Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 62 - 28. mars 2006 UTTAN ÚR HEIMI Sunnudagin sluppu fólk aftur at veiða laks í teimum norðursponsku áunum, og eins og onnur ár var áhugin sera stórur. Tað er nú ikki so løgið, tí øll vilja fáa ársins fyrsta laks, sum verður seldur á uppboði. Í ár var Paulino Fevienza tann hepni. Laks­urin, sum hann fekk, vigaði 3,8 kilo, og tá upp­boðshaldarin dukaði ham­aran í borðið fyri triðju ferð, hevði Paulino fingið einar 85.000 krónur fyri laksin. Kiloprísurin var góð­ar 22.300 krónur. Blað­ ið El Pais skrivar, at Paulino Fevienza er ein royndur laksafiskimaður úr býnum Oviedo. Hann fekk laksin í einari á, sum eitur Eo. Laksafiskararnir í Norð­ ur­spania kunnu bara selja tann fyrsta og tann seinasta laskin, sum verður veiddur í veiðitíðini. Eftir at hava havt fíggjarligar trupulleikar í fleiri ár er vend nú komin í raksturin hjá teimum amerikonsku flogfeløgunum. Tey seinastu fimm árini hava feløgini mist umleið 250 milliardir krónur. Tann fyrsti ársfjórðingurin í ár gevur eisini hall, men fel­ øgini vænta avlop í øðrum ársfjórðingi, og at at 2006 fer at geva avlop, sigur CNN. Hesin spádómurin er galdandi fyri feløgini American Airlines, United Air­lines, Continental Air­ lines og US Airways. Orsøkin til gongdina er, at ferðaseðlaprísurin er hækkaður, ferðafólkini eru vorðin fleiri, og fel­øgini hava skarvað nógv av teimum dagligu út­reiðslunum. Tann stóri vansin er, at brennievnið er tríggjar ferðir dýrari enn fyri fýra árum síðani, men kortini vænta feløgini avlop í ár. Tað kom rættiliga óvart á fleiri, tá svenski for­sætis­ ráðharrin, Göran Pers­ son, kunngjørdi, at hann hevði sett diplomatin Jan Eliasson til nýggjan utt­an­ ríkisráðharra ístaðin fyri Lailu Freiwalds, sum legði frá sær í síðstu viku. Jan Eliasson hevur ver­ ið diplomatur síðani 1965 og ber orð fyri at vera sera dugnaligur. Ta seinastu tíðina hevur hann verið formaður á ST-aðalfundinum, og hann fær æruna av, at ST-londini samdust um at skipa eitt nýtt ráð, sum skal halda eyga við manna­rættindunum kring heimin. Øll limalondini uttan USA atkvøddu fyri uppskoti hans­ara. Politiskir eygleiðarar í Stockholm halda, at nú Göran Persson hevur valt Jan Eliasson til utt­ an­ríkisráðharra, fær utt­ anríkispolitikkurin ikki stórvegis týdning í val­ stríðnum upp undir ríkis­ dagsvalið, sum verður seinni í ár. Tað hevði verið øðr­vísi, um hann hevði valt ein politikara, siga eyg­leiðararnir. Tað hevur ongantíð ging­ið so væl hjá danska hand­ ils­flotanum sum nú, men samstundis vísir tað seg, at reiðaríini hava ilt við at finna egnað fólk til at manna skipini, sigur TV2. A.P. Møller, sum eigur ella rekur 820 skip av yms­ um slagi, plagdi ikki at hava trupult við at manna síni skip, men í sein­astuni hevur reiðaríið havt stórar lýsingar í fleiri sjóvinnubløðum, har tað hevur søkt eftir fólki. Jak­ob Tarnok Larsem, kunn­ ingarstjóri, sigur, at reiðaríið hevur fleiri ný­bygningar í gerð, og at nú verður roynt at manna tey. Fleiri av teimum nýggju skipunum seta serlig krøv til manningina, og tað ger tað so mikið truplari at finna egnað fólk. Peter Friis Jespersen, sum er formaður í Søfartens Ledelse, sigur við Ritzau, at tørvurin á yvirmonnum til handilsflotan er stórur. Sambært Ritzau hava donsk reiðarí bílagt meiri enn 200 nýggj skip fyri ein­ar 70 milliardir krónur. Tilsamans ferma tey umleið 12 milliónir tons, og tey verða latin eigarunum tey næstu trý árini. Lítil ivi er um, at Kad­ima verður tann størsti flokkurin aftan á ísraelska tjóð­artingsvalið í dag, men tað mest spennandi kemur aftan á valið Val í Ísrael Árni Joensen fartekst@mail.dk Longsulin eftir varandi friði, samkensla við Ariel Sharon og óttin fyri tí broyt­ ing­um gera, at Kadima- flokk­urin hjá Ehud Olmert, forsætisráðharra, fer at vinna ísraelska tjóðartingsvalið í dag. Valhølini lótu upp klokk­ an seks í morgun, og úrslitið kemur eina ferð í kvøld. Er tann seinasta veljara­ kann­ingin eftirfarandi, fær Kadima 34 av teimum 120 sessunum í tinginum Knesset. Arbeiðaraflokkurin verður næststørstur við 21 umboðum, og tann gamli stjórnarflokkurin Likud fær 14 tinglimir. Tað er kort­ini ikki vist, at hann verð­ur triðstørstur, tí ein høgra­sinnaður flokkur kann sambært kanningini fáa 15 umboð á ting. Eygleiðarar í Ísrael siga, at júst spurningurin um teir næstu flokkarnar er áhugaverdur, tí teirra úrslit er avgerandi fyri, hvussu tann komandi stjórnarsamgongan fer at síggja út, og hvønn politikk hon fer at reka. Sum er tykist ein samgonga ímillum Kadima og Arbeið­ ara­flokkin rættiliga sannlík, meðan sjónarmiðini hjá Lik­ ud er so nógv øðrvísi enn tey hjá hinum báðum, at flokkurin má haldast at hava sett seg uttanfyri, skrivar Reuter. Tað endaliga stigið Ehud Olmert hevur undir valstríðnum sagt, at Kadima fer at fullføra ætlanina um at niðurleggja fleiri jød­isk­ ar niðursetubygdir á Vest­ ara Áarbakka, soleiðis at markið ímillum Ísrael og tað palestinska økið verð­ur sum markið undan krígnum í 1967, men við nøkrum broytingum. Hesum tekur Arbeiðaraflokkurin und­ ir við. Likud hevur har­ aft­urímóti sagt, at eing­in niðursetubygd skal niður­ leggjast, og at verandi mark skal ikki flytast ein tumma. Sambært Olmert eigur Ísrael at taka tað, sum hann kallar tað endaliga stigið, og tað er líkt til, at hann fær undirtøku fyri tí báðu megin markið. Sambært einari mein­ingakanning, sum kom í gjár, halda 76 prosent av ísraelsmonnunum og 73 pro­sent av palestinunum, at Ísrael eigur at taka seg aftur á Vestara Áarbakka sum lið í einum varandi friði. Útlitini fyri friði hava annars ikki verið tey bestu, síðani Hamas vann palestinska tjóðartingsvalið, men í gjár segði ein av Hamas-leiðarin, Ismail Hani­ yah, at Hamas er sinnað at virka fyri varandi friði við Ísrael, um ísraelsmenn sýna sama vilja. Spurningurin er bara, um hann tosar vegna allan Hamas-flokkin, tí sterk­ar kreftir í flokkinum hava lítlan hug at tingast við Ísrael, skrivar Dagsavisen. Fleiri trupulleikar Men trygdin er ikki tað einasta, sum ísraelsku veljar­ ar­nir taka støðu til í dag. Vælferðin hevur verið nógv frammi í valstríðnum, og tað er ikki so løgið, tá hugsað verður um, at 20 prosent av fólkinum hava minni enn minstamarkið hjá ST at liva fyri. Ein annar trupulleiki er, at tað vísir seg at vera trupult hjá tilflytarum at fáa fótafesti í Ísrael, hóast landið alment bjóðar øllum jødum vælkomnum. Harafturat er nógv spart á ymsum al­mennum økjum so sum almannaøkinum, og hendan gongdin tykist hava gagnað Arbeiðaraflokkinum, sum hevur fingið størri og størri undirtøku í seinastuni. Tá valhølini lótu upp, var framvegis ivi um 28 ting­sessir, tí 20 prosent av veljarunum høvdu ikki av­gjørt, hvar tey skuldu seta krossin. Sambært blaðnum Haaretz er sannlíkt, at teir flestu fara til Kadima og Arbeiðaraflokkin, tá saman um kemur. Svenski stórnjósnarin Stig Wennerström er deyður. Hann var 99 ára gamal Njósning Árni Joensen fartekst@mail.dk Stig Wennerström var ob­erst­ ur í svenska flogvápninum, men í 1963 bleiv hann tik­ in og skuldsettur fyri at hava njósnast fyri Sov­jet­ samveldið. Kann­ing­ar­nar avdúkaðu, at hann hevði verið sovjetskur njósnari líka síðani 1948, tá hann hevði arbeitt á svensku sendistovuni í Moskva eitt tíðarskeið. Sum oberstur í flog­vápn­ inum hevði hann atgongd til nógvar hernaðarligar upp­lýsingar, og sovjetski áhugin fyri honum gjørdist ikki minni, tá hann í 1952 fór at arbeiða á svensku sendistovuni í Washington. Í 1957 fekk Stig Wennerström sæti í einari týðandi svensk­ ari hernaðarnevnd, og seinni fór hann at arbeiða í uttanríkisráðnum í Stock­ holm. Øll árini njósnaðist hann fyri Sovjetsamveldið, men í 1963 varð hann tik­in og dømdur lívlangt revsi­ar­ beiði. Dómurin bleiv seinni broyttur til 20 ára revsi­ arbeiði, men í 1974 fekk Stig Wennerström grið og varð latin leysur. Kendur njósnari deyður Samgongan verður avgerandi Ehud Olmert, forsætisráðharri, greiddi atkvøðu tíðliga í morgun Dýrur laksur Nú gongur betur Eitt gott val Søkja eftir manning