Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 62 - 28. mars 2006 [2] Hvussu man gangast í Japan? Nógv gjørdust ov sein, tá Føroya Banki fyrr í ár beyð viðskiftafólkum at gera íløgur fyri 100 milliónir krónur í lánsbræv við trygd ímóti at missa ílagda peningin. Men nú kunnu íleggjarar aftur halda seg framat í Føroya Banka. Frá 20. mars til 7. apríl 2006 ber til at gera íløgur í nýtt lánsbræv, sum fylgir gongdini á japanska partabræva- marknaðinum. Íleggjarar fáa við vissu 1% í rentu um árið. Í mesta lagi kann rentan gerast heili 30% árliga í fimm ára gildistíðini. Kommuninvest í Svøríki útgevur nýggja lánsbrævið, og Føroya Banki samstarvar við Nordea um útgávuna. Teknast kunnu 200 milliónir krónur hesaferð. Vilt tú vita meira um nýggja lánsbrævið, set teg so í samband við íløguráðgevarar bankans.