Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 62 - 28. mars 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Konfirmantarnir 6. oktober 1918. Vit kenna bert ein av teimum fimm, sum sita á aftastu røð, tað er f. v. nr. 1) Jon Hjalmar Sofus Joensen (Hvítanes). Av teim 16 sum standa í miðraðnum, kenna vit bert 5, tey eru f. v. nr. 1) Jens Jacob Mørkøre (Havn), nr. 2) Johannes Juul Poulsen (Havn), nr. 3) Poul Johannes Hansen (Havn) og nr. 14) Anna Cathrine Frederikke Susanne Reffenberg Jacob­ sen (Havn). Av teim 5 gentunum sum sita fremst, kenna vit bert 2, tær eru f. v. nr. 4) Johanne Albine Pouline Joensen (Havn) og nr. 5) Jakobine Frederikke Hansen (Havn). Tað vórðu 14 dreingir fremdir í Havnar kirkju tann 6. oktober 1918, og 13 eru á myndini. 18 gentur blivu fermdar, meðan bert 13 eru á myndini. Teir konfirmantarnir sum ikki eru navngivnir á myndini eru: Joen Christiansen, Jakob Andreas Arge, Abraham John Mikkelsen, Johan Esbern Vangsen, Joen Christian Andreasen, Dagny Mohr, Helene Marie Dahl Kristiansen, Annna Johannesen, Jo­hanne Franciska Sunneva Jacob­ sen, Christina Nicolaisen, Petra Jensia Sofie Hansen, Jacobine Berendine Jacob­ sen og Kitty Marie Kristine Andreasen, allir hesir konfirmantarnir vóru úr Havn. Hinir vóru: Sjúr Sig­ mund Zachariasen (Hestur), Hans David Poulsen (Hest­ ur), Peter Jakob Joensen (Argir), Bettæus Niclas Joh­an Jensen (Sumba), Astrid Johanne Pouline Poul­sen (Velbastaður), Katr­ ina Malena Dalsgaard (Vel­ bastaður), Johanne Elisabeth Marie Rasmussen (Koltur), Anna Marie Malene Johanne­ sen (Hestur), Anna Katrine Sofie Thomsen (Nólsoy), Anna Sofie Jensen (Argir), og Hertha Sigga Marie Han­ sen (Nólsoy). Tórshavnar alfrøði: Konfirmantarnir í 1918 Tá ið telefonin ringdi klokk­ an níggju tórsmorgunin 16. mars, og røddin í hin­um endanum segði: »Góðan morgun, hetta er Poul, sonur Hannekis…« visti eg beinanvegin, hvat hann vildi. »Pabba doyði í nátt…« Óvæntað vóru boðini satt at siga ikki, tí Hanne var illa sjúkur, hevði mist førleikan og kundi ikki flyta seg uttan í koyristóli. Tað var nú akkurát ikki tað, man setti í samband við hann, sum altíð var ein sterkur og virkin maður. Líka til fyri einum lítlum ári síðan var hann til arbeiðis, so tað var so knappliga alt hetta ringa hendi honum, so tað var ilt at sanna henda veruleikan. Heilt frá ungum komu vit báðir at kennast. Tað var serliga í Vági, tí vit vóru málaralærlingar um somu tíð, hann hjá Símuni Djurhuus í Porkeri, og eg hjá pápa mínum í Vági. Onkuntíð kom fyri, at vit arbeiddu saman tá, men tað var nú meiri nógv ár eftir hetta, at vit komu at kennast uppaftur betur her í Havn, at vinskapur okkara festi í aftur av nýggjum og ígjøgnum hesi farnu kanska tjúgu árini fingu meira og meira við hvønn annan at gera í yrki okkara. Eitt var, tá ið Havnar Kirkja bleiv málað seinast, ella tá ið Sparikassin í Havn fekk stóra umvæling, og til tað arbeiðið kravdust fleiri málarar. Eitt tað mest áhugaverda arbeiðið, vit gjørdu saman, var bónda­ garðurin í Hoyvík, og eftir hetta vóru altíð boð eftir Hannekis, tá ið Forn­ minnissavnið skuldi hava serkønan málara­meist­ara at gera gott, gamalt hand­verk. Tað kundi verið so nógv at trivið í afturat um alt tað, Hannekis útinti sum málari, og tað er ein longri søga, so lat meg enda tað við at siga, at ein tann seinasti varðin, hann setti eftir seg, var gamli bygdarskúlin í Porkeri, sum hjá honum var ein serlig fragd at sleppa at leggja sína sál í heim­bygdini, sum hann al­tíð var so góður við. Og so hevur tað sjálvandi havt ein serligan týdning hjá honum, at júst hetta hús­ ið var hansara egni barna­ skúli, hann slapp at prýða. Tað má gleða hansara bygdar­felagar. So nógv annað enn tað fakliga høvdu vit báðir saman, eitt nú við báti í fjørðinum, ella eftir náta­ ungum. Mangar ógloymandi løtur í garasjuni tá ið teir vórðu hagreiddir, ella tá ið vit heldur fóru at brúka bilin at uppliva og gleðast um okkara vakra land og náttúru bæði her uttanum og manga aðrastaðni burtur frá Havnini. Samtalurnar okkara mill­ um snúði seg ikki bara um arbeiði ella um onn­ur jørðisk ting, nei, vit hugleiddu um so nógv annað enn tað. Hannekis var væl inni í søguni og Bíbli­­ uni, og vit høvdu mang­ar djúpar hugleiðingar um teir spurningarnar, og hann hevði sínar mangan avgjørdu mein­ ingar um gongdina í heims­ politiskum høpi sam­an við sínari føstu trúgv á Gud. Sans fyri humor hevði Hannekis eisini, og tað var líka til tað síðsta. Eg gloymi ongantíð, tá ið hann kom heim aftur av hospitalinum og sat í sovikamarinum í rullistóli og bað meg skumpa seg inn í stovuna. Á vegnum ígjøgnum gangin uggaði hann meg við, at í næstu viku bleiv tað munin lættari, tí tá fekk hann ein elektriskan stól at seta seg í. Nú er Hannekis farin, og hjá mær stendur eftir eitt tómrúm, sum er ringt at fylla aftur. Somikið størri er tóm­ rúmið hjá tær Ásu, og tín­ um kæru, sum hann var so stoltur av og var so góður við. Eg havi djúpastu sam­ kenslu við tykkum, men í sorg tykkara um at hava mist tykkara elskaða mann, pápa og abba, so rokni eg við, at eftirhondini sum sorg­in fer at lætta, fer minn­ið um hann at venda til gleði um at hava havt eitt lív saman við einum so stórum menniskja. Soleiðis rokni eg við, at minnið verður um teg, mín trúfasti vinur. Thomas Michael Johan Chr. Dam, málarameistara, til minnis Góði Jan. Nú fór tú so brád­liga frá okkum, og tað tykist okkum so løgið, tómt og meiningsleyst, at tú, áðr­ enn nakran vardi, hevði lagt árarnar inn og hevði tik­ið seinasta áratakið. Men vit vita so lítið, vit menniskju. Havi altíð vitað, hvør tú var, men ikki fyrr enn hetta seinasta hálva árið lærdi eg teg rættuliga at kenna, og tað eri eg glaður og takksamur fyri, tí tú lærdi meg so ómetaliga nógv. Tú hevði eina so ringa sjúku at stríðast við, eina sjúku, sum menniskju enn á døgum hava so ilt við at skilja og góðtaka, hóast hug­burðurin í dag sera ofta tykist benda á, at vit vita so nógv og skilja nærum alt. Hjartailska, lungnabruni, liðagikt og fyri so vítt eitt brotið bein o.s.fr., eru sjúk­ ur, ið verða góðtiknar uttan nakað, og Gud havi lov, at vit hóast alt eru kom­in so frægt ávegis. Tí tað er ikki so langt síðan, at menniskju, ið veruliga høvdu likamligar sjúkur, frá samborgarum sínum fingu sjúkueyðkennið: Dov­in­skapur ella leti. Jan, mær dámdi væl at koma inn í títt hugnaliga heim. Tú hevði so nógvar og góðar gávur, tú visti so nógv at siga frá, bæði frá gamlari og nýggjari tíð, og eg skilti, at tú hevði lisið nógv. Síggi og hoyri teg fyri mær, har tú situr í stovuni og lesur úr aldargomlum bókum, og so kundi tú tríva í eina vísu ella ein vakran sang. Jú Jan, hesi, og mong onnur minni, eru góð og gev­andi at hava, nú tú so brádliga fór frá okkum, ein­ans 37 ára gamal. Tær ætlanir vit høvdu, nú brátt fer at vára, verða av ongum. Men hvør veit, møguliga kunna tær fremjast, uttan at tú ert við, og tá veit eg, at tú fert at smíla og blinkstra niður til okkara. Henda dagin, tú vart bor­in til gravar, var bæði kalt og ill­fýsið. Í mínum stilla sinni setti eg hetta í samband við, hvussu køld og illfýsin vit menn­iskju kunnu vera, tí vit ikki vita og skilja, hvussu ring­­­ ar slík­ar sjúkur eru at hava. Góði Jan, tøkk fyri, at tú lærdi meg meiri vitan, so eisini eg verði betur førur fyri at skilja. Hvíl í friði, góði vinur. S. O. Minningarorð um Jan í Eyðansstovu