Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 62 - 28. mars 2006 Nr. 62 • týsdagur • 28. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Ein Gunnar afturat í GÍ Tá ið GÍ leygardagin spældi steypadyst ímóti LÍF, vardi ein nýggjur málmaður málið hjá GÍ. Hetta var klaksvíkingurin Gunnar á Steig, sum seinnu árini hevur spælt við EB/Streymi. Gunnar er framvegis í EB/Streymi, men GÍ hevur leigað hann í nakrar vikur, tí loyvið hjá nýggja útlendska málmanninum hjá GÍ er ikki klárt enn. Ein annar Gunnar – Gunnar Nielsen – er eisini komin at spæla við GÍ, men heldur ikki loyvið hjá honum er klárt enn, so hann var ikki við í dystinum ímóti LÍF. Andrew skoraði Dysturin hjá Fremad Am­ager í donsku 1. deild um vikuskiftið var avlýstur vegna veður, og í staðin spældi liðið hjá Andrew av Fløtum venjingardyst á graslíki ímóti Brønshøj. Dystin vann Fremad Am­ager 3-0. Andrew av Fløtum, sum spældi allar 90 minuttirnar fyri Fremad Amager, skoraði seinasta málið í dystinum, tá ið hann um brotsteigarmarkið sendi bóltin í málið. Coventry tapti stórt Føroyski lands­liðs­spæl­ arin Claus Bech Jørg­ ensen var ikki við, tá ið Coventry leyg­ardagin tapti stórt í næstbestu ensku deildini. Coventry spældi á útivølli ímóti Crewe, og úrslitið var 4- 1 til Crewe. Longu í fyrra hálvleiki hevði Crewe skoraði tríggjar ferðir, og so var Coventry liðugt í tí dystinum. 6.444 fólk sóu Crewe vinna dystin. Stórkavi í Start Meðan Todi Jónsson og lið­felagarnir í Start venja undir sólini í Spania, er leikvøllurin hjá Start í Kristianssand undirkavaður. Ætlanin er, at norska kappingin skal byrja 9. apríl, men tað tykist verða heldur ivasamt, sum verðið er í løtuni. Stórkavi er ymsastaðni í Noregi, og vøllurin hjá Start hevur ligið undir kava í fleiri vikur. – Tað er ikki vist, at vøllurin verður klárur til fyrsta dystin, men vit gera alt, sum vit kunnu fyri á náa tí, sigur Harald Andersen, dagligur leiðari í Start, við heimasíðuna hjá felagnum. Formula.fo og Fótbóltssamband Føroya hava longt avtaluna í sambandi við fremstu mansdeildina í fótbólti, soleiðis at Formula.fo heldur fram sum høvuðsstuðul Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eina viku undan at lands­ kappingin í fótbólti byrjar, hava FSF og Formula.fo longt stuðulsavtaluna millum partarnar. Avtalan hevur við sær, at besta mansdeildin í fótbólti framhaldandi fer at eita Formuladeildin. Nýggja avtalan millum FSF og Formula er gjørd eftir sama leisti sum undanfarin ár, og nú er avtalan galdandi í tvey ár. – Vit fáa eina peninga­ upp­hædd frá Formula. fo fyri hesa avtaluna, og meginparturin av teimum pengunum fer beinleiðis út til feløgini, sum spæla í Formuladeildini, sigur Óli Holm, formaður í FSF, sum einki vil siga um, hvør upphæddin er, sum Formula skal gjalda. Tvey ár í fasta legu Afturfyri hesa upphædd fær Formula bestu mands­ deildina í fótbólti kallaða upp eftir sær, og harafturat fær Formula eisini ymsar lýsingarmøguleikar afturfyri í sambandi við dystirnar í deildini. –  Nýggja avtalan byggir á avtaluna frá í fjør, men nú hava vit gjørt eina avtalu fyri tvey ár, og tað leggur hendan partin av fótbóltinu í fasta legu í 2006 og 2007, sigur Óli Holm, sum er fegin um nýggju avtaluna. Formula eigur framvegis bestu deildina Torkil Holm Petersen, stjóri á Formula.fo, og Óli Holm, formaður í Fótbóltssambandinum, skriva undir nýggju stuðulsavtaluna Mynd: Football.fo Lagt er upp til fleiri tættar og spennandi fjórðingsfinalur í kapp­ingini um Løg­ manssteypið. HB fekk truplan dyst á Eiði, meistarnir skulu til Toftir, og kommunuuppgerð verður millum Skála og NSÍ Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Mánakvøldið var lutakast til fjórðingsfinalurnar í kapp­ ingini um Løg­mans­steypið. Bara lið í fremstu deildini eru eftir í kappingini, og tí var stórur spenningur um, hvussu tey fremstu liðini vórðu parað í hesum týðandi dysti. Úrslitið gjørdist fýra góðar og tættar fjórðingsfinalur, har tað tykist vera rættiliga opið í øllum dystunum. Meistararnir úr B36 mugu metast sum favorittar til sína fjórðingsfinalu, sum verður ímóti uppflytarunum úr B68. Dysturin verður á Toftum, og har hevur B36 ikki altíð havt tað lætt. Munur eigur tó at vera millum meistarar og uppflytarar. HB til Eiðis Hitt stóra havnaliðið fekk eina trupla uppgávu í fjórð­ ings­finaluni. HB skal til Eiðis at spæla ímóti EB/Streymi, sum hevur eitt sterkt lið, ið kann koppa teimum størstu á heimavølli. HB hevur áður havt trup­ul­ar dystir á Mølini, og í fjør var tapið á Eiði dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, og venjarin hjá HB varð koyrdur. Á Skála fara tvey bæði fremstu fótbóltsfeløgini í Eyst­ uroynni seinastu tvey árini, NSÍ og Skála, at dystast í eini lokalari fjórðingsfinalu. Skála og Runavík eru í somu kommunu, men kappingini millum feløgini hvør sínu megin Skálafjørðin er grót­ hørð. Fjórða fjórðingsfinalan verð­ur í Klaksvík, har KÍ og GÍ fara at spæla. Hesi bæði liðini høvdu ein vána­liga landskapping í fjør, men GÍ gjørdi tað bragd at vinna steypakappingina. Steypa­ vinnararnir úr Gøtu komu trygt í fjórð­ings­fin­aluna, men uppgávan í fjórð­ingsfinaluni verður heldur strævnari enn í seinasta umfari. Nýtt lutakast Fjórðingsfinalurnar í kapp­ ingini um Løg­mans­steypið verða spældar Kristi Himm­ al­ferðardag, sum er tann 25. mai. Bert tann eini dysturin verður spældur, og hann skal avgerast – um neyðugt við longdari leiktíð og brots­ sparkskapping. Undanfarin ár hava fel­ øgini vita, hvørjum tey møgu­­liga skulu spæla ímóti í hálvfinaluni, men so­­leiðis er ikki í ár. Tá ið fjórð­ings­fin­ alurnar eru avgreiddar, verður eitt nýtt lutakast um, hvussu tey seinastu fýra feløgini í kappingini skulu hittast. Finalan verður á ólav ­søku. HB endaði á Mølini Jákup á Borg og liðfelagarnir í HB skulu spæla á útivølli ímóti EB/Streymi í fjórðingsfinaluni í steypakappingini