Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 28. mars 2006 5 – Fleiri nevndar­limir og aðrir limir í Suður­ oyar,Sam­bands­­felag venda nú flokk­in­um bakið og á eyka­aðal­ fundi í felagnum í næstum verður rætt og slætt mælt til at avtaka felagið Sambands­ flokkurin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað hevur fingið álvars­ lig­ar avleiðingar fyri sam­ bandsflokkin, at Johan Dahl ikki varð valdur til formann floksins á landsfundinum fríggjakvøldið. Og tað verður kanska verri enn. Í øllum førum er greitt, at formaðurin í Suðuroyar Sambandsfelag vnedur flokk­inum bakið og at hann eisini tekur fleiri aðrar nevnd­ arlimir við sær. Somuleiðis er greitt, at tað er fleiri aðrir vanligir limir í sambandsflokkinum í Suðuroy, sum venda flokk­ inum bakið og onki vilja hava við hann at gera longur. Komu ósamd suðuraftur Jan Jaldansen, formaður í Suðuroyar Sambandsfelag, sigur, at hann fer fyrsta dagin at kalla inn til eykaaðalfund í Suðuroyar Sambandsfelag. - Á eykaaðalfundinum fari í hvussu so er eg og minst fimm aðrir nevndarlimir at melda okkum úr flokkin­ um. – Samstundis fara vit at mæla til, at felagið verður avtikið. Hann sigur, at sostatt kunnu tey, sum hava hug at føra sam­bands­flokk­in í Suður­oy víðari, stovna eitt nýtt felag. Formaðurin í Suðuroyar sambandsfelag sigur, at hann hevur ikki tosað við allar nevndarlimirnar í felag­ num, so hann veit ikki um enn fleiri fara at melda seg út. Hann vísur á, at nevndin í Suðuroyar Sambandsfelag er nývald. – Allir suðuroyingarnir, sum skuldu umboða Suður­ oynna á landsfundinum fríggja­kvøldið, fóru øll norður til Havnar sum ein maður, tí vit vóru øll samd um at vit skuldu velja Johan Dahl til formann í flokkin­ um. – Men vit komu suðuraftur ósamd, tí tá ið avtornaði, vísti tað seg, at umboðini av Tvøroyri, Jaspur Vang og Marjun Olsen, lupu frá og stuðlaðu ikki Johan Dahl. Hann vísir á, at Marj­un Olsen umboðaði starvs­nevnd­ ina og atkvøddi sam­­an við teimum. Jaspur Vang umboð­ aði Suðuroyar Sam­­bands­ felag og hann bar seg í fyrstu atløgu undan at atkvøða, tí hann vildi ikki hava skyldina av, at Kaj Leo Johannesen fall sum formað­ur. – Vit fingu kortini sannført hann um, at hann átti at atkvøða. Tað endaði við, at hann játtaði, at hann kundi gott atkvøða, men tað er greitt, at hann stuðlaði ikki Johan Dahl. Samstarv ómøguligt Jan Haldansen sigur, at tað ber ikki til at sita saman og hyggja í eyguni á hvørjum øðrum eftir slíka framferð. – Tí er eitt framtíðar­sam­ starv ómøguligt eftir tað, sum er farið fram og sostatt hava hann og fleiri við hon­ um gjørt av at fara úr flokk­ in­um. Hann sigur eisini, at eft­ ir hetta, sær framtíðin hjá sambandsflokkinum í Suður­ oy rættiliga svørt út. – Johan Dahl var okkara stóri profilur og eg dugi heilt einfalt ikki at síggja, hvør skal koma í hansara stað. Tí dugi eg heldur ikki at síggja, at flokkinum er lív lagað í Suðuroynni, sigur Jan Haldansen. Skuldi vera valdur flúgvandi Formaðurin í Suðuroyar Sam­ bandsfelag er annars ómeta­ liga vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist at fáa Johan Dahl valdan til formann. – Johan Dahl gjørdi eisini greitt frá fyrsta degi, at hann stillaði ikki upp, fekk hann ikki frammanundan trygd fyri, at hann fekk nóg stóra undirtøku til at verða valdur. – Vit gjørdu tískil eitt stórt arbeiði fyri at tryggja honum undirtøku og høvdu eisini vissað okkum ein stóran meiri­luta fyri Johan Dahl áðrenn fundin. Tað endaði við, at Suður­ oyar Sambandsfelag still­ aði Johan Dahl upp, sam­an við felagnum í Norð­oyggj­ um, Eysturoynni og Norð­ streymoy. – Vit høvdu so nógvar vátt­anir frá valfeløgum og politikarum um at tey fóru at velja Johan Dahl, at vit ivaðust ikki í, at hann varð valdur so flúgvandi til for­ mann. Men tað vísti seg, at tá ið atkvøðast skuldi, vóru nógv­ ir svíkjarar ímillum, sigur Jan Haldansen. – Illgitingarnar ímóti mær eru bæði skeivar og miss kiltar, sigur Jaspur Vang, sum hevur verið varamaður hjá Johan Dahl á Løgtingi Sambands­ flokkurin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Illgitingarnar ímóti mær eru skeivar. Jaspur Vang, sambands­ maður í Suðuroy og varalimur hjá Johan Dahl á Føroya Løgtingi, sigur, at tað er onki hald í illgitingunum hjá formanninum í Suðuroyar Sambandsfelag. Í hinari greini her á síð­ uni, sigur Jan Haldansen, for­maður í Suðuroyar Sam­ bandsfelag, at tá ið nýggjur formaður skuldi veljast fyri sambandsflokkin fríggja­ kvøldið, fekk Johan Dahl ikki so frægt sum fulla undirtøku frá teimum suðuroyingum, sum møttu á landsfundinum. Hann sigur, at umboðini av Tvøroyri, Jaspur Vang og Marj­un Olsen, vildu ikki stuðla Johan Dahl, hóast Suð­ ur­oyar Sambandsfelag hevði gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa undirtøku fyri Johan Dahl og hevði gingið á odda at stilla hann upp. Grundarleyst og misskilt Jaspur vang sigur, at her er talan bæði um grundarleysar illgitingar og um beinleiðis misskiljingar. – Veruleikin er, at eg at­ kvøddi slett ikki á lands­fund­ inum, sigur Jaspur Vang. Hann vísir á, at Suðuroyar Sambandsfelag hevði fimm atkvøður á landsfundinum. Men tey vóru seks umboð fyri felagið á fundinum. – Og eg var so tað sætta umboðið og sostatt hevði eg ikki atkvøðurætt og sostatt heldur onga atkvøðu. So ein­falt er tað, sigur Jaspur Vang. Annars sigur hann, at hann er fullvísur í, at Johan Dahl fekk allar tær fimm atkvøðurnar hjá Suðuroyar Sambandsfelag. Hann váttar eisini, at Johan Dahl hevði fullan stuðul frá Suðuroyar Sambandsfelag. – Tað hevði hann tryggja sær á fundi frammanundan og soleiðis var tað, tí hann fekk allar atkvøðurnar, sum Suðuroyar Sambandsfelag hevði at ráða yvir. Annars mælir Jaspur Vang nú til, at sambandsfólk í all­ ari Suðuroy samstarva og standa saman um sam­bands­ flokkin, tí hvørki flokkur ella hugsjón standa og fella við einum manni. Hann sær sostatt als ikki svart upp á framtíðina hjá sambandsflokkinum í Suðuroy, tí hann ivast ikki í, at flokkurin framvegis hevur dygga undirtøku. Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á Marjuni Olsen, av Tvøroyri, áðrenn blaðið fór til prentingar. Kunnu ikki hyggja í eyguni á hvørjum øðrum eftir hetta Jaspur Vang atkvøddi ikki – Tað vóru nógvir svíkjarar ímillum og eftir tað, sum er farið fram, er alt samstarv ómøguligt, sigur Jan Haldansen, formaður í Suðuroyar Sambandsfelag í nakrar dagar afturat Mynd: Dagfinn Olsen – Sambandsfólk í allari Suðuroy mugu samstarva og standa saman, tí hvørki flokkur ella hugsjón standa ella fella við einum manni, sigur Jaspur Vang