týsdagur 28. mars 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ofta koma bíligar
gipsplátur á markn
aðin. – Men tað er
ikki vist, at tær eru so
góðar fyri tað, sigur
Sigurd Vatnhamar
Byggeri 2006
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Danogips: – Eg veit ikki,
um vit altíð hugsa um, hví
vit byggja okkum hús. Men
ein orsøk er í øllum førum
eitt ynski um at skapa karm
ar fyri dagligum hugna,
trivnaði, samveru, friði,
tryggleika og privatlívi.
– Til tess at skapa røttu
karmarnar er gips ein natúr
ligur partur. Hetta nøktar
somuleiðis allan tørvin fyri
nútíðar bygging!
Menninir í Danogips í
Hobro duga at tosa fyri seg
um fyrimunirnar við at nýta
gipsplátur í heiminum. Tí
hesi fyrimunir eru nógvir og
rættiliga eyðsýndir eisini.
Umframt tað at gips verj
ir móti eldi, vindi og kulda
og verjir fyri larmi, eru plát
urnar lættar og kunnu lætt
liga broytast og tilpassast til
skiftandi tørvin hjá familj
unum.
Menning
Hetta er alt vitan, sum starvs
fólkini á verksmiðjuni hjá
Danogips fegin vilja geva
víðari til teir 84 føroying
arnar, sum hósdagin í farnu
viku vóru savnaðir saman
her.
Hetta var ein partur av
skránni, sum ein av kundun
um og stórur avtakari, Havn
ar Timburhandil hevði lagt
fyri ferðina til størstu byggi
messuna nakrantíð á dansk
ari jørð.
Henda
framsýningin
skuldi sjálvandi vitjast, men
ein vildi í sama andadrátti
vísa føroyskum handverks
meistarum á nakrar nýggjar
møguleikar og menning inn
an tilfar til bygging.
Millum teir 84 luttakarar
nar var Sigurd Vatnhamar,
sum dagliga starvast sum
lærari á Teknisk skúla.
Hann hevur eina ferð fyrr
vitjað hesa verksmiðjuna.
Men tað var framvegis áhuga
vert hjá honum at síggja alt
aftur.
– Ein lærir altíð okkurt
nýtt, sum hann tekur til.
Hvat og hvussu
Sigurd lærdi í síni tíð til
húsasmið, og hevur tí, sum
ein part av hesum, fingið
innlit í hvussu byggitilfarið
er uppbygt.
Henda áhugan hevur hann
framvegis, nú hann stendur
sum undirvísari framman
fyri teimum sum nú eru
í somu læru sum hann á
sinni.
Á vitjanini hjá Danogips
í Hobro fekk hann tí eisini
nógv nýtt at vita um, hvussu
gips úr jørðini verður til eina
gipsplátu, sum at enda verður
fest á eitt loft ella á eitt gólv í
Føroyum, Danmark og aðra
staðni úti í heimi.
– Tað hevur verið sera
áhugavert at sæð, hvussu
framleiðslan er.
– Tú stendur jú við eini
Ein gipspláta er ikki bert ein
18
Nr. 62 - 28. mars 2006
Gipsplátur kunnu bendast og boyggjast meiri enn ein heldur. Sigurd Vatnhamar, sum dagliga starvast sum lærari á Tekniska skúla skoðar her nakrar teirra