týsdagur 28. mars 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 28. mars 2006
7
Í morgin letur
Miklagarður í SMS
upp aftur, eftir at
handilin hevur verið
stongdur í nakrar
vikur, tí umvælingar
og útbyggingar
eru gjørdar. Tá
handilin letur upp,
fara kundarnir at
síggja ein at kalla
spildurnýggjan
Miklagarð
Handilsumvæling
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nógv havnarfólk hava í
spenningi bíðað eftir, at
Miklagarður skal lata upp
aftur eftir umvælingina, og
tað hava tey eisini alla orsøk
til. Nú handilin í morgin
letur upp aftur, er hann
vorðin nógv størri, hevur
størri úrval, og eisini verða
onkrar nýggjar serdeildir
inni í sjálvum handlinum.
Líkist størri
donskum handlum
Tá ið tú kemur inn í nýggja
Miklagarð, leggur tú beinan
vegin til merkis, at handilin
er farin at líkjast teimum
stóru donsku handlunum,
so sum Føtex, Kvickly og
Super Brugsen.
Kring allan handilin eru
frámerkir, ið býta handilin
upp í smærri eindir við eitt
nú frukt/grønmeti, kølivørur,
blómur, slaktari og annað,
soleiðis sum vit eisini kenna
tað aðrastaðnis frá.
Tá ið tú ert komin
ígjøgnum kassarnar og
hevur rindað fyri vøruna,
kemur tú aftur til nakrar
nýggjar søludeildir. Í SMS
hava tey nevnliga gjørt av, at
bæði gamla kioskin Hornið
og blómubúðin Fípan verða
latin aftur, og ístaðin verða
hesir báðir handlar ein partur
av nýggja Miklagarði.
Í nýggja Miklagarði verður
ein serstøk blómudeild, beint
tá ið tú kemur inn í handilin,
meðan ein kiosk verður í
endanum av handlinum, tá
ið tú ert farin gjøgnum stóru
kassarnar.
Umframt nýggju kioskina
er eisini ein serdeild fyri
skundverðar, ein bakaradeild
og ein deild fyri tips og lotto
saman við nýggju kioskini.
Gamalt ynski
Niels Mortensen, stjóri í
SMS, sigur, at tað leingi
hevur verið eitt ynski um
at fríðka um og útbýggja
Miklagarð, og nú er hetta
so loksins gjørt.
– Man sigur vanliga, at
ein handil skal fríðkast
og umvælast við einum
millumbili upp á eini 10-15
ár, og vit hava einki gjørt í
Miklagarði síðani í 1996,
tá ið ein lutfalsliga lítil
umbygging var gjørd, sigur
Niels Mortensen.
Hann heldur tí, at nýggja
útgávan av Miklagarði er
harðliga tiltrongd, og hann er
sera væl nøgdur við úrslitið,
nú latið verður upp aftur í
morgin. Spurdur, hvat tað
hevur kostað at gera stóru
útbyggingina, sigur Niels
Mortensen:
– Tað haldi eg ikki, at eg
fari at upplýsa. Eg haldi tó,
at eg kann siga, at vit hava
brúkt nógvar pengar, men
hinvegin hava vit fingið
nógv fyri pengarnar, sigur
hann.
Niels Mortensen greiðir
frá, at tað er ein arkitektur
í Danmark, sum hevur
serkunnleika innan fyri
handlar, sum saman við
leiðsluni í SMS hevur funnið
fram til, hvussu nýggi
Miklagarður skal síggja út.
– Tað er eingin loyna, at
vit eru fakidiotar. Tí hyggja
vit altíð eftir, hvussu slíkir
handlar síggja út uttanlands,
tá ið man er uttanlands,
og hagani hava vit fingið
nógvan íblástur, sigur stjórin
í SMS.
Niels Mortensen vil
heldur einki siga um, hvørjar
handlar nú fara at verða í
hølunum, har Hornið og
Fípan vóru áður.
Í morgin verður
bókaútsøla í
bókahandlunum
kring landið. Talan
er um afturvendandi
útsøluna, sum er
triðja hvørt ár, og
hesaferð er talan um
tí størstu av sínum
slag nakrantíð
Bókaútsøla
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Bókaútsølan hesaferð er
tann sjeynda í røðini, og
ongantíð áður hava so
nógvar bøkur verið á útsølu.
Tilsamans er talan um ikki
færri enn 440 ymsar bøkur,
ið eru býttar upp í 28 ymsar
bólkar. Allar bøkurnar á
stóru bókaútsøluni eru á
føroyskum. Antin eru tær
uppruna føroyskar, ella eru
tær týddar til føroyskt.
Óvanliga nógvar
skaldsøgur
Á tíðindafundi á Føroyaprent
í morgun greiddi Kári
Árting frá Bókasøluni, ið
stendur fyri at samskipa
stóru bókaútsøluna, frá
úrvalinum á útsøluni. Hann
segði millum annað, at tað er
merkisvert, at tað hesaferð
eru ikki færri enn 42
skaldsøgur við á útsøluni.
– Tað er mong ár, har
eingin skaldsøga kemur út
á føroyskum, og tí er tað
merkisvert, at so nógvar
eru við á útsøluni hesaferð.
Fyri at kunna verða við á
bókaútsøluni skal ein bók
verða í minsta lagi trý ár, og
hon sleppur bert við tvær
ferðir, segði Kári Árting.
Nógvir klassikarar
Millum tær mongu bøkurnar
á bókaútsøluni eru eisini
nógvir klassikarar, so sum
Fiskimenn hjá Martin
Joensen, Men lívið lær hjá
Heðin Brú og Íslandsklokkan
hjá Halldór Laxness.
Í kvøld verður bókablaðið
við útsølubókunum borið
út kring alt landið, og
lítið er at ivast í, at nógvir
føroyingar fara at nærlesa
blaðið at kanna eftir, hvørjar
bøkur tey skulu ogna sær,
tá ið bókaútsølan byrjar í
morgin.
At tilboðini eru góð, er
einki at ivast í, og avslátturin
upp á bøkurnar er upp í heili
85 prosent.
Umboðini fyri
bókahandlarnar kring
landið sótu so hugagóðir
og hugdu í bókablaðið
á tíðindafundinum á
Føroyaprent í morgun
Mynd: Terji Nielsen
Nýggjur og nýmótans Miklagarður
Frukt og grønt deildin í nýggja Miklagarði er eisini munandi størri, enn hon var í gomlu útgávuni.
Mynd: Álvur Haraldsen
Blómuhandilin Fípan er nú stongdur, og ístaðin letur ein serstøk blómudeild upp inni í sjálvum Miklagarði. Mynd: Álvur Haraldsen
Størsta bókaútsølan nakrantíð