mánadagur 27. mars 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 61 - 27. mars 2006
Annað vikuskiftið á
rað leikti AaB – við
tveimum føroyingum
á liðnum – javnt
ímóti botnliðnum
SønderjyskE
Superliga
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Teir báðir Súni Olsen og Jón
Rói Jakobsen fingu aftur
fulla spælitíð um vikuskiftið.
Mótstøðuliðið hjá AaB
var tað sama sum seinasta
vikuskiftið, og úrslitið
gjørdist aftur hesuferð 2-2,
sum má vera eitt vónbrot
fyri AaB.
Tað kundi tó verið
verri, tí SønderjyskE var
frammanfyri 2-0 eitt skifti í
seinna hálvleiki. Peter Sand
legði útiliðið framum fyri
steðgin, og tíggju minuttir
inn í seinna hálvleik økti
Peter Nymann til 2-0, eftir
at rangstøðufellan hjá Aab
kiksaði.
Jón Rói við í máli
SønderjyskE hevði ein
gyltan møguleika at leggja
seg framum við trimum
málum, men Jón Rói fekk
bjargað á sjálvari málstrikuni.
Minuttin eftir minkaði AaB
so til 1-2, tá Caca skallaði
bóltin í netið eftir fríspark
og upplegg frá Jón Róa.
Aab fekk eisini útjavnandi
málið, tá fimm minuttir vóru
eftir at leika, og tað var aftur
brasiliumaðurin Caca, ið
skoraði.
Súni
Olsen
hevði
nakrar
royndir
útifrá
við sínum vandamikla
vinstrabeini, men hepnið
var ikki við honum hesuferð.
Mikukvøldið vitja Jón Rói,
Súni og hinir liðfelagarnir
í Aab í Parkini, har FCK
verður mótstøðuliðið.
Tey átta feløgini, sum
eru eftir í kappingini
um Løgmanssteypið,
spæla øll í bestu
deildini. Eingin av
teimum fremstu
var tikin á bóli um
vikuskiftið, men á
Skála lá sensatiónin
og lúrdi eina stutta
løtu, og EB/Streymur
fekk ein kvøkk ímóti
B71
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Besta deildin eigur øll allar
átta luttakararnar, sum
framvegis hava møguleika
at vinna Løgmanssteypið
2006.
Einastu
feløgini
í
Formuladeildini, sum ikki eru
partur av steypakappingini,
eru VB/Sumba og ÍF. Tey
bæði feløgini taptu ímóti
ávíkavist HB og B68.
Lutakastið til fjórðings-
finalurnar verður í 3-2
sendingini mánakvøldið.
Tá verður funnið fram til,
hvørjum hesi átta skulu
dystast móti: KÍ, GÍ, EB/
Streymur, Skála, NSÍ, B68,
B36 og HB.
Fjórðingsfinalurnar verða
spældar Kristi Himmals-
ferðardag, sum verður
hósdagin 25. mai.
Gekk sum roknað
varð við
Tað var einki óvæntað úrslit í
steypadystunum, sum vórðu
spældir um vikuskiftið.
Feløgini í Formuladeildini
vunnu sínar dystir, hóast
okkurt av teimum skuldi
stríðast hart fyri tíð.
Í fýra av dystunum vóru
fleiri mál á muni, meðan hinir
dystirnir vóru nakað tættari,
og á Toftum varð neyðugt
við bæði longdari leiktíð og
brotssparkskapping.
Ein av dystunum, sum var
á skránni, var ikki spældur.
Hetta var dysturin ímillum KÍ
og Fram. Kappingarnevndin
hjá FSF koyrdi Fram úr
kappingini, tí felagið hevði
brúkt óskrásettar spælarar,
og støðan var tann sama hjá
NFÍ, sum kundi tikið við
eftir Fram.
Skála skuldi stríðast
AB verður roknað sum
eitt av sterkastu liðunum í
næstbestu deildini í ár, og
teir gjørdu eisini um seg á
Skála leygardagin.
Seint í dystinum legði
Allan Mørkøre AB á odda,
men Skála megnaði at javna
beint aftaná, og so varð
neyðugt við umdysti, har
Pætur Dam Jacobsen gjørdi
sigursmálið hjá Skála.
Eisini
EB/Streymur
fekk ein lítlan hvøkk, tí
hóast teir vóru á odda 2-0 í
heimadystinum ímóti B71,
stóð tað knappliga á jøvnum.
B71 minkaði og javnaði,
áðrenn Hans Pauli Samuelsen
gjørdi sigursmálið hjá EB/
Streymi
Á Toftum var lívligt
leygardagin. B68 og ÍF
spældu ein javnan dyst, sum
varð avgjørdur við brots-
sparkskapping. Seinastu
løtuna spældi B68 við 9
monnum, tí tveir høvdu fingið
reyða kortið, men toftamenn
hildu skansan og vunnu
brotssparkskappingina.
Greiðir sigrar
Fýra av formulaliðunum
vunnu greiðar sigrar í sínum
dysti. Í Sørvági vitjaði
NSÍ, og har var heimaliðið
rættiligt treiskt. Christian
Høgni Jacobsen legði NSÍ
á odda í seinna hálvleiki,
men SÍ svaraði aftur við
máli av Messias Pereira.
Síðani mannaði NSÍ seg upp
og skoraði trý mál afturat.
Christian Høgni gjørdi
hattrick.
Føroyameistararnir í B36
høvdu vitjan av TB, sum
flutti úr bestu deildini í fjør,
og stórur munur var millum
liðini leygardagin. B36 vann
heili 5-0, og tað var sigandi
fyri gongdina í dystinum,
har havnaliðið var greitt
omaná allatíðina.
Í Gøtu spældu grannarnir
GÍ og LÍF, og her var tað
liðið úr bestu deildini, sum
vann dystin. GÍ var á odda 2-
1 í hálvleikinum, og í seinna
hálvleiki øktu tær gulu tvær
ferðir.
HB hevði vitjan av Sumba/
VB, og heimaliðið vann 4-
1. Í hálvleikinum var HB
frammanfyri 2-1, og í seinna
hálvleiki skoraðu teir tvær
ferðir afturat.
Gunnar
fekk lítla
kapping
Leygardagin
skipaði
Tórshavnar
Súkklufelag
fyri kapping í
Landavegsúkkling.
Ongin Eli var
at geva Gunnar
kapping, sum tí
fór við sigrinum.
Súkkling
Tíðindaskriv
Leygardagin
bleiv
kappast
í
landa-
vegskoyring. Koyrt varð
úr Havn til Hósvíkar
og aftur til Havnar.
Leiðin gekk gjøgnum
bergholið báðar vegir,
og koyrt bleiv tilsamans
56 km. Startur og mál
var við Plantusøluna við
Hvítanesvegin.
Kappingin er ein
liður í fyrireikingunum
til komandi Oyggja-
leikirnar, ið verða á
Rhodos á sumri 2007.
TSF hevur við einari
tættari kappingarskrá
tikið dystin upp við
tíðina, nú bert gott og
væl eitt ár er eftir til
leikirnar. Á skránni hjá
felagnum eru kappingar
hvønn mánað fram til
oktober.
Unglingasúkklarin
Sigmundur
Olsson
var
væl
koyrandi
leygardagin, og hann
megnaði at halda tørn
líka til leiðin gekk
gjøgnum tunnilin við
kós móti Havnini. Tá
byrjaði kreftirnar at
ganga undan, og Gunnar
Dahl-Olsen koyrdi tí ein
tryggan sigur heim.
Tað var ikki møguligt
hjá Eli Christiansen
at luttaka, nú hann í
løtuni er uttanlands í
arbeiðsørindum.
Tað vóru umleið
18 minuttir millum
nummar eitt og tvey,
men bert ein góður
minuttur millum tvey og
trý. Sverri M. Edvinsson
gjørdist triður á mál.
Í veteranbólkinum
gjørdist
Evald
Rasmussen vinnari.
Hann koyrdi teir 56 km
uppá tveir tímar og 22
minuttir.
Úrslit
Nr.
Navn
Tíð
1 Gunnar Dahl-Olsen
1.55.15
2 Sigmund Olsson
2.13.28
3 Sverri M. Edvinsson
2.15.11
Tey bestu gjørdu sína skyldu
Í fjør hevði B36 sínar trupulleikar av TB, men leygardagin var tó eingin ivi í dystinum í
Gundadali
Kappingin um Løgmanssteypið
SÍ-NSÍ 1-4 (0-0)
0-1: Christian Høgni Jacobsen
1-1: Messias Perreira
1-2: Jónstein Petersen
1-3: Christian Høgni Jacobsen
1-4: Christian Høgni Jacobsen
B68-ÍF 5-4 eftir umdyst og brotsspørk. 1-1 (1-0)
1-0: Súni Fríði Barbá
1-1: Bartal Eliasen
B36-TB 5-0 (2-0)
1-0: Fróði Benjaminsen
2-0: Sylla D. Amed
3-0: Obi
4-0: Fróði Benjaminsen
5-0: Fróði Benjaminsen
GÍ-LIF 4-1 (2-1)
1-0: Hans Jørgen Djurhuus
2-0: Sámal Joensen
2-1: Símun Waag Høgnesen
3-1: Sámal Joensen
4-1: Kaj Ennigarð
EB/Streymur-B71 3-2 (2-0)
1-0: Hans Pauli Samuelsen
2-0: Egil á Bø
2-1: Clayton Soares
2-2: Clayton Soares
3-2: Hans Pauli Samuelsen
Skála-AB 2-1 (0-0) (eftir umdyst)
0-1: Allan Mørkøre
1-1: Jónhard Frederiksberg
2-1: Pætur Dam Jacobsen
HB-VB 4-1 (2-1)
1-0: Jákup á Borg
2-0: Rasmus Nolsøe
2-1: Jákup Olsen
3-1: Páll M. Joensen
4-1: Jóhan E. R. Mouritsen
KÍ-Fram (KÍ víðari uttan dyst)
FAKTA
Føroyingarnir klára ikki at vinna