týsdagur 28. mars 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
plátu í hondunum heima á
Føroyum. Men ein veit lítið
um, hvat hetta veruliga er
og hvussu tað verður gjørt,
sigur Sigurd, sum var sera
væl nøgdur við hesa vitjan
ina.
Møguleiki var eisini hjá
teim vitjandi at seta fram
spurningar, og tað nýtti
Sigurd og aðrir eisini høvið
til.
Her hevði ein fatur á
monnum, sum vistu hvat tað
snúði seg um. Og tí fingu
føroysku gestirnir eitt frá
líkt høvi til at seta seg inn
í fyr imunirnar við nýtsluni
av hesum danskt-framleiddu
gipsplátunum.
Broytt breidd
Fyr i Sigurd hevði henda
vitjanin eisini ein annan
týdning.
Hetta var onnur ferðin
hjá honum á verksmiðjuni,
og tí fekk hann líkasum alt
endurtikið eina ferð aftrat.
– Tað var gott at fáa alt
hetta uppfrískað aftur. Nú
kenni eg framleiðsluna mun
andi betri enn áður, sigur
hann.
Hinvegin so kann Sigurd
staðfesta, at framleiðslan er
ikki so nógv broytt, síðani
hann var her seinast.
Tað var kortini ein einstøk
broyting, sum Sigurd beit
merki í: Breiddin á plátun
um.
Lættar at handfara
Menningin innan byggivinn
una hevur eisini havt ávirkan
á støddina av hesum plátun
um.
Meðan ein hevur hildið
meiri fast við longdina, so er
breiddin á plátunum minkað
rættiliga nógv.
Fyrr var breiddin á plátun
um í stóran mun 120 cm.,
meðan tær nú er smalkaðar
niður í 90 cm.
Og hetta hevur eisini sína
orsøk:
– Hetta er alt gjørt av ergo
nomiskum grundum. Plát
urnar eru nú bæði lættari og
betri at handfara.
– Í so máta er hetta ikki
so øgiliga nógv nýtt, men er
kortini til fyr imun fyr i tann
einstaka handverkaran, sigur
Sigurd.
Ein góð og ein ring
Á Tekniska skúla undirvísir
Sigurd í tilfarslæru. Og út frá
tí, hann sá og fekk upplýst á
Danogips, kann hann taka
hetta við í undirvísingina,
m.a. tá talan er um gips.
Ofta koma plátur á markn
aðin. Her kunnu tær keypast
fyr i ein bíligan pening tí tær
eru uppá tilboð.
Men tað vísir seg ofta, at
hesar bíligu pláturnar eru als
ikki nóg góðar, tí tær ikki
lúka øll try gdarkrøvini sum
sett verða í dag.
– Eg kann her greiða teim
um frá framleiðsluni og
hvussu ein gipspláta verður
gjørd og hvat er í henni.
– Og so kann eg jú eisini
greiða teimum frá, hvat mun
urin er á eini góðari plátu og eini
ringari plátu, sigur Sigurd.
Ein lítil seympistól
ger stóran mun hjá
handverkarum í
arbeiði teirra. – Hon
er fantastiska hent,
sigur handverks
meistarin, Sámal
Erik Hentze
Byggeri 2006
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Pistól: Við ein av teimum
300 básunum á stóru fram
sýningini standa tveir
mans.
Teir eygleiða og práta
óført saman um eitt av
amboðunum, teir kenna
nógv til og brúka javnan í
teirr a arbeiði.
Talan er um eina so
nevnda pistól, sum teir
brúka at skjóta seymir inn
í veggin við.
– Jú, vit brúka hesa pistól
ina sera nógv, tá vit “pláta”
í okkara arbeiði.
- Tann sum vit hava, er
júst tann sama sum henda.
So hesa kenna vit sera væl,
sigur annar teirr a, Sámal
Erik Hentze.
Hin maðurin er Jens
Kristjan Hansen, og sam
an eru teir stjórar í Húsa
varðartænastuni í Havn.
Fyrimunir
Fyr i Sámal Erik er eingin
ivi um, at arbeiðið hevði
verið munandi tyngri uttan
pistólir av slíkum slagi.
Tað er serliga mátin, sum
henda pistólin skjýtur seym
in inn í veggin uppá, sum er
ein fyr imunur.
– Úrslitið er snøgt sagt,
at seymurin situr í plátuni.
Hann brýtur ikki frá sær,
sum Sámal Erik tekur til.
Eitt er tað at henda pistól
in lættir almikið um hjá
Sámal Eriki og Jens Kristjan
sum handverkarar.
Men tað eru eisini aðrir,
sum hava gleði og gagn
av fyr imununum við hesi
pistólini.
So løgið tað enn kann
ljóða, so eru tað málarar
nir!
Hent amboð
Tað eru ofta teir, sum fáa
stríðið aftaná um ein seymur
ella skrúva ikki er komin
nóg langt inn í sjálvan vegg
in, sum málarnarnir skulu
mála aftaná.
– Teir siga, at teir eru
beinleiðis imponeraðir av
tí, sum henda pistólin ger,
sigur hann.
Tá Sámal Erik hoyr di um
hesa pistólina av fyr stan tíð,
avgjørdi hann beinanvegin
at keypa sær eina til teirr a
arbeiði.
Og tað hevur hann ikki
angrað:
– Fyr i okkum sum brúkar
ar av henni, má eg bara
siga, at hon er fantastiska
hent, sigur hann.
gipspláta
Fleiri fyrimunir
Í dag er ikki kravt, at sethús skulu hava gipsplátur tá talan er um brunatrygd.
Tá talan hinvegin er um stovnar – barnagarðar, skúlar og tílíkt – tá er alt gipsplátur.
Hetta er kortini eitt gott tilfar at byggja við. Tað er lætt at handfara og at arbeiða við.
– Skal ein tosa um fyrimunir og vansar við gipsplátum og øðrum byggiplátum, so eru
fleiri pluss til gipspláturnar, siga teir kønu innan bygging.
FAKTA
Pistólin lættir um arbeiðið
Brunatrygg loysn
Brunateknisku eginleikarnir hjá gipsi eru ótrúligir.
Gips kann nevniliga ikki brenna og verður tí brúkt
nógvastaðni til at verja annað byggitilfar, m.a. træ og stál.
Gipspláturnar innihalda bundin vatnmolekylir, sum verða
frígivin, um eldur kemur í.
Við eini ógvusligari ávirkan frá hita útvikla hesi
bundnu vatnmolekylini ein vatndamp. Hesi forða aftur
útbreiðsluni av eldsloganum, sum var talan um eitt
innbygt sprinklara-anlegg.
FAKTA
Sámal Erik Hentze og Jens Kristjan Hansen við eitt av hentu tólunum í teirra arbeiði – eina
pistól at skjóta seymir við
Nr. 62 - 28. mars 2006
19
Teir kanna og fáa kunnleika
um henda gipssteinin,
sum kanska verður til eina
byggiplátu í einumhvørjum
føroyskum heimi
Maskinur í øllum støddum vóru at síggja á byggimessuni