Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 62 - 28. mars 2006 Av tí at landsfundur Sambansflokksins gjørdist eitt sindur dramatiskur orsakað av formansvalinum, hava onnur áhugaverd viðurskifti kanska ikki fing­ ið ta umrøðu, ið tey hava uppiborið. Vit hugsa her um tað, ið Sambandsflokkurin sigur um ES. Flokkurin ger í yvirlýsingini vart við, at tíðin nú er komin at kanna møguleikarnar fyri føroyskum ES limaskapi. Føroysku flokkarnir hava higartil hildið seg frá hesum evni. ES limaskapur hevur í ártíggjur verið tabu í føroyskum politikki. Orsøk­ irnar til hesa politisku støðu eru fleiri. Vit kunnu nevna eitt nú fiskivinnupolitikkin, fjarstøðuna til Bruxelles og so hetta, at føroyskur limaskapur við verandi ríkisfelagskapsstøðu elvir til stórar politiskar trupul­leik­ar hjá øllum flokkum um enn av ymiskum orsøk­um. Men spurningurin er, um ikki Sambandsflokkurin hevur grein í sínum máli, tá hann sigur, at tíðin er komin at kanna spurningin um limaskap. Tað er nógv, sum talar fyri einum ES initiativi um ikki beinleiðis limaskap nú. ES er sera nógv broytt. Felagsskapurin er ikki longur tann sera konservativi og høgravendi blokkurin, sum bert hevði til endamáls at bjarga europeisku kapital­ ismuni. ES er vorðin ein landasamgonga, ið leggur stóran dent á umhvørvi, mannarættindi, útbúgving, mentan og gransking. Men ásannast má eisini, at demokratiska hallið framvegis er ov stórt í sam­gonguni. ES er fram um alt ein búskaparlig samonga – ein av heimsins sterkastu. Vit hava sera stóran útflutning til ES. Hinvegin hava vit einki samstarv á útbúgvingar-, granskingar og mentanrøkinum. Okkara grannar Noreg og Ísland hava heilt nógv samstarv við ES á júst hesum økjum og er hetta samstarv til ómetaligt gagn fyri londini. Hví skulu Føroyar sum einasta Norður­ land ikki hava eitt tætt samstarv ið ES á hesum týdningarmiklu økjum? Hvussu skulu vit fáa hetta samstarv í lag? Hvat hava vit at geva og hvat kunnu vit fáa? Hvør tilknýtisformur er mest hóskandi í framtíðini? Hvat sigur Visión 2015 um allan henda stóra spurning? Her eru sera nógvir spurningar og mest sum bert leysir endar. Sambandsflokkurin hevur á lands­ fund­inum gjørt hol í ES sjógvin. Tað er gott! Sam­gongan eigur sum skjótast at taka hendan álvarsama spurn­ing upp og fara undir allar tær kanningar, ið eru neyðugar til tess at støða kann takast til, hvønn ES politikk, ið vit eiga at reka í framtíðini. Í løtuni tykist tað, sum vit als ongan ES politikk hava, og tað ber ikki til í longdini. Tað er sum at liggja sjóvar­fallið av sær. DAGSINS MEINING Sosialurin Hol í ES sjógvin VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður svarar fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um umsorganararbeiði: Eg eri samdur í viðmerk­ ing­unum um at tað nógva virksemið við tiltøkunum fyri eldraumsorgan kring land­ið, sum m.a. fer fram í dagtilhaldunum fyri pen­ sjonistar, er av allar størsta týdningi. Men tað er ikki rætt, tá løgtingsmaðurin fær tað at ljóða sum um her stendur ógviliga illa til við almenna stuðlinum. Í 2005 veitti løgtingið eina eyka­ játtan uppá 2 mió. kr., og hon varð øll løgd omaná játtanina fyri 2006, so samanborið við árið fyri er tað ein vøkstur í játtanini uppá 41%. 1. spurningur er, hvussu nógv­ar um­sóknir komu inn um stuð­ul til dag­til­hald til eldra­fe­løg? Her er svarið, at inn komu 43 umsóknir um eina sam­an­ lagda upp­hædd uppá 8,4 mió kr, saman­bor­ið við játtanina á løgtingsfíggjarlógini uppá 5,3 mió. kr. Býtið millum umsóknirnar var hetta: 10 umsóknir um stuðul til mattænastu, 2 um koyri/ vitjunartænastu, 23 um dag­ tilhald og 9 um annað virk­ semi. 2. spurningur er, hvussu nógvar av hesum umsóknum vóru játtaðar, og hvussu nógvar vóru sýttar stuðul? Her er svarið, at sambært raðfestingini í kunngerðini vóru allar 12 umsóknirnar til mattænastu og koyri/vitj­ unartænastu játtaðar. Verandi virksemi óskert samanborið við 2005. Herí vóru eisini 3 umsóknir um nýtt virksemi. Hesar fingu ¾ av tí tær høvdu søkt um, tí komið er eitt sindur inn í árið. Av 22 umsóknum til dag­ tilhald vóru játtaðar 14, all­ ar til verandi virksemi og óskert samanborið við 2005. 2 vóru sýttar tí tær fella uttan fyri lógina, og 6 vóru sýttar, tí tað var nýtt virksemi, sum stuðulsjáttanin ikki rakk til. Av 9 umsóknum til annað virksemið vóru 5 játtaðar, allar til verandi virksemi og óskert samanborið við 2005. 2 vóru sýttar tí tær fella uttan fyri lógina, og 2 vóru sýttar, tí tað var nýtt virksemi, sum stuðulsjáttanin ikki rakk til. 3. spurningur er, um tað eru umsóknir, íð lúka stuð­ ulstreytirnar, men kortini ikki fáa stuðul ? Her er svarið ja, tí talan er um eina stuðulsjáttan við ávísari avmarkaðari játtan. Tá søkt verður um størri upp­ hædd enn játtan er til, kunnu ikki allar umsóknir gangast á møti, og tí er neyðugt at hava greiðar reglar fyri, hvussu skal raðfestast. Hetta er gjørt greitt í lógini, í kunn­gerðini, og í avgerð frá løgtingsins fíggjarnevnd í samband við eykajáttanina í fjør. Eft­ir hesum er púra greitt at rað­festast skal so­leiðis, at mattænasta, koyri/vitj­ unar­tænasta skal rað­fest­ast fremst, síðani dag­til­haldini, og her skal verandi virksemi raðfestast fram um nýtt virk­ semi. Hvussu nógv verður til nýtt virksemi er tí ein spurn­ ingur hvussu langt játtanin røkkur. 4. spurningur er um, hvør hevur tikið avgerð um stuð­ uls­játtanir og á hvørjum grund­arlag? Her er svarið, at Al­manna­ stovan hevur tikið avgerð um stuðulsjáttaninar, við støði í løgtingslóg nr. 46 frá 9. mai 2005 og Kunngerð nr. 160 frá 21. des. 2005, og hevur eisini havt skriv um avgerð hjá Fíggjarnevndini frá 8. juli 2005 í huga. Ein restupphædd er at býta: Sambært Almannastovuni er ein restupphædd eftir at býta, og er tá møguleiki fyri at nakrar av teimum umsóknum, ið vóru sýttar í fyrsta umfari, kunnu fáa játtað eina minni upphædd. Almannastovan verður liðug við hesa viðgerð í vikuni og boðar tá frá síni endaligu niðurstøðu. Virksemið fyri eldraumsorgan er vaksið nógv, og tað er stuðulin eisini Lands­stýris­maður Hans Pauli Strøm Beint aftaná Indiatúrin kom løgmaður Jóannes Eides­ gaard í sjónvarpið og greiddi frá, at nú mátti teirra lands­ stýris­politikkara­pensión fá­ast í rættlag, og tað var ikki smávegis upphæddir teir skuldu hava afturat við aftur­virk­andi kraft til 1998. At tað ber til. Hevur hann gloymt øll tey lyftini sum hann hevði til tann vanliga pensionistin. Ja heilt upp til 10 túsun um mánaðin nevndi hann. Og hvat hevur hann so gjørt, tað samhaldsfasta fór eitt sindur upp, men av tí fer ein stórur partur í skatt. Eitt er vist at kunnu tit sum sita í løgtingi og landsstýri ikki leggja nakað til síðis til ellisárini, so verður tað tor­ført fyri tann meiniga mann­in. Men hetta uppskotið er lætt hjá løgmanni at leggja fram, tí har eru øll somul samd. Kaj Leo formaður Sam­bandsfloksins var so fræg­ur at hann helt ikki at tað skuldi roknast frá 1998. Ilt er at fáa eyga á javnaðar hugsjónina í verki. Og áhugavert hevði tað ver­ið at fingið at vita, hvør nevnd av øllum nevndum til vision 2015 umboðar tann vanliga pensionistin. Visión 2015. Pensionistar Sólborg Dulavík