mánadagur 27. mars 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 61 - 27. mars 2006
Hóast heimavøllurin
í eini møguligari
triðu finalu stóð upp
á spæl, so tóku bæði
VÍF og Kyndil øll
hugsandi fyrilit, tá
seinasti dysturin í
endaspælinum varð á
skránni
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað verður VÍF, sum fær
møguliga fyrimunin av
heimavølli í eini triðu finalu
um FM-heitið í manshond
bólti.
Tað var sum so einasta
niðurstøðan av dystinum á
Hálsi sunnudagin, tá Kyndil
og VÍF spældu eina óvanliga
tama útgávu av stóra klass
ikaranum í føroyskum mans
hondbólti.
Stuðlar restaðu
Hjá báðum pørtum var
galdandi, at onkrir týðandi
spælarar ikki vóru við til
dystin hesaferð. Antin tí
teir vóru burturstaddir,
ella tí venjararnir ikki vildi
seta nakað sum helst í vága
undan teimum so sera týdn
ingarmiklu finalunum.
Hjá Kyndli merkti tað verj
una sera hart, at hvørki Hans
Áki Dal-Christiansen ella
Marius Joensen vóru tøkir
til dystin. Júst teir báðir eru í
mangar mátar bylgjubrótarar
í
verjuspælinum
hjá
Kyndli, og móti skotsterku
vestmenningunum var tað
nærum lívshættisligt. Ikki
minst tí Regin Joensen tókt
ist hava stillað kanónina
heilt væl, tá Kyndil av álv
ara royndi at ansa Sámali
Joensen.
Í so máta bilti tað kanska
minni, at Harald Bjørgvin
og Áki Olsen sótu uttan
fyri hjá VÍF. Ikki tí. Báðir
hava í mangar mátar átikið
sær sera týðandi leiklutir í
álopsspælinum hjá VÍF, men
soleiðis sum dysturin tók
skap, so var frávera teirra
ikki heilt so týðandi, sum
tann hjá Kyndli tóktist at
vera. Og so skert ikki burt
ur, at við at hava Martin
Hummeland aftur á liðnum,
hevur VÍF fingið enn eitt
vápn til kantspælið.
Gjørdu sær ikki dælt
Móti dystarenda var tó um
reppið, at veruligur spenn
ingur kortini kom í dystin.
Kyndil hevði togað seg
somikið nær, at bert eitt mál
skilti partarnar, tá VÍF fekk
eina útvísing.
Í yvirtali megnaðu teir
grønu tó ikki at umseta fyri
munin til mál, og tá Sámal so
høgdi bóltin í kassa fyri VÍF,
var alt mest sum avgjørt.
Tann skoringin var kanska
júst hon, sum avgjørdi, hvar
seinasta finalan skal spæla,
um komið verður fram til
eina slíka.
Ivasamur fyrimunur
Meira enn nakað, so tóktist
tað eftir dystin ivasamt,
hvussu stórur fyrimunurin
av møguliga heimavøllinum
í triðja dystinum er.
Í Útvarpinum høvdu venj
ararnir hjá báðum liðum á
lofti, at dysturin hesa ferð
meira enn nakað tænti sum
fyrireikan til finaludystirnar.
Og at hvørgin teirra tí vildi
vága tað heilt stóra.
Tað setti so eisini sín
dám á dystin, ið als ikki
hevði tann intensitet, sum
hesir oftast hava. Men tann
parturin man væl og virðiliga
vera broyttur, tá farið verður
undir fyrsta finaludystin
komandi sunnudag. Í fyrsta
umfari verður talan tá um
tvey verulig brak, og so fæst
at vita, hvørt tað triða av slag
num eisini er væntandi.
Daiva Toumaite
skeyt 16 mál, tá VB
í sínum seinasta
dysti vissaði sær
bronsukrónurnar
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir trygga sigurin hjá VB
í fyrra bronsudystinum
var ivamálið um bronsuna
ikki tað stóra. Tað merkti
eisini dystin nakað, at
liðini ikki høvdu hug at
skrúva intensitetin alt ov
nógv upp, og fyrstu longu
løtuna gekk eisini rættilgia
javnt á.
Seinastu løtuna undan
steðginum fekk VB tó av
álvara ferð á, og munurin,
sum tá íkom, gjørdist eisini
avgerandi fyri seinnu upp
gerðina.
Sum ikki einaferð, so
staðfesti Daiva Toumaite
óhugnaliga týdningin, sum
hon hevur fyri VB-liðið.
Hesa ferð skeyt langlimaði
litavin 16 av málunum hjá
VB, og undirstrikaði hon
soleiðis enn einaferð, at
tað fyrst og fremst er hon,
sum hevur meistarunum á
á eini hampuliga beinari
kós hetta kappingarárið.
Kyndil-VB 26-32 (10-16):
VB tók bronsuna
Hoyvíkingarnir tóku
seinasta stikkið á
Skála, har heimaliðið
var merkt av fótbólt
inum, sum nú er
byrjaður
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Endaliga plaseringin av
bronsukrónunum
var
mest sum avgjørd, longu
áðrenn farið varð undir
dystin á Skála. Og tí var
eisini ivasamt, hvussu
nógv liðini løgdu í dystin
leygardagin. Eitt nú hevði
StÍF ongan av teimum við,
sum eisini spæla fótbólt, og
tað viknaði sjálvandi nógv
um liðið.
Tað vóru eisini hoyvíking
arnir, sum struku avstað við
sigrinum, soleiðis at teir
– hóast alt – kundu enda
kappingarárið við tveimum
sigrum, eftir at møguleikin
fyri FM-finaluni varð tveitt
ur burtur við fleiri tapum á
rað seinna partin av enda
spælinum.
Leygardagin løgdu gest
irnir seg skjótt á odda, og í
veruleikanum vóru strand
ingarnir ongan tíð nær nám
ind sigrinum. Móti dystar
enda minkaðu teir nakað
um munin, men nærri enn
tvey mál komu teir ongan
tíð.
Kyndil-VÍF 27-29 (10-13)
Málskjúttar
Kyndil: Høgni Klein 10(2), Rókur Akralíð 9, Ragnar
Stakksund 3, Janus Einar Sørensen 2(1), Hjalti M. Jacobsen
2, Josef Abrahamsen 1
VÍF: Regin Joensen 8(2), Sámal Joensen 7, Agnar Joensen
6, Áki G. Olsen 4, Martin Hummeland 1, Sjúrður Poulsen 1
Brotskøst: Kyndil 4, VÍF 2
Útvísingar: Kyndil 1, VÍF 4
Dómarar: Hallur Danielsen & Petur Skeel Dahl.
FAKTA
Kyndil-VB 26-32 (10-16)
(VB bronsuvinnari við samanlagt 62-48)
Málskjúttar
Kyndil: Jórun Ludvig 7(3), Linda Weihe 5, Súsanna
Petersen 4, Lina Adriulyte 3, Barbara Egilstrøð 2, Aja
Heinadóttir 2, Randi S. Wardum 2, Hildur Høghamar 1
VB: Daiva Toumaite 16(6), Svava Vestergaard 5,
Gurið Mortensen 4, Christina Holm 4, Ma±rgreth
Augustinussen 2, Annika Thomsen 1
Brotskøst: Kyndil 6, VB 6
Útvísingar: Kyndil 3, VB 3
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen
FAKTA
StÍF-H71 29-33 (9-15)
Málskjúttar
StÍF: Sveinur Justinussen 11, Leivur Justinussen 7(4), Jón
Rasmussen 3, Alexandur Johansen 3, Bent Djurhuus 2,
Borgar Danielsen 2, Artur Johansen 1
H71: Johnny Durhuus 14(6), Sigtór Andreasen 6, Piti
Negru 5, Bjarni Sørensen 4, Niels Viggo Niclassen 4
Brotskøst: StÍF 5, H71 6
Útvísingar: StÍF 2, H71 5
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Paulason
FAKTA
H71 vann
seinasta dystin
Kyndil-VÍF 27-29 (10-13):
VÍF vann endaspælið
Intensitetur var langt í frá
tí vanliga, tá Kyndil og VÍF
sunnudagin gjørdu av, hvør
teirra skuldi vinna møguliga
fyrimunin av heimavølli
Mynd: Álvur Haraldsen
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 VÍF
10
8 - 1 - 1
555
514
41
23
2 Kyndil 10
6 - 1 - 3
539
478
61
21
3 H71
10
6 - 0 - 4
534
476
58
20
4 StÍF
10
5 - 0 - 5
504
511
-7
16
5 KÍF
10
4 - 0 - 6
498
530
-32
10
6 Neistin 10
0 - 0 - 10
508
629
-121
1