týsdagur 28. mars 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 62 - 28. mars 2006
Bókasølan
Griffilin
Bókasølan!
Griffilin!
Navnið spillir ongan
“og kært barn har mange navne”. Bókasølan og Griffilin hava gjørt av at kasta
saman. Nýggi handilin kemur at verða út til torgið í SMS og verður munandi
størri enn núverandi handlar eru tilsamans í dag. Fleiri bøkur og meira pappír,
men ikki so nógvar leikur sum nú. Vit fara at leggja doyðin á at veita eina prof-
essionella tænastu, men eisini gera handilin til eitt stuttligt stað, har tú dettur um
tað óvæntaða.
Nú leita vit eftir einum hóskandi navni til handilin, og tí bjóða vit til eina navna-
kapping.
Vinn 4838,- kr.
Send okkum títt uppskot um hvussu tú heldur, at handilin skal eita. Um vit
brúka navnið, vinnur tú 4838,- kr. Eru tað fleiri sum senda sama uppskotið inn,
kasta vit lut um hvør fær vinningin. Uppskotini skulu vera okkum í hendi 1. apríl
2006. Brævbjálvin skal stílast til Griffilin, postboks 1158, 110 Tórshavn.
STEPHANSSONS HÚS
Sunnudagin spældi norska
BK Tromsø fyrstu finaluna
um norska meistaraheitið í
mansflogbólti.
Á liðnum hjá Tromsø vóru
aftur hesa ferð Bárður B.
Mikkelsen og Rúni Weihe,
men heldur ikki teir báðir
fingu gjørt so nógv hendan
dystin.
Úr Noreg sigur Bárður, at
tey bæði fyrstu settini gekk
av skriðuni hjá Tromsø, sum
snøgt sagt ikki fekk gjørt
nakað rætt.
Seinni batnaði spælið
tó nakað, og teir vunnu
triða settið, men tað var
ikki nóg mikið kortini. Við
settúrslitunum 23-25, 10-
25, 15-16 og 22-25 taptu
føroyingarnir fyrsta dystin.
Sum skilst, so er eisini
óvist, hvussu liðið hjá Trom
sø verður mannað til næsta
finaludystin. Til dystin móti
Kristianssun hesaferð, mátti
Tromsø verða eina spælara
fyriuttan, meðan mótstøðan
manglaði tveir spælarar.
Í øllum trimum førum var
beach-volley í Brasil atvold
til fráveruna.
Hartil hevur Rúni Weihe
barnadóp á skránni, nú
næsta finalan nærkast, og tí
er óvist, hvørt hann verður
tøkur hjá liðnum, tá finalan
verður spæld 8. apríl.
-mørk
Tey fimm liðini,
ið enn ikki høvdu
boðað frá luttøku í
formil 1 kappingini
eftir 2008, hava nú í
felagstíðindaskrivi
boða frá, at tey hava
meldað seg til
Formil 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
BMW
Sauber,
Honda,
McLaren, Renault og Toyota
siga í tíðindaskrivi frá, at lið
ini hava søkt um luttøku í
formil 1 koyringini fyri kapp
ingarárið 2008. Áður hava
formil 1 liðini verið so ónøgd
við samstarvið við FIA, at tey
ætlaðu at stovna sína egnu
kappkoyring í staðin fyri
formil 1. Men alt fleiri lið
hava slept hesum ætlanum, og
nú tykjast tey seinastu fimm
liðini eisini at hava avgjørt at
verða verandi.
Stórar broytingar
Í seinastu viku kunngjørdi
felagskapurin aftan fyri formil
1, FIA reglugerðina fyri formil
1 í árini 2008-10, og boðaði
frá, at freistin at boða frá
luttøku verður nú fríggjadagin.
Nýggja reglugerðin hevur sera
umfatandi broytingar við sær.
M.a. hesar:
Menningin av motorum
verður steðga. Liðini skulu
brúka sama snið av motori í
trý kappingarár.
Sniðið skal verða latið
FIA í juni í ár.
Gearkassar skulu halda í
fýra koyringar.
Verður motorur ella
gearkassi skiftur út áðrenn
tíð, verða 15 kg av barlast
løgd í bilin.
Ein dekkframleiðari veitir
dekk til øll liðini.
Royndarkoyringin verður
avmarkað til 30.000 kilo
metrar um árið.
Luttakargjaldið verður
beint yvir tvær milliónir kr.
Í mun til núverandi trygd á
kr. 300 milliónir
Kappingarárið verður
longt til at kunna umfata 20
koyringar í mun til 19 nú.
Renault má luttaka
Tey fimm formil 1 liðini siga,
at tey nú gleða seg til at fara
undir samráðingar við FIA
um nýggju reglugerðina.
Leingi hava leysasøgur
gingið um, at Renault fór at
gevast í formil1 eftir hetta
ella komandi kappingarár.
Men hóast tilmeldingina
til formil 1 2008, so sigur
hetta einki um ætlanirnar
hjá liðnum. Tí um Renault
gevst, verður liðið ivaleyst
ikki niðurlagt, men heldur
selt. Tí er ein tilmelding
neyðug fyri at liðið ikki skal
missa alt søluvirðið.
Formil 1 fær ikki kappingarneyta
Finalan í Royal League 2006
fer at standa ímillum danska
felagið FC Keypmannahavn
og norska Lillestrøm. Hetta
er greitt, eftir at seinnu hálv
finalurnar í kappingini eru
spældar. FCK vann trygt á FC
Midjyllandi í hálvfinaluni, og
Lillestrøm sigaði somuleiðis
greitt á Djurgården.
FCK vann í fjør fyrstu
Royal League kappingina, og
felagið hevur tí møguleikan
at endurvinna norðurlendska
gullið.
-ek
FCK og Lillestrøm hittast
Leiðslan í norska felagnum
Start hevur gott mót til
landskappingina í ár, hóast
tað hevur gingið illa hjá fel
agnum seinastu vikurnar.
Venjingardystirnir og dystirnir
í Royal League hava ikki spælt
av, sum Start kundi ynskt
sær, og skaðar, sjúka og aðrir
trupulleikar hava eisini verið
í hópinum, har Todi Jónsson
er ein av spælarunum. Men
leiðslan í felagnum hevur ikki
mist mótið av hesum.
Stjórarnir Erik Solér og
Ernst Ravnaas halda, at Start
fer at vinna heiðursmerki
aftur í ár, hóast útlitini ikki
eru tey bestu.
– Vit hava eina góða út
gangsstøðu, og vit fara at hava
eitt sera gott kappingarár,
heldur Erik Soler.
– Truplar tíðir styrkja teg.
Hetta hava vit upplivað sum
leiðsla, og tað fara spæl
ararnir eisini at upplivað
í ár, sigur Ravnaas við
Fedrelandsvennen.
-ek
Rokna við heiðursmerkjum
Klaksvíkingar eru rættiliga
farnir at trívast hinumegin
Leirvíksfjørð. Fleiri spælarar
eru farnir til LÍF, ÍF og GÍ
at spæla, og fríggjakvøldið
mannaði Ítróttar-Sosialurin eitt
sterkt lið við klaksvíkingum,
sum spæla fótbólt aðrastaðni
enn í Klaksvík. Hetta lið hevur
fingið styrk um vikuskiftið, tí
undan dystunum leygardagin
fluttu tríggir klaksvíkingar aft
urat til Leirvíkar spæla fótbólt.
Talan er um spælarar, sum
hava verið profilar í KÍ nógvu
seinnu árini. Brøðurnir Jan
og Allan Joensen hava verið
stuðulsspælarar hjá KÍ síðani
fyrst í 90’unum, og Erling
Fles hevur gjørt nógv mál fyri
felagið seinnu árini. Teir tríggir
spæla nú í grønu troyggjuni hjá
LÍF.
-mørk
Tromsø taptu fyrstu finaluna
Tríggir KÍ’arar afturat til LÍF