Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 27. mars 2006 23 Dreingir 16 ár hjá KÍF gjørd­ust fríggjakvøldið føroya­meistarar í hondbólti. Seinasti dysturin skuldi spælast móti Kyndli, men tá mótstøðuliðið ikki møtti til dystin, kundi umboð fyri HSF handað kollfirðingunum heiðursmerkini. Kyndil møtti ikki upp til dystin. Spælararnir, sum mannaðu liðið, eru standandi Kári Kristi­ an­sen, Hallur Slættanes, David Bolstad, Jákup Trygvason, Ási Dam, Niklas Reginsson, Tony Weyhe og Kári Dur­huus (venjari). Sitandi síggjast Arnar Dam, Bartal Hansen, Rúni Joensen, Emil Dam og Suni Johannesen. Meistarar úr Kollafirði Í gjár vórðu finaludysturin í steypakappingini hjá dreingjum 14A spældir í Hoyvíkshøllini. Dystirnir vóru millum H 71, Kyndil, Tjaldur og VÍF, og endaligu vinnarnir gjørdust Føroyameistararnir úr Vestmanna. Vestmanna Ítróttarfelag hevur havt eitt sera gott kappingarár í ár. Fleiri lið eru føroyameistarar og entá greipuvinnarar. Úr Vestmanna meta tey, at talan er um, at miðvísa ungdómsarbeiðið gevur avkast. Sagt verður, at venjarar og hjálparvenjarar eiga rós fyri arbeiðið, ið er gjørt í felagnum í fleiri ár. Endaliga støðan í steypakappingini gjørdist, at VÍF vann, H 71 varð nr. 2, Tjaldur nr. 3 og Kyndil nr. 4. Hetta gjørdist samstundis endin á einum sera spennandi kappingarári. VÍF Dreingir 14A vunnu greipuna VÍF Dreingir 14a vunnu greipuna mynd: Jakoba Nielsen Hóast Hans Kristian Simonsen var stór­ favorittur, so eydn­ aðist tað Jaspuri T. Gaard at vinna viku­ skiftiskappingina í Havnar Telvingarfelag Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen Við Ronny í Lon á odd a, skip­ aði Havnar Telvingar­felag fyri várkapping hetta vikuskiftið. Fitt av telv­arum teknaðu seg. Sakn­ur er tó í fleiri av okkara sterk­astu telvarum til hesar ann­ars vældámdu viku­ skift­iskappingar, har góðar virðis­lønir eisini verða givnar. Vónandi skiftir rákið skjótt. Finalugysari Unglingatelvarin úr Havn, Jasp­ur T. Gaard, hevur ikki verið serliga virkin seinasta árið. Hóast síni bert 1291 rat­ingstig, gjørdi hann ikki mætari at vinna kappingina! Jaspur varð styrkismettur sum nummar 10 av teimum 20 telvarunum. Eitt bragdar­ úrslit. Í seinasta umfari hevði Rógvi E. Nielsen góðar møgu­ leikar at koppa Jaspuri. Men vantandi neyvleiki bjóð­aði Jaspuri í talvið aftur og hesum tilboði tók Jaspur sanniliga av. Trygg og køld telving í endatalvinum av­gjørdi talvið. Saman við Margari Berg (1579) og Hans Kristi­ani Simonsen (2234), fekk Jaspur 4 stig av 5 møgu­ligum. Jaspur hevði bestu mót­støðustigini og varð kosin vinnari. Margar fekk eitt flott 2. pláss, meðan stór­favoritturin endaði á 3. plássi. Hans Kristian ov blíður Tveir skjótir javnleikir móti væl lægri rataðum telvarum prýðir ikki ein føroyskan elitu- og OL-telvara. Vónandi verður Hans Kristian meira eldfimir í talvolympiaduni, sum verður í Torino og byrjar 20. mei. Eitt herðaklapp til Ronny og HT fyri at skipa fyri slíkum kappingum. Ein góð upphiting til FM, sum verður í Klaksvík í døgunum 8-15. apríl. Meira verður at frætta um FM í komandi viku. Martin í Týsklandi Talvfjakkarin Martin Poul­ sen hevur júst telvað í 22. Internationales Open Bad Wörishofen. Martin hevur fyrr við góðum úrslitum luttikið í Wörishofen. Hesaferð gekk heilt hampi­ ligt hjá Martini. 5,5 stig av 9, ið gav honum 43. pláss av 220 telvarum. Ratingin er ikki roknað, men helst stendur Martin nøkunlunda í stað. Óvæntaður vinnari Í løtuni verður siðvanda Mel­ ody Amber blind- og kvik­ kappingin telvað í Monaco. Fleiri av heimsins sterkastu eru savnaðir og eftir 8. umfør, er Alaxander Morozevich frem­stur við 11 stigum. Vis­ hy Anand hevur 10,5. Telv­ ar­arnir telva eitt blindtalv og eitt kviktalv móti hvørjum øðr­um. Heldur óvæntað hevur tað gingist illa í hond hjá Veselin Topalov. Heims­ meistarin, ið bert hevur 7,5 stig, vann tó eitt mergjað blindtalv móti Vassily Iv­an­ chuk í 1. umfari. Støð­ið á blindtelvingini hjá heims­ ins bestu telvarum er nær­ um sjúkliga høgt. Ivanchuk,V (2729) - Topalov,V (2801) Amber Blindfold Monte Carlo 18.03.2006 1.d4 d5 2.c4 c6 3.Rif3 Rif6 4.Ric3 a6 5.a4 e6 6.Bg5 h6 7.Bh4 dxc4 8.e4 g5 9.Bg3 b5 (Áhugavert offur, ið gevur svørtum álopsspæl) 10.axb5 cxb5 11.Rixb5 axb5 12.Rxa8 Bb4+ 13.Ke2 Ric6 14.Rie5 Ria5 15.Rb8 Rixe4 16.f3? (Heldur óskiljandi hví Ivanchuk ikki leikti 16.Rxb5, nú tá hann beint undan hevði leikt Rb8) 16...Rid6 17.h4 f6! (Topalov byrjar at brilliera) 18.hxg5 Rif5! 19.Be1 Bxe1 20.Fxe1 fxe5 21.Rxc8 Fxc8 22.Fxa5 0-0 (Rættiliga kalt. Svartur hevur greiðan fyrimun) 23.Rxh6 (Desperatión) Støðumynd eftir 23. Rxh6 23...Qd7! (Topalov fer heldur eftir konginum enn eftir materiali. Rixh6 vinnur sjálvsagt eisini) 24.Rh3 exd4 25.Kd2 Rie3 26.Be2 Rixg2 27.Ria3 Fg7! (Ivanchuk kann gevast við góðari samvisku, men í blindtalvi kann alt henda og helst hongur Chucky fastur í hesari vón) 28.Rg3 Rif4 29.Bd1 c3+ 30.Kc1 b4 31.Fa5 (Fxb4 Rid3+) 31...d3 32.Fxb4 c2 Fantastiska flott blindtalv. Ivanchuk varð niðurspældur. 0-1 Blindtalvið hesa vikuna Bæði taptu Kappingarnevndin hjá FSF tók fríggjadagin støðu til kærumálini, sum NÍF og Fram hvør í sínum lagi høvdu sent inn um sínamillum dystin næst seinasta leygardag. Ein dystur, har báðir partar ákærdu mótpartin fyri nýtslu av ikki-skrásettum spælarum. Og sum so fingu bæði feløgini viðhald í síni kæru. Kappingarnevndin gjørdi nevnliga av, at hvørg­in parturin skuldi halda fram í kappingini, og soleiðis fekk KÍ frí hetta vikuskiftið. KÍ skuldi annars á heimavølli spæla móti vinnarunum av dystinum millum tey bæði liðini. -mørk Skutu um DM-heitið Leygardagin lut­tóku 5 ungir bogaskjúttar í kappingini um danska meist­ara­ heitið fyri ung upp til og við 16 ár. Teir vóru bólkaðir í trim­um ymiskum bólkum bogaskjóting tíðindaskriv Í bólkinum dreingir com­ pound mini luttók Helgi Lamhauge, Ørvur. Heilt stutt inn í kappingina slitn­ aði sleingjan hjá honum, bogi datt á gólvið og javnvágsstongin loysn­ aði so mikið, at ikki bar til at umvæla skaðan. Tí mátti hann skjóta víð­ari í kappingini uttan javn­ vágsstong, og er hetta til stóran ampa. Hóast hetta bleiv Helgi nr. 5 í bólkinum við 527 stigum. Í bólkinum vóru 17 luttakarir. Í bólkinum dreingir com­pound kadet luttóku tríggir dreingir. Magnus Andreassen og Kaj Jo­ hannesen, báðir úr Ørvi, blivu ávikavist nr. 9 við 554 stigum og nr. 10 við 544 stigum. Kristoffer Andre­asen, Ørvur, luttók eisini í hesum bólkinum, men varð noydd ur at gev­ast, tá hann var komin í helvt, tí tað stykkið, sum heldur á stronginum, slitn­aði og kundi ikki umvælast aftur. Tá hetta hendi, lá hann á 10. plássi. Í bólkinum vóru 27 luttakarir. Í bólkinum dreingir re­ curve kadet luttók Sjúrð­ur Rein, Tambar. Eftir heldur slaka byrjan gekk betri og bleiv hann nr. 15 við 543 stigum. Í bólkinum vóru 35 luttakarir. Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað?