Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 28. mars 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Símin Højgaard, Runavík, andaðist sunnudagin 26. mars á Landssjúkrahúsinum, 69 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Lands­sjúkrahúsinum mikudagin 29. mars, kl. 17. í Glyvra Kirkju. Jarðarferðin verður hós­ dagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Símin, kunnu lata eina peningagávu til Føroya Felag Móti Krabbameini; konta í peningastovununum. Niels Ole Lykke, ætt­ aður úr Skive, bú­­sit­ andi í Kollafirði, and­ aðist í gjár 27. mars á Landssjúkrahúsinum, 64 ára gamal. Tey, ið vilja minnast Ole, kunnu lata eina peningagávu til Føroyskt Cystiks Fibrosi­ felag; konta í peninga­ stovununum. Peter Skaalum, fyrr­ver­ andi skúlastjóri, ættaður úr Vági, búsitandi í Mari­ager, andaðist í heiminum, leygardagin 25. mars, 80 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Mariager kirkju miku­ dagin klokkan 13. Thorleif Askham, Løgstør, andaðist leygar­ morgunin, 78 ára gamal. Jarðarferðin verður mikudagin kl. 13 frá Næsborg Kirkju. Óskar Vigfusson av Hafnarfjørðinum, fyrrverandi formaður í Sjómannasamband Ís­­ lands, andaðist 22. mars, 74 ára gamal. Jarð­ar­ ferðin verður fríggja­ dagin 31.mars kl. 15 úr Vifilstaðarkirkju. Andlát og jarðarferðir Dagurin í morgin 29. mars. Jónas, deyður umleið ár 326. Tikin av døgum í Persiu. Navnið merkir dúgva ella er kanska ein stuttur formur av Jóannes. Í dag, týsdagin 28. mars, verð­ ur Høgni Karsten Hoydal í Hoyvík 40 ár. Høgni hevur seinasta tíggju ára skeiðið verið í fremstu røð her á landi. Sum tíðindamaður í Sjónvarpinum og síðani sum politikari og formaður í Tjóðveldisflokkinum. Høgni er føddur í Keyp­ manna­havn. Foreldrini eru Gunnvør og Kjartan Hoy­ dal. Mamman er lív­frøð­ ingur, og pápin er fiskarí­ lívfrøðingur. Høgni vaks upp í Hoyvík, og hann er hoyvíkingur við stórum H. Í 1987 leyk hann HF prógv í Hoydølum. Tvey ára skeiðið undan HF tíðini royndi Høgni sjólívið sum dekkari við eitt nú Ólavi Halga, ið var vaktarskip, og sum grótlagari, og árið eftir HF tíðina var hann í eitt ár vikarur í Eysturskúlanum. Í 1988 fór Høgni undir víðari lestur á Roskilde Uni­ ver­sitetscenter. Har leyk hann í 1994 embætisprógv í søgu og samskifti. Í lestrar­tíðini royndi Høgni í summar­frítíðunum arbeiði í fiskivinnuni. Høgni fór tíðliga at spæla hondbólt í H71, sum blað­ ungir hoyvíkingar høvdu stovn­að, og hann royndi seg aftur sum hondbóltsspælari í fremstu deildini, eftir at hann var komin aftur til Føroya. Longu áðrenn hann fór til Danmarkar at lesa, hevði hann verið kassameistari í H71. Undir lestrinum var Høgni virkin í útisetalívinum í danska høvuðsstaðnum. Eitt nú var hann ráðslimur og skrivari í MFS. Útisetatíðin hjá Høgna var liðug, tá ið sjøtul var sett­ur á upptøkuna eftir krepp­una í Føroyum. Tá ið Høgni fekk høvi at royna seg í Sjónvarpinum, royndi hann seg á øllum hugs­andi økjum – eitt nú sum ítróttarfrásøgumaður. Men tað var fyrst og fremst búskapurin og politikkurin, sum arbeiðstíðin fór til. Stóri spurningurin var parta­ brævaumbýtið í bankunum og endurreisingin av Føroya Banka. Serliga varð fokus sett á leiklutin hjá donsku stjórnini, Fíggjareftirlitinum og Den danske Bank. Umframt ein rúgva av innsløgum í Degi og viku, sum vóru við til at seta dagsskránna í pol­it­iska orðaskiftinum, spurd­ust nakrar sonevndar doku­ ment­arsendingar burturúr. Tær vóru við til at seta eld í, soleiðis at bankakanningin varð gjørd. Tað vóru tó heilt onnur viðurskifti, sum vóru or­søk til, at Edmund Joen­ sen skrivaði út nýval til Løg­tingið at vera 30. apríl 1998. Tað kvøldið, tá ið valið var útskrivað, var Høgni Hoydal vertur fyri sjónvarpsorðaskifti millum floksformenninar, og hann tóktist skula vera ein av teim­um, sum skuldu hava ábyrgdina av valstríðnum fyri Sjónvarpið. Tjóðveldisfólk í Suður­ streymi vildu hava ungar kreft­ir á listan, og eftir fleiri áheitanir um at stilla upp, tók Høgni av. Hann gjørdist oddamaður í val­ stríðnum, og úrslitið hjá Tjóð­veldisflokkinum varð betri, enn tað nakrantíð hevði verið. Bæði landsúrslitið og úrslitið í Suðurstreymi, har Høgni setti met við 1561 persónligum atkvøðum og syrgdi fyri, at flokkurin fyri fyrstu ferð fekk tríggjar val­dømisvaldar tingmenn í Suðurstreymi. Í kjalarvørrinum av val­ in­um spurdist fullveldis­ sam­gongan. Høgni gjørd­ ist landsstýrismaður í full­ veldismálum, og hann var arkitekturin aftanfyri Hvítu bók og samráðingarnar við donsku stjórnina. Tað gekk ikki, sum Høgni hevði ætlað. Vátt kom í reiðrið millum løgmann og formannin í Tjóðveldisflokkinum, sum móti viljanum hjá løg­ manni í februar 2001 bar upp­skot um løgtingslóg um sjálvstýri Føroya fólks niðan í Løgtingið. Tá ið hann varð noyddur at taka uppskotið aftur, segði Høgni Hoydal, at hetta var daprasti dagur í hansara stutta politiska lívi. Hóast samgongan helt fram eftir løgtingsvalið í 2002, so var stevið burtur og fullveldismálið kámað. Eftir samgonguskrædl og løgtingsval í ótíð 20. januar 2004, sum Tjóð­ veld­isflokkurin kom væl burt­urúr, hava Høgni og Tjóð­veldisflokkurin verið uttanfyri. Høgni er framúr arbeiðs­ samur, og eingin ivast í góðu evnunum hjá hon­ um at samskifta. Nú er hann andstøðuleiðari sam­ stundis, sum hann røkir fólkatingssessin, ið hann vann í 2001 og endur­vann í 2005. Stóri spurningurin er nú, hvussu tað fer at eydnast nú 40 ára gamla floksformanninum at telva soleiðis, at Tjóð­ veldisflokkurin aftur kann gerast partur av samgongu og harvið at vera við til at seta politiskt úr í kortið. Høgni livir saman við Hild­ ur Hermansen úr Havnini. Tey eiga trý børn: Sjúrður (1988), Brim (1990) og Helgi (1996). Høgni skrivaði í 2000, meðan hann var lands­stýr­is­ maður, tvær bøkur: Myten om rigs­fællesskabet og Frælsi er ábyrgd. Høgni Hoydal 40 ár Brandur Ellingsgaard, sum er føddur og uppvaksin í Havn, hevur 19. januar 2006 tikið starv sum advokatfulltrúi í advokatvirkinum Hedin í Vordingborg á Suðursælandi í Danmark. Brandur Ellingsgaard, som er útbúgvin løgfrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keyp­mannahavn í 2002, hevur higartil arbeitt hjá tveimum almennum stovn­um, Sekretariatet for Arbejdsmarkedsrådet for Storkøbenhavn og Arbejds­markedsstyrelsen sum løgfrøðisligur full­ trúi, og eisini á einum ar­beiðsloysiskassa fyri sjálvstøðug vinnurekandi. Brandur Ellingsgaard er 32 ára gamal, giftur og hevur 3 børn, og býr í Dyrlev, einari lítlari bygd tætt við Præstø. Advokatvirkið Hedin er eitt miðalstórt advokatvirkið í einum donskum provinsbýi, og hevur umframt Brand fýra sakførarar og fimm skriv­ stovufólk. Virkið fæst við øll sløg av løgfrøðisligum spurningum. Eigarin Jørn Hedin hevur fleiri ferðir verið í Føroyum í samband við rættarmál fyri føroyingar. Av serligum áhuga fyri før­oyingar viðvíkjandi ad­vokatvirki í Danmark kann nevnast skeyti í samband við keyp av summarhús í Danmark, rættarmál móti donskum mótparti, har rætt­ ar­staðið er í Danmark. Um tygum hava skjøl, sum skulu tulkast eftir danskari lóg, og ikki føroyskari, er tað eisini hent við einum ad­vokati, sum til dagliga ar­beiðir eftir danskari lóg, men sum kann málbera seg á føroyskum. Advokatfulltrúi í Danmark 70 ár Í dag, 28. mars, verður Sigríður Joensen, búsitandi í Hvannasundi, 70 ár. Føðingardagurin verður hildin hjá soninum, Karl Joensen, leygardagin 1. apríl frá kl. 17.00.