týsdagur 28. mars 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 28. mars 2006
9
Bjarni
skal
svara
um
Sosialin
Heidi Petersen vil
hava at vita, hvørjar
heimildir Føroya
Tele hevur, nú
felagið hevur keypt
minnilutapart í
Sosialinum
Partafelag
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í fyrsta lagi vil Heidi
hava at vita, hvørt
landsstýrismaðurin var
kunnaður um handilin,
tá Føroya Tele var við
at keypa Sosialin. Hartil
vil løgtingskvinnan hava
at vita, hvørt nevndin í
Føroya Tele var kunnað
um handilin.
Hartil verða tríggir
fyrispurningar settir,
sum seta spurnartekin
við heimildina og rætt
leikan hjá almenna parta
felagnum at vera við
til slíkan handil. Spurt
verður, hvørt keypið
av parti av Sosialinum
liggur innan virkisøkið
hjá Føroya Tele. Hvørt
landsstýrismaðurin sær
nakrar trupulleikar í, at
Javnaðarflokkurin við
Føroya løgmanni sum
formanni selur ogn við
almennum partafelag sum
einum av keyparunum.
Og hvørt ein slíkur handil
kann skapa ójavnvág í
føroyska blaðheiminum.
Í
viðmerkingunum
til fyrispurningin, sigur
løgtingskvinnan
hjá
Tjóðveldisflokkinum,
at hon kennir seg nakað
ørkymlaða, tá eitt alment
partafelag fer inn á annað
virkisøki enn tað, sum
er lýst í løgtingslógini
um umlegging av Tele
fonverki Føroya.
Hon vísir á, at enda
málið hjá felagnum í
lógartekstinum verður
lýst at vera fjarskifti, og
at lógarbroyting krevst,
um felagið ynskir at fara
í aðra vinnu.
Og at enda spyr ting
kvinnan – sum eigari og
kundi hjá Føroya Tele
– um hon kann kenna
seg trygga við teimum
disponeringum, sum fel
agið tekur. Og hvørt tað er
rætt, at almennar fyritøkur
á hendan keypa seg inn í
privatar fyritøkur.
Danir, føroyskir úti
setar og føroyinga
í Føroyum sleppa
um páskirnar at
uppliva frálíka
sangbólkin Mpiri,
við einum serligari
páskasangskrá
Konsertferð
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Útiseta sangbólkurini Mpiri
fer aftur í vár á konsert
ferð, ferðin byrjar í Keyp
mannahavn mikukvøldið í
Samuelskirkjuni og vikuna
eftir í Simeonskirkjuni. Síð
an fer kórið til Føroyar at
syngja í Vesturkirkjuni og í
Nólsoyar Kirkju.
Konsertskráin hjá Mpiri
í vár hevur páskini sum
tema. Skráin er samansett
av páskatónleiki úr ymsum
londum og tíðarskeiðum. Ein
partur av tónleikinum er før
oyskur, hetta eru gamlir páska
sálmar í nýggjari útseting
og eisini heilt nýskrivaður
tónleikur. Sum heild fevna
konsertirnar breitt, heilt frá
gregorianskum sangi til
nýggjan kórtónleik. Á skránni
eru verk eftir millum onnur:
Francis Poulenc, Kára Bæk,
Per Nørgård, Urmas Sisask og
Arvo Pärt.
Mpiri varð stovnað fyri 8
árum síðani og bleiv fram
til 2002 stjórnað av Sunleivi
Rasmussen.
Núverandi
kórleiðarin eitur Gorm
Larsen. Hann er útbúgvin
kór- og orkesturleiðari frá
Kongaliga Danska Musik
konservatoriinum og hevur
eisini lært á Royal College
of Music í London og lis
ið Tónleikavísund á Uni
versitetinum í Århus. Mpiri
hevur verið á fleiri kon
sertferðum millum annað til
Føroya, Íslands, Týsklands,
Finnlands og Svøríkis.
Bólkurin hevur sum endamál
at syngja nýggjan føroyskan
tónleik og hevur í fleiri
umførum bílagt nýggj verk
frá føroyskum tónaskøldum.
Frumframførslur eru tí javnan
á skránni á konsertunum
hjá Mpiri. Serliga verk eftir
unga tónaskaldinum Tróndi
Bogasyni, ið eisini syngur
tenor í vokalbólkinum. Hes
in nýggi føroyski tónleikurin
varð savnaður á fløguni As
best, ið Mpiri gav út í 2003.
Í sambandi við Føroya
ferðina fer Mpiri at taka
upp 3 verk hjá Kára Bæk til
nýggja fløgu við føroyskum
kórtónleiki. Hesi verk
verða eisini at hoyra á kon
sertunum.
Konsertskráin
er henda:
29. mars: Kl. 20:00 -
Konsert í Samuelskirkjuni
Thorsgade 65,
Keypmannahavn
05. apríl: Kl. 20:00 -
Konsert í Simeonskirkjuni,
Sjællandsgade 12B,
Keypmannahavn
08. apríl: Kl. 15:00 -
Konsert í Vesturkirkjuni,
Tórshavn
09. apríl: Kl. 16:00 -
Konsert í Nólsoyar Kirkju
Forkvinnurnar
í norðurlendsku
sjúkrarøktarfrøð
ingarfeløgunum
vitja í Føroyum til
stýrisfund
Sjúkrarøkt
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í hesum døgum hevur stýrið
fyri SSN, Sykepleiernes
Samarbeid
i
Norden,
stýrisfund í í Føroyum.
SSN, sum er felagið fyri
tey seks sjúkrarøktarfrøð
ingarfeløgini í Norður
londum, verður saman her
í døgunum 27. – 30. mars,
og sum partur av fundinum,
verður skipað fyri kunn
ingartúri til Suðuroyar, hvar
vitjað verður á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, Heimarøktini,
Røktarheiminum og Sam
býlinum.
Viðgera felags evni
Stýrið
hjá
SSN
er
hægsti
myndugleiki
í
SSN og er mannað við
forkvinnunum úr teimum
seks landsfeløgunum. SSN
er í fyrsta umfari eitt for
um fyri limafeløgini, har
til ber at taka upp evni
og mál, sum hava felags
áhuga innan fakfelagsøkið,
samfelagspolitiska økið og
áhugamál annars. Harum
framt skal SSN leggja seg
eftir at samskipa tiltøkini
hjá limafeløgunum í øðrum
norðurlendskum, evrope
iskum og altjóða samanhangi.
Málið, sum verður brúkt í
SSN er skandinaviskt
Gamalt felag
Tað var í 1920, at umboð
fyri sjúkrarøktarfrøðing
arfeløgini í Danmark, Fin
landi, Norra og Svøríki
tóku seg saman og stovn
aðu SSN. Íslendska felag
ið gjørdist limur í 1923
og
Felagið
Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar fekk
limaskap í 1998.
Vit fara at hava samrøðu
við forkvinnuna í norska
sjúkrarøktarfrøðingarfel
agnum, Bente G.H. Slaatten,
í blaðnum í morgin.
Leygarkvøldið 1. apríl
skipar Sundakórið
fyri einum »Syngið
við kvøldi« í Eydnuni
á Oyrarbakka
SANGUR
Á skránni er, sum heitið
eisini ber boð um, nógvur
felagssangur. Sungnir verða
bert føroyskir sangir, sum
standa í nýggjastu útgávuni
av Føroya Fólks sangbók. Zak
arias Sørensen, sum gjørdi
eina nótabók til sangirnar í tí
nýggjast útgávuni av Føroya
Fólks, verður við, og skal
geiða frá søguni hjá nøkrum
av sangunum.
Eisini verða ymiskar fram
førslur av tónleiki og sangi.
Sundakórið fer at framføra
nakrar sangir, Kingobólkurin
úr Tjørnuvík kemur at fram
føra, eitt skúlaorkestur úr
Norðskála/Oyrar skúla skal
eisini spæla tveir sangir og so
skal eisini onkur einstaklingur
framføra sang.
Ein lítil máltíð verður at
fáa. Tað er Gjárgarður, sum
ger hesa máltíðina, so tað
verður helst gott.
Sundakórið hevður skjótt
trý ár á baki. Kórið er eitt
blandað kór við uml. 35 sang
arum. Tað er Hans Olivur
Joensen, sum er kórleiðari.
Hetta er aðru ferð at kórið
skipar fyri einum slíkum
tiltaki og vóna fyrireikarnir
at hetta eydnast líka væl sum
seinast og at nógv koma at
syngja við.
»Syngið við kvøldið« byrjar
kl. 19.30, sigur Sundakórið í
tíðindaskrivi.
Føroyskur páskatónleikur í
Keypmannahavn, Tórshavn og Nólsoy
Norðurlendskar forkvinnur á stýrisfundi
»Syngið við kvøld« á Oyrarbakka