðari slapp avstað úr Klaksvík við gulli og FM-steypi. Sum restaðu bara sjam­ panju­propparnir og væl kenda Queen-lagið, fyrr enn dagurin var heilt perfektur hjá Stjørnuni, men tað má so í øllum førum bíða til miku­dagin. Tá vit eftir dystin fingu orðið á Onnu Kristinu Sam­son, staðfesti hon, at spælið, sum Stjørnan sýndi í seinna hálvleiki var júst tað, sum liðið skal sýna, um meistaraheitið skal fáast til høldar. – Vit komu upp á tærnar í verjuni, fyrst og fremst. Tað vísur seg altíð, at koyrir tað nóg væl í verjuni, so gongur alt spælið so øgiliga nógv betri. Tað gevur sjálvsálit til restina av spælinum. Men hetta er kanska eisini f yrstu ferð í langa tíð, at tit hava funnið hetta spælið fram? – Nú var eg ikki við í fyrru hálvfinaluni í Vági, men sum eg skilji tað, so var hetta spælið eisini frammi tá. Men tað er rætt, at vit í endaspælinum hava havt ilt við at sannføra um, at okkara lið skal verða meist­arar. – Men hetta var so tað, sum skuldi til, fyri at fáa eina triðu finalu. Hana spæla vit mikudagin, og tá er málið púrasta greitt, at vit fyri seinastu ferð skulu taka steypið við um Leirvíksfjørð í báti, stað­­festi Anna Kristina at enda. Fokus varð flutt Ingi Olsen helt, at tá spælararnir gloymdu at spæla sum eitt lið, varð dysturin mistur púrasta á gólvið Mynd: Álvur Slapp undan at geva steypið Funnu gleðina fram Anna Kristina vísti á, at tað fyrst og fremst var í verjupartinum, at Stjørnan vann dystin leygardagin Mynd: Álvur rættin til enn ein finaludyst um FM-heitið. Og í fleiri mátar man dysturin eisini hava havt við sær, at tær mugu metast sum favorittar, hóast seinasti dysturin verður spældur í Havn. Megna tær at halda fast í spælinum, sum tær sýndu seinna partin av dystinum leygardagin, so er eisini ilt at síggja, hvussu Neistin skal halda fast í teimum. Tí hesa løtuna livdi Stjørnan veruliga upp til favoritt-leik­ lutin, sum tær mest sum alt kappingarárið hava fingið heft á seg. Um tær so megna at liva upp til hetta mikukvøldið, er ein annar spurningur. Mest týdningarmest, so kann úrslitið hava borið við sær, at sálarliga yvirvágin er koppað til Stjørnuna aftur, og bara hetta í sjálvum sær kann mest sum avgera dystir, longu áðrenn teir eru byrj­ aðir. Hinvegin, so er einki at iv­ast í, at Neistin fyri tað nógva var órógvað av kring­støðunum til dystin. Og at tær tí eru serstakliga tendraðar til at tryggja sær, at 75. árið hjá felagnum aftur skal verða eitt av teimum gyltu.