Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 28. mars 2006 11 Uppskotið hjá lands­stýris­ manninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm um, at broyta rúsdrekkalógini er kærkomi hjá tí vanliga føroyinginum. Tí vanliga før­oyinginum, sum við gleði og uttan at taka skaða av tí, kann njóta eina øl ella eitt glas av víni. Uppskotið ger lívið hjá tí vanliga føroy­ inginum eitt sindur hugna­ ligari, sum í góðum lag vitjar stevnir, festivalar og onnur mentunartiltøk í egnum landi, har hann nú við góðari samvitsku kann keypa sær eina kalda á staðnum. Mótstøðan frá aftur­ halds­rørsluni er hørð, men tíbetur er tað bert ein lítil minniluti, har flestu odda­ fisk­arnir eru kendir fyri teirra afturhaldssinnaðu og ekstremu hugsanir. Tað er í hesum høpi umráðandi al­tíð at hava í huga, at flestu føroyingar hava ongan trupuleika av rúsdrekka, og tey ungu í Føroyum eru als ikki verri fyri enn í okk­ara grannatjóðum, sum aftur­ haldsrørslan vil gera tey til. Hevði ein fólkaatkvøða verið um hesa broyting, hevði hon allarhelst fingið eini 90 % undirtøku frá fólkinum. Sjálvt um Fyribyrgingar­ ráðið og øll onnur, sum hava havt uppskotið til hoyringar, viðmæla uppskotinum hjá landsstýrismanninum, so eru framvegis summir politikkarir sum vita betur og siga at lógini ikki eigur at verða broytt. Eitt av teirra sjónarmiður er, at hetta er bara fyrsta stigi at liberalisera og verður uppskotið samtykt er væntandi, at fleiri libe­ rali­seringar fylgja og tí er betur einki at gera, sjávt um Fyribyrgingarráðið ikki metur “at broytingarnar fara at føra við sær økta alko­ holnýtslu ella hava aðrar óhepnar fylgjur”. Hesum taki eg partvíst undir við, tí sjálvandi kann tað væntast, at tað fara at koma fleiri upp­skot um broytingar. Tørv­ urin og livihátturin hjá tí ein­ staka broytist við tíðini og sjálvandi skal ein lóg til ein og hvørja tíð tillaga seg til samfelagið og ikki øvugt. Tey somu fólkini, sum vóru ímóti Rúsdrekkasølu Landsins, eru í dag ímóti hesi broyting. Tey sum eru ímóti duga ella vilja ikki skilja, at meirilutin av Føroya fólki uttan trupulleikar um­sita rúsdrekka uttan nak­ að sum helst himpr, og hví skuldi føroyingar verið so nógv verri enn onnur fólka­ sløg? At profilera sín polit­ iska persón við at siga, at flestu føroyingar ikki duga at drekka við máta, er at niðurgera tann vanliga før­ oy­ingin. Tað er rætt at fara hóvliga fram, og sjálvt um hetta er ein lítil broyting rætta vegin, so er at fegnast um, at Landsstýrismaðurin er kom­ in so langt við uppskotinum. Næstu ferð, ja tá verður tað kanska uppskotið, sum fer at gera tað møguligt hjá vanliga føroyinginum at keypa vínið á sama stað, har hann keypir steikina. Setti her fyri Bárði Nielsen, landsstýrismanni ein fyri­ spurning um Elektron. Hes­ in snúði seg í stutt um, at eg bað landsstýrismannin greiða frá, hvørji atlit hann hevði tikið ella ætlaði at taka, nú landsins partur í Elektron skal einskiljast. M.a varð spurt um, hvussu landsstýrismaðurin ætlaði at tryggja, at per­ sónsupplýsingar o.a., sum Elektron handfer ídag, fram­vegis verða handfarnir í tryggum umhvørvi. Í hesum lá sjálvsagt eisini, hvussu landsstýrismaðurin fór at tryggja sær, at tæn­ astan, sum Elektron veitir í dag, framvegis verður veitt. Í hesum liggur eisini spurningurin um prís á tæn­ astuni, sum í dag er sera lagaligur og kemur bæði landi og privatum stak væl við. Men hvat ger lands­stýr­ is­maðurin. Jú, hann setir onkran juppi at svara fyri­ spurninginum, hesin slær upp á síðu 137 í onkrari skúlabók og lurtar annars eftir teimum liberalistu vinnu­lívsfólkunum, sum skýra Elektron sum vard­ an verkstað og fossila fyri­tøku. Og svarið er har­ eftir. Arro­gant, fylt við liberal­istiskum jargongið og ein óbúgvin slutur fyri ein slatur. Svarið prógvaði bara eitt, og tað er at svarar­ in ikki er førur fyri at reflek­ tera fyri fimm oyra. Eg spurdi ikki, um vit hava lóggávu, sum skal eitast at tryggja slíkt virk­ semi. Haldi eg veit meira enn svararin um hesi við­ ur­skifti, bæði her og aðra­ staðni. Eg segði ikki, at landi skuldi tryggja trygd­ ina á Elek­tron við at eiga nøkur parta­brøv. Eg segði heldur ikki, at eg var ímóti, at Elek­tron skuldi ein­skilj­ ast. Tað, sum eg vildi við fyri­spurninginum, var at spyrja lands­stýris­mannin um, hvussu hann ætl­aði at tryggja sær, at vit fram vegis fara at hava eina eins góða, og eins trygga og kanska eisini eina bíliga tæn­astu, sum Elektron veit­ ir ídag. Um Elektron bara verð­ ur selt soleiðis uttan at fyri­lit verða tikin, kann hugs­ast, at ein møguligur keyp­ari býtur fyritøkuna upp, raðfestir eftir, hvussu viðkomandi metir inntøku­ møguleikarnir fara at verða. Eg spurdi m.a. hvussu lands­ stýrismaðurin tryggjaði seg móti slíkum. Fari við hesum at átala harðliga, bæði mátanum svarað er uppá, bæði frekt og jánkaslig og tí, at Bárður Nielsen, landsstýrismaður fer í tingið við ein slíkum svari. Viðkomandi, sum svar­að hevur, prógvar bert eitt, at spurningurin als ikki er skiltur, og at evnini at reflektera ikki er serliga góð. Við at lata eitt slíkt svar fara ígjøgnum og á ting­borð, gevur lands­ stýris­mað­urin sínum starvs­ fólkum beinleiðis loyvi til at gera gjøldur burtur úr tingskipanini. Hvat ger Útvarpið Og hvat ger Útvarpið fríggja­morgunin tann 24. mars? Jú, teir lesa kritikk­ leyst upp úr skrivaða svarin­ um. Teir siga einki frá orða­skiftinum, sum stóðst av, at fyrispurningurin varð svaraður í tinginum. Hevði Útvarpið ómakað sær at lurta, so høvdu teir hoyrt, at tingmenn hartaðu Bárð Nielsen fyri mátan, fyrispurnimgurin varð svar­ aður, og somuleiðis fyri innihaldið í svarinum. Teir báðir Kristian Magnussen og Torbjørn Jacobsen góvu sítt góða íkast í orða­ skiftið, og var ikki sørt at landsstýrismaðurin skifti tóna og orð. Og var eg ikki so bangin fyri lagnuni hjá Elektron eftir orðaskiftið, sum frammanundan. Men var tað ikki teksturin, sum uggaði, men tað sum lands­ stýrismnaðurin segði undir orðaskiftinum. Tað er spell at ein fjøl­ miðil skal fara so lætt um tað, sum veruliga fer fram. Tað er spell, at ein fjølmiðil skal viðgera eitt so týdningarmikið mál so grunt og ókritiskt. Minsta mark er, at Útvarpið gevur sær stundir til at lurta eftir orðaskiftinum, um teir skulu viðgera ein fyrispurning frá einum tingmanni til ein landsstýrismann. Fari við hesum at átala mátan Útvarp Føroya við­ gjørdi fyrispurning mín um Elektron, og loyvi mær at vísa á, at tað er júst slíkur arbeiðsháttur sum ger, at líkasæla og vantandi vitan er meginreglan heldur enn undantakið. VIÐMERKINGAR Skal hatta landsnavnið stav­ ast: Sveis, Svais, Schwaiz ella Schweiz? Man alt vera loyvt? Málsligt lógloysi? Hendan UKREINA-skriv­ ingin gjørdist ein verri føsil! Kanska betri ógjørt!? Nú høvdu vit júst vant okkum við tann lætta, einfalda, føroyska staviháttin: Ukreina, Sveis o.s.fr. Skúlabørnini halda tað sjálvandi eisini vera lætt­ari at stava nøvnini á før­ oysk­um. Tey tilkomnu, haraftur­ ímóti, sum meginpartin av lívi sínum bara hava sæð donsk (útlendsk) landa­­kort, ja, teirra heila­kykn­ur hava sjálvandi ilt við at venja seg við móðurmálsmenningina á landafrøðiliga økinum. Tað er ringt at fara frá kendu nøvn­unum: Ukra-ine, Schweiz, Ægypt­ en, Elfenbenskysten, Polen, Italien, Kap Farvel,Shetland, New Zealand o.s.fr. 5 spurningar Takk fyri spurningarnar, Dagfinn! 1. spurningur: Hví mál­ nevnd­in ikki veit, at út­ lendskt ai verður skrivað ei á før­oyskum!? Ja, man hon ikki vita tað? Annars visti eg ikki, at málnevndin nú góðtekur bæði UKREINA og UKRAINA! Hvør er ann­ars í hasi málnevndini, og hvørjar heimildir hevur hon? Kann hon t.d. broyta skriftmálið? 2. spurningur: Mai, mais og kai! Jú, okkurt undantak er. Tað er tað í øllum mál­ um. Um eg góðtaki stavset­ ing­ina í donsku-før­oysku orða­bók­ini, sum Fróð­skapar­ felagið gav út í 1995? Jú, tað hugsi eg. Í hvussu so er, um stavsetingin er í samsvari við móðurmálsorðabókina. Annars er handan da.-fø. orðabókin eitt sindur ivasom í vissum førum. Mær dámar betur ta stóru, donsku-før­ oysku orðabókina, sum Stiðin gav út í 1998. Stiðjaorðabókin góðtekur annars eisini mei! Tí haldi eg, at vit kanska heldur skuldu skrivað mei, sjálvt um eg altíð havi skrivað mai! Mei=moy?? Kanska eisini meis!? Nei, eg veit ikki. Vit hava jú orðið, meis, á føroyskum. Tað hevur fleiri týdningar (m.a. føsil)! Orðið kai/kaj er danskt. Tað eitur bryggja, brúgv ella lending á føroyskum! 3. spurningur: Mál­førið (bygdamálið/dialektin) norðanfyri er avgjørt eisini føroysk tunga! Latið okkum endiliga varð­ veita tey fjølbroyttu bygda­ málini! 4. spurningur: Nei, at tvinga fólk man ikki loysa seg! Kortini hava vit eitt skriftmál og eitt bókstavarað. Tað er ørkymlandi at hava fleiri loyvdar stavimátar! Undirmeta tit ikki norðan­fólk? Annars er ei neyvan ein trupul­leiki hjá norðanfólki! Munnu norðanfólk ikki duga líka væl týskt sum sunnan­ fólk? (ein, klein, mein). Man nakar føroyingur norðan fyri Kaldbaksfjørð siga Oyn­ stoyn ella Svoys í staðin fyri Einstein og Sveis? Nei, sjálvandi ikki.(Sambært móð­ ur­málsorðabókini (hvørj­um­ fall) er Sveis tað rætta, ikki Svais)!! Haraftrat siga norðanfólk eisini Hoyni Heinesen (Heini Heinesen,orsaka, at eg eri persónligur)! Sagt verður oy í føroyska fornavninum, Heini, og ei í útlendska/ danska eftirnavninum! Man eg ikki hava rætt, eystur­oyar­ tingmaðurin? Sjálvandi hava norðanfólk heldur ikki nakran trupulleika av Ukreina! Handan ai-und­ an­førslan heldur ikki! Jú, kanska hevði tað ør­ kyml­að onkran, um ein sveis­­ari var sveis­ari á eini skipa­smiðju!? Hevði tað annars gjørt nak­ að, um norðoyingar søgdu oy í t.d. landsnavninum, Tei­ landi? Dømi: Baturin hja papa er í Toylandi!? 5. spurningur: Um eg haldi meg hava betri før­ leika enn málnevndin?! Hatta var verri! Nei, man tað vera? Fekk kortini eina­ ferð eitt bræv við ð-villu frá hesi nevnd!? Ergo: Errare humanum est! (Tað er menniskjaligt at mistaka seg)! Vit mistaka okkum øll! Hvussu skal eg svara? Sjálv­rós er ikki tespiligt.Tú skalt held­ur ikki seta ljós títt und­ir skepp­una. Lat meg siga tað so­leiðis: Neyv­an hevði eg gjørt vart við meg í bløð­un­um á hendan hátt, um eg ikki helt meg vera á heimavølli viðvíkjandi tí, eg skrivi um! Eg haldi meg jú til føroyskar skriftmálsreglur og móðurmálsorðabókina! E.S Høvuðsætlan mín var annars at fáa fólk at siga UKREINA í staðin fyri UKRA-INE!! Man Ukreina ikki fara at standa á plakatum og at­gongu­merkjum til lands­ dyst­in? E.E.S. Hey,Heri! Skemtari er! Vanliga verða nøvn á býum ikki føroyskað! Skriva tú bara Hanoi og Saigon! Grønhøvdi, ja, hví ikki? Skuldu vit t.d. ikki sagt ella skrivað Fílabeinsstrondin? Hevði tað riggað betur við Elfenbenskysten ella Ivory Coast ella kanska Cote d´Ivoire? Var hatta franska rætt? Reunion kundi kanska itið Sameining ella Sam­ljóð!? Heri segði mær annars nú ein dagin, at radioaktivitetur eitur útvarpsvirksemi á før­ oyskum! Eg maini tað! Nú varð eg drúgvur. Boy, tit! Elektron, Fíggjar­ málaráðið og Útvarpið Tingmaður Finnur Helmsdal Heðin D. Poulsen 90% fyri at broyta rúsdrekkalógina á Borg á Argjum í vársól 2006 Eyðun á Borg 5 málspurningar Var Oynstoyn í Svoys? Eg maini:Var Ainstain í Svais?