týsdagur 28. mars 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eitt av endamálunum hjá
Timburhandlinum er at veita
kundum sínum eina góða
tænastu.
Ein partur av hesi tænast
uni er at vísa teimum tað
stóra úrvalið sum finst úti
í heimi, og sum handilin
sjálvur kann bjóða fram av
nýggjum tilfari, amboðum
og aðrari útgerð.
Við sær á messuna høvdu
hesir 80 handverksmeist
ararnir eina rekvisitión frá
Timburhandlinum, sum
skuldi nýtast í samband við
keyp av vørum.
Treytin fyri at kunna
keypa á messuni var, at tann
einstaki handverksmeistarin
hevði eina slíka rekvisitión
við stemplinum hjá Timbur
handlinum á. Uttan eina slíka
varð keypið ikki góðtikið av
seljaranum.
Hinvegin so kundi Timb
urhandilin upplýsa hand
verksmeistarunum at tann
vanliga leveringstíðin uppá
tað, teir høvdu keypt var 2
til 3 vikur.
Og sum skilst nýttu fleiri
teirr a eisini høvið at keypa
bæði eitt og annað á byggi
messuni.
300 danskir veitarar
av tilfari og amboðum
til byggivinnu settu
í farnu viku hvørj
um øðrum stevnu
í Fredericia Messe
center. Millum luttak
arnar var eisini eitt
ferðalag við 84 før
oyskum luttakarum,
sum Timburhandilin
hevur boðið við á
messuna
Byggeri 2006
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Á hesi messuni bar til at
síggja alt tað nýggjasta innan
byggivinnuna, bæði tá talan
er um tilfar og amboð.
Her vóru omanfyri 300
ymiskir veitarar av vørum og
tænastum til byggivinnuna,
og stórur áhugi er fyri hvørj
um einasta bási.
Hetta er ein messa sum
verður hildin annaðhvørt ár,
og tað er ikki at taka seg aftur
í at hetta er nakað sum menn
– teir flestu luttakararnir á
stevnuni eru nevniliga menn
– síggja fram til.
Messan byrjaði týsdagin,
og fyrstadagin vóru um 6000
fólk á vitjan.
Fyrireikararnir mettu, at
eini 30.000 vitjandi fóru at
koma inn á básarnar hesar
dagarnar messan var opin.
Føroyska ferðalagið fór við
leiguflogfari til Danmarkar
mikukvøldið og kom aftur
fríggjakvøldið.
Nakað undan messuni
sendu teir á søludeildini hjá
Timburhandlinum út persón
ligar innbjóðingar til bæði
verandi – og helst eisini kom
andi! – viðskiftafólk hjá fyri
tøkuni. Og teir svaraðu allir
ja uppá standandi fót.
– Hetta er veruliga ein
messa, sum teir síggja fram
til og gleða seg til, søgdu
Niclas Juul Olsen, Jan á
Argjum og Kenneth B. Olsen
undan messuni.
Heimafturkomnir kunnu
teir bara staðfesta at so var!
Á næstu síðunum eru
myndir og frásøgn frá
messuni.
Nr. 62 - 28. mars 2006
17
Góð keyp við skjótari avgreiðslu
Føroyingar á størstu donsku byggimessuni
Allir teir 84 føroysku luttakarnir avmyndaðir við fráferðina úr Vágum mikukvøldið
Nýggi stjórin í Timburhandlinum, Jørmann Petersen var
sjálvandi við í ferðalagnum