Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-11-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. november 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 25. november 2000 11 10 Nr. 228 - 25. november 2000 Alma Rustin í Fugla- fir›i fyllir 100 ár mánadagin 27. november. Hon hevur bú› alla sína tí› í Fuglafir›i. Hóast høga aldurin er hon frísk bæ›i til likams og sál og ber seg sera væl 100 ÁRA FØ‹INGARDAGUR Or›: Edvard Joensen Myndir: Jens Kristian Vang Fuglafjør›ur: Alma Rustin í Fuglafir›i fyllir 100 ár mánadagin 27. november. Hon er andsfrísk og skemti- lig at tosa vi›. Henni hevur dáma› væl at dansa, men hon tímir ikki at spæla bingo. Alma b‡r í dag í eldra- samb‡linum Vesturstovu i Fuglafir›i, og har dámar henni væl. Ikki tí, henni hev›i eisini dáma› at veri› heima, men beinini eru vikna› naka›, og umstø›- urnar at flyta seg í koyri- stóli eru betri her enn heima. – Og so var ta› einki stuttligt at sita einsamøll vi› hús, tá dóttirin altí› skuldi út at spæla bingo, heldur hon skemtandi fyri. Hev›i ta› veri› at dans- a›, hev›i ta› so veri› naka›. Ta› heldur Alma saktans, at fólk kunnu brúka tí› til. Men at fólk tíma at spæla bingo, skilir hon ikki. Alma er ætta› úr Fugla- fir›i, og her hevur hon bú› at kalla alla ta øldina, hon hevur liva›. Ikki tí, at hon hevur siti› sta›bundin sum ein fli›a í Fuglafir›i. Hon var á ungum árum í Havn og gekk í skúla, men kom aftur til Fuglafjar›ar 25 ára gomul. Sí›an hevur hon fer›ast nógv, grei›ir hon frá. Og hon hevur veri› í mongum vási. Til dømis hevur hon veri› vi› uttanlands og keypt skip. Ta› eru helst ikki so nógvar konur, sum hava gjørt ta›. Ta› var ta fer›ina, ma›ur hennara, Poul, saman vi› tveimum brø›rum keypti sandbátin Ormin V. Tá var Alma vi› í fer›alagnum, sum var og keypti skipi›. Alma er fødd og upp- vaksin í Fuglafir›i. For- eldrini fluttu til Fuglafjar›- ar, har pápin fór at arbei›a sum bókhaldari hjá svágin- um, S. P.Petersen. Tær vóru tríggjar systrar, og Alma var yngst. At vera barn í Fuglafir›i fyri knappliga hundra› árum sí›an, var ikki heilt ta› sama, sum ta› er í dag, heldur Alma fyri. Tey spældu á sandinum. Leita›u eftir leikum , sum tey so spældu vi› . Gjørdu sær hús av sandi, og har settu tey so hesi leikapettini upp, sum fólk og hvat tey nú kundu finna uppá. Ta › galt um at finna tey vakr- astu leikapettini, sigur Alma. Hon minnist, at einafer› kom ein breti, sum pápin kendi, at vitja. Hann hev›i eina dukku vi› til Almu. Hesi dukku var hon sera errin av og gla› fyri. Slík dukka var ikki hvørs mans ogn. Men hon slapp ikki at spæla vi› dukkuna. Nei, nei. Mamman helt ta› vera í so nógv, so hon hongdi dukkuna upp á stovuvegg- in, og har kundu tær so sita og hyggja at henni, minnist Alma. Hálva øld vi› posti Pápin hev›i, umframt at vera bókhaldari, eisini bakarí og postavgrei›sluna í Fuglafir›i. Ta› gjørdist helst í so nógv hjá honum, og bo› vór›u send eftir Almu, sum var í Havn og gekk í skúla, at koma nor›ur at taka sær av postinum. Alma var tá 25 ára gomul, og hon røkti hesa posttænastuna í 50 ár. Brævsavnari nevndi hon seg. Umframt sjálva postav- grei›sluna í Fuglafir›i var eisini ein postbátur, sum ma›ur Almu, Poul, sigldi vi› millum Fuglafjør› og Klaksvík. Siglt var› tríggj- ar fer›ir um vikuna. Bát- urin æt Alma. Alma minnist aftur á, hvussu nógv ø›rvísi ta› var vi› postinum fyrr í mun til nú. Serliga minnist hon aftur á brennivínskassarnar, sum umbidnir vór›u úr Danmark, á›renn Einkar- sølan var› sett ástovn. Ta › var mong komedian ta tí›ina. Rúmi› stó› fult av hesum hvítu køssunum. Ikki tí, at teir ikki vór›u loystir út. Men tí, at eingin vildi ella tordi at fara gjøgnum bygd- ina vi› teimum í dagsl‡si, flennir Alma. So plagdu teir at gera sær ørindi á posthúsi› at gjalda, og vanligi setningurin var: »Tú ert so fitt, so tú goymir mær hetta til í kvøld.« Hóast øll vistu, hvat teir gjørdu á posthúsinum um dagin, komu teir so aftur í myrkrinum vi› posa at koyra fløskurnar í. Og so til hús í vón um ongum at møta. Og solei›is man hava veri› í so mongum bygdum um landi›. Men erligt fólkaslag heldur hon fuglfir›ingar vera. Ikki eina einastu fer› var› naka› stoli› øll tey 50 árini, hon hev›i posthúsi›, hóast lætt var at bróta inn. Hur›in var so miki› vána- lig, sigur Alma, at eitt einsamalt spark hev›i fing- i› hana at dotti› ni›urfrá. Men nú er ø›rvísi. Nú er fleiri fer›ir broti› inn á n‡ggja posthúsi›. Jú, ta› var bæ›i strævi› og hugaligt kortini at hava postin. Alma minnist, Heldur dans enn bingo Hóast høga aldurin er Alma klár og fylgir væl vi› tí, sum hendir rundan um hana hvussu tómt ta› gjørdist, tá Postverki› flutti heim á n‡ggja posthúsi›. Tá var mangan, hon ikki tímdi at sita einsamøll inni. So fór hon bara heim á posthúsi› at seta seg og fáa ta› vi›, sum har hendi. Ma›urin doy›i ungur Alma var gift vi› Poul Midjord úr Fuglafir›i. Tey fingu tríggjar døtur. Tvær búgva í dag í Fuglafir›i, og ein b‡r í Havn. Tey fingu sær familju- navni› Rustin, tí fleiri Poul Midjord vóru í bygdini, og har var vi›hvørt torført at skilja ímillum. Poul doy›i bara 48 ára gamal. »Tann dagin gloymi eg aldrin«, sigur Alma og hyggur at myndini av Pouli, sum stendur á bor›inum í stovu hennara í Vestur- stovu. »Hann var vakur ma›ur«, sigur hon. Alma grei›ir frá, at grind hev›i veri› í Fuglafir›i, og Poul var farin av húsum, sum a›rir grindamenn. Tí›in lei›, og hann kom ikki aftur. Hon gjørdist alt meira óttafull, grei›ir Alma frá. Men gjørdi tó av at fara í song, tí hann mundi fara at koma. Men hon sovna›i ikki, og eingin ma›ur kom. Náttin lei›, og alt seg›i ta› sama. So einafer› hoyrdi hon, at onkur kom inn. Nú mundi hann koma, hugsa›i hon. Men hetta kom eftir gongini, og hon hoyrdi beinanveg, at hetta var ikki gongulagi› á manninum. Tá hur›in so fór upp, og læknin kom inn, kendi hon beinanveg á sær, at her komu feigdarbo›. »Tú her? seg›i eg vi› læknan«, minnist Alma. »Tú kemur vi› ringum bo›- um«. Ja, seg›i læknin. Hann kom vi› teimum bo›- um, at Poul var dey›ur. »Ta› vóru eini forferdilig bo› at fáa, og eg gloymi ta› ongantí› aftur«, sigur Alma. Hann var dottin ni›ur millum bryggjuna og eitt skip. Leita› var›, og um morgunin var› hann funnin aftur. Betri tí› fyrr Alma heldur, at hóast fólk í dag hava maskinur at gera alt arbei›i fyri seg, so hava tey ongantí› tí› til naka›. Ø›rvísi var fyrr. Møtti tú einum fólki, var ste›ga › upp at práta. Og ta› var eingin, sum seg›i, at nú máttu tey fara, tí tey ikki høvdu tí› at standa longur. Men hygg í dag. Fólk hava ta› so fittligt. Einki vi› at bera vatn inn úr ánni ella vaksa á vaskibretti. Og øsku kennir eingin til held- ur. Alma minnist, tá hon fór heim vi› vinkonunum, me›an tær fóru at fáa sær náttur›a. Rís og vatngreyt. Ta› var vanligt. Hon seg›i vi› mammuna, at hon helt ta› vera synd í hesi einu gentuni, at hon bara skuldi fáa sovor›nan náttur›a, me›an tey sjálv høvdu bæ›i brey› og smør. Ja, seg›i mamman. So- lei›is er so javnt hjá fólki. Ver tú takksom fyri, at tú hevur ta› so gott. Tíbetur er hendan stø›an batna› rættiliga munandi, og fólk hava ta› rættiliga gott í Føroyum. Men tey láta illa at kortini. »Fólk eru ótakksom«, sta›festir 100 ára gamla Alma Rustin úr Fuglafir›i, sum hevur naka› at bera saman vi›. Alma livir heilt væl, letur hon at. Eygu og oyru fara nú at merkja høga aldurin eitt sindur. Tó ber væl til at tosa vi› hana, og hon sær væl fólk. Beinini er vikna› eitt sindur, men hon situr uppi í koyristóli. Nú er li›ugt vi› at dansa, sigur hon. Ta› dámdi henni ógvuliga væl, tá hon var ung. Alma heldur, at ung fólk eiga at stuttleika sær og fáa sum mest burturúr, me›an til ber. Seinni fer nokk okkurt anna› at koma. Og so er ta› eisini sunt at fáa sær ein »sving- om«, er hon onga løtu í iva um. Men hóast Alma ikki dansar longur, spælir hon kort vi›hvørt. Sjavs, sigur hon, og minnist aftur á gamlar dagar, tá tær plagdu tríggjar vinkonur at fara inn til jar›amó›rina at spæla sjavs. So sótu tær f‡ra og spældu kort og hugna›u sær. Alma vænta›i ikki, at hon fór at minnast spæli›, nú hon flutti í Vesturstovu. Men ikki bilti, og onkran kross hevur hon eisini vunni›. Alma Rustin er løtt og gla› og letur heilt væl at livimátanum. Hóast hon er 100 ár, livir hon sum fisk- urin. Og ikki ivast hon í, at ta› er tí, at hon hevur liva › sunt. Ikki drukki› og ong- antí› roykt. Alma Rustin b‡r í eldrasam- b‡linum Vesturstovu í Fugla- fir›i, har døturnar Margretha og Hildigar› vóru inni á gólvinum hendan dagin Alma er sera skemtingarsom og veit altí› onkra gó›a søgu