Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 62 - 28. mars 2006 Klárt at melda til tunnils­ renning Nú ber til at melda seg til renningina, sum skipað verður fyri í samband við at Norðoyatunnilin verð­ ur liðugur Fram til 17. apríl ber til at melda seg til renn­ ingina, sum Treysti skip­ ar fyri, skrivar Norð­lýsið á heimasíðuni. Tunn­ils­ renningin verður sunnu­ dagin 23. apríl. Tveir møguleikar eru at melda til. Annar er um­vegis heimasíðuna hjá Treystinum, www.treysti. fo, har møguleiki er at gjalda við gjaldskorti. Til ber eisini at fara inn á eina av deildunum hjá Føroya Sparikassa og melda seg til har. Summarlega í Hilldrød Summarlega Tíðindaksriv Norðurlendska summar­ legan í Hillerød verður aftur í ár. Hon verður frá 3. til 9.juli. Á leguni verða 90 børn, 11 til 14 ára gomul, úr Norðurlondunum og Baltalondunum. Á summarleguni, sum er í vakrari náttúru, í ein­ um skógi við eitt vatn, verða spøl og ítróttur, bæði inni og serliga úti. Útferð til Keypmannahavnar, mill­um annað í Tivoli, er eisini á skránni. Seinastu árini hava nógv føroysk børn verið á hesari summarleguni, sum er fyri børn úr 11 lond­um. Kostnaðurin er 1600 kr. umframt ferðina til Hillerød og heim aftur. Freistin at tekna seg er til 22.mai. Tilmeldingarblað er á heimasíðuni www. hillerodhostel.dk. Nordisk lejrskole hevur telefon 0045 48261986 og teldupostbústaðin info@ hillerodhostel.dk Tíðindaskriv. Á einum hátíðarhaldi, sum varð hildið Marga­rin­ fabrikkini hóskvøldið, vóru vinnararnir av lýs­ing­ar­ kappingini í Agurk funnir. Vinnarin var filmurin ”Nýt­ ið hjálm hvørjaferð!” hjá Jóhannus Elias o.ø. Um filmin, segði Mikkj­al Helmsdal – vegna dómarar­ nar – at ”Dómsnevndin letur fyrstu virðisløn til ein film, sum eins og filmurin, ið vann aðru virðisløn, er væl gjørdur og væl gjøgnum­ar­ beiddur.  Filmsfólkini hava stýr á søgu, leikstjórn og klipp­ing.  Filmurin hevur eitt drive og ein ráan hu­mor, sum rakar málbólkin væl.  Hóast humorin, so trúgva dóm­ar­ar­ nir, at álvarin í boð­skapinum eisini kemur fram, serliga tá ein sær lýsingina fleiri ferðir.  Tann forvreingjaða røddin í endanum, oyði­legg­ ur eitt sindur av stílinum og heild­ar­inn­trykk­inum, men ikki nóg mikið til, at dóms­nevndin slepti meting­ ini um, at sum heild var besti lýsingarfilmurin í hesi kappingini:  Filmurin ”nýtið hjálm hvørjaferð!” Høvuðsvinningurin var ein stór telda at klippa film við. Jón Kragesteen, stjóri í Ferðslutrygd, handaði glaðu vinnarunum gávubrævið við telduni. Annaðplássið fingu John Ivar & Co. Sama manning sum vann stuttfilmakapping­ ina í heyst. Hesir høvdu latið heilar fimm lýsingar inn, so tað var væntandi at onkur lýsing kom í finaluna. Lýsingin sum fekk annað plássið var lýsingin ”Á sjúkra­húsinum” Um filmin søgdu dómararnir millum annað ” Filmurin sigur eina einfalda og álvarsliga søgu, sum verður stramt og væl fortald.  Sjónleikararnir verða brúktir á ein hátt, sum ger søguna 100% trúverd­ uga.  Boðskapurin er greiður. Lýsingin hevur eisini eitt feminint kenslusemi, sum hinar lýsingarnar sakna. Triðaplássið fór, eitt sind­ur yvirraskandi, inn á Strendur til Stranda Skúla og Poul Arna Klein fyri lýsingina ”Heldur hjálm enn gravarsálm.” Um lýsingina søgdu dómararnir m.a.: Hug­skotið við hjálmunum, sum sita á høvdinum alla tíð og allastaðni, eisini við morgunmatarborðið, er so mikið gott, at dómsnevndin hevur sæð burtur frá teknisku veikleikunum. Annað og triðaplássið fingu hjálmar til øll á fram­ leiðsluliðnum. Afturat hesum vórðu tveir aðrir prísir latnir. Áskoðaraprísurin fór til Bjarna Jøkladal og Ragnar Mouritsen - ella handicap films – fyri film nummar 14. Hesir báðir vóru greiðir áskoðaravinnarar, tí teir høvdu bæði 1 pláss og 2 pláss hjá áskoðarunum. Og í Margarinfabrikkini var teirra filmur eisini tann ið fekk tað størsta klappið. Serprísurin – sum er ein prísur Jan og Jákup lata – fór til Brian Sjúrðarson og Tóra S. Joensen fyri lýsingina ”Spæl ikki”. Lýsingin er einkul men byggir á dupult­ týdningin í orðinum spæl. Tað er eitt spæl vit síggja og tað kann vera eitt spæl at koyra í ferðsluni. Bæði áskoðaravinnararnir og serprísavinnararnir fingu 3 dvd filmar við oscar­vinn­ ara. Tilber at síggja allar lýs­ ingarnar á heimasíðuni hjá Agurk www.agurk.fo Dómsnevndin var mannað av: Jón Kragesteen, stjóra í RFF, Høgna Rasmussen, stjóra á lýsingarstovuni SANSIR, Mikkjali Helmsdal, dramaturgi,umframt Snorra Poulsen, næmingi í 10. flokki og Halgerð Midjord Mikkelsen, næmingi í 9. flokki, ið bæði umboðaðu mál­bólkin sum lýsingarnar eru ætlaðar til. Argjamenn vunnu Útmelding Jan Müller jan@sosialurin.fo – Eg hevði ikki roknað við, at Johan Dahl tók seg úr tingbólkinum ella flokk­ inum. Tað var tað síðsta eg hevði roknað við, tí eg haldi hann altíð hevur verið og er ein góður sambandsmaður. Eg vóni, at hann umhugsar hatta stigið og helst tek­ur avgerðina aftur og held­ur fram í tingbólki Sam­bands­ floksins. Hetta sigur sambands­ting­ maðurin í Vágum, Marius Dam í eini viðmerking til avgerðina hjá Johan Dahl at taka seg úr flokkinum. Hann heldur eisini, at Johan Dahl setir bæði teir sambandsveljarar, sum hava valt hann sum sítt umboð inn á Føroya Løgting í eina knípu og ikki minst seg sjálv­ an. Marius Dam sigur víðari, at tað er ikki avgerandi fyri Sambandsflokkin, um for­ maðurin eitur Johan Dahl ella hann eitur Kai Leo Jo­hannesen. – Tað, sum er um­ráð­andi, er, at Sam­bands­ flokkurin fær rikið sín sam­ bandspolitikk, og tað fáa vit í løtuni í eini breiðari samgongu. Eg meti sjálvur, at vit innanfloks hava havt eitt ógvuliga gott samstarv, eisini Johan Dahl, hóast vit eisini okkara persónligu linjur. Vit hava eisini havt eitt sera gott samstarv í sam­ gonguni, sum eg haldi eigur at halda fram helst longur enn hetta valskeiðið. Marius Dam, tingmaður: Johan Dahl vælkomin aftur í flokkin Fyrilestur um Islam Rókur Jákupsson Jakosen rokur@sosialurin.fo Nógv fólk var í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, til ein spenn­ andi fyrilestur um lívið hjá Muhammed profeti. Hetta var fyrsti fyrilestur av eini røð av fýra, sum snúgva seg um samanrenningina mill­­um vesturheimin og tann arab­ iska heimin. Mu­hammed tekn­ing­ar­nar í Jyl­lands Post­ en hava verið nógv umrøddar í seinastuni, og hesir fyri­ lestrar kunnu tí­skil verða við til at litað kjak­ið. Høvuðsboðskapurin hjá Børge Schantz er, at tað er onki til hindurs fyri at mus­ limar kunna gerast part­ur av tí vesturlendska sam­ felag­num, men at Islam­ism­ an tó er trupul at sameina við ta vesturlendsku lívs­ áskoðanina. “Muhammed Profetur dugdi væl at síggja, at neyð­ ugt var at fáa skilnað millum kristindóm, jødadóm og islam. Hann var ein sannur demagogur, og dugdi at nýta tey røttu amboðini til at leiða fólkið”. Børge Schantz dugdi sera væl at greiða frá um lívið hjá Muhammed profeti, og serliga heldur undirritaði at tað var spennandi, at ljós varð kastað á Muhammed sum eitt menniskja av kjøti og blóðið. Muslimar halda ikki, at Muhammed er sonur Guðs, men fyri teir er hann tann størsti profeturin. Børge Schantz greiddi frá samtíðini hjá Muhammed, og hann var ikki lítið litríkur í síni frásøgu. Hann greiddi frá tí politisku skipanini í teirri tíðini, og vísti á hvussu nógv religiónin, ella mangul uppá tað sama, hevði at týða fyri upprunan á islam. Hesin fyrsti partur av røð­ ini av fyrilestrum var meiri av upplýsandi slag. Komandi kvøldini verða enn meiri eldfim, og ein kann hugsa sær, at luttakararnir fáa enn betur hug at kjakast. Í kvøld verður dentur lagd­ ur á spennandi øki so sum tær hørðu revsingarnar, leik­ luturin hjá kvinnum í islam. Sostatt verður eitt frálíkt høvið hjá luttakarunum at kjakast um eldfim økir. Til­ takið byrjar klokkan 19.30 í Miðlahúsinum, og tað er ókeypis atgongd. Muhammed var ein gløggur maður Børge Schants Mynd: Frans Galan