týsdagur 28. mars 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nútíðar tøknin hevur
eisini gjørt sína
ávirkan galdandi
innan byggivinnuna.
Tey nýggjastu tólini
gera tað bæði lættari
og skjótari hjá hand
verkarunum at
arbeiða
Byggeri 2006
Orð/mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Nivellering: Eitt av byggi
feløgunum sum vóru um
boðað í føroyska hópinum á
Byggeri 2006 var Kanjon.
Saman við systkinabarni
sínum, Dennis Hansen var
Kjartan Hansen við fyri hesa
fyritøkuna.
Fyri teir var nógv áhuga
vert at fáa eygu á – bæði av
tí nýggja, men eisini av tí
meiri vanliga og kenda innan
amboð og tilfar.
Eitt av hesum amboðum,
sum teir nýta í sínum arbeiði
er eitt nivelleringstól. Og á
messuni vóru fleiri slík víst
fram í ymiskum støddum og
prísflokkum.
– Hetta er eitt tól sum vit
brúka rættiliga nógv, siga
teir báðir.
Gott og gamalt
Á slíkari byggimessu sum
hesari finst alt tað nýggjasta
bæði innan tilfar og amboð.
Men eisini okkurt við eldri
dagfesting, sum ein ikki
noyðist at skifta út soleiðis
í bræði.
Millum tólini, sum vóru at
síggja á stóru messuni, var
eitt lasarastýrt tól, sum fólk
innan byggivinnuna nýta at
nivellera við – tað er: at rætta
av við, javna ella slætta.
Fyrimunurin við hesum
tólum er, at tey kunnu bæði
brúkast í smærri rúmum og
tá talan er um størri økir.
Við einum slíkum niveller
ings-tóli ber nevniliga til at
rætta gólvini av við. Og
ein kann eisini brúka tólið,
tá ein skal máta ella seta
hæddir av í sambandi við
útstykkingar.
– Jú, hetta er eitt ógvuliga
hent tól, eru Kjartan og Denn
is samdir um.
Skjótt og effektivt
Eins og við flest øllum tólum
í dag, so eru tey gjørd fyri at
spara bæði tíð og pening.
Eitt nivellerings-tól av
slíkum slagi er einki undantak
í so máta. Høvuðsorsøkin til
hetta er, at tað lættir so nógv
um hjá handverkarunum.
– Hetta er munandi skjótari
og betri at brúka. Fyrr var
ofta neyðugt við tveimum
monnum til nivelleringina,
men nú kann ein einstakur
maður gera tað sama.
– So hetta er eitt sera effek
tivt apparat, siga teir báðir.
Bíligari
Hóast nógv nýtt var at síggja
á byggimessuni, so hava hesi
nivellerings-tólini kortini
fleiri ár á baki.
Tað var tí – sum so – ikki
nakað slóðbrótandi nýtt at
heinta hjá Kjartani og Denn
isi í júst hesum førinum. Og
tó:
Er tað nakað sum er broytt
hesi seinastu árini, er tað
kostnaðurin fyri eitt slíkt
tól.
Fyri nøkrum heilt fáum
árum síðani kundi ein keypa
eitt slíkt tól fyri langt oman
fyri 20.000 kr.!
Í dag kann ein vanliga
keypa eitt slíkt tól í Danmark
fyri ein bruttoprís uppá
slakar 6.000 kr.
Men á Byggeri 2006 fingu
kundarnir eitt slíkt tól til
keyps fyri serprís – 3.995
kr.
– So her er ein øgiligur
munur á, siga teir báðir við
ein munn.
Kári Simonsen frá
KS Timburhús hevur
úr at gera í løtuni.
Hann tók kortini av
tilboðnum at koma
við á byggimessuna í
Fredericia
Byggeri 2006
Snorri Brend
Sethús: Ein sum merkir til
økta tørvin á handverkarum
í Føroyum er Kári Simon
sen.
Hann hevur gjøgnum
árini smíðað eina rúgvu av
sethúsum, og í løtuni eru
teir eisini í ferð við fleiri
sethús.
Fyrrapartin í gjár byrjaðu
teir uppá eini nýggj sethús
í Miðvági, men annars eru
teir flestu av hansara monn
um til arbeiðis í Hoyvíks
haganum.
Teir hava eisini eini sethús
á Norðskála, sum teir skulu
smíða einaferð seinni.
– Ja, faktiskt hava vit
arbeiði heilt fram til 2008,
sigur ein bjartskygdur
Kári.
Kári var eisini millum teir
84 føroyingarnar sum løgdu
leiðina inn á stóru byggi
messuna í farnu viku.
Hansara áhugi var at
hyggja eftir teimum nýggju
maskinunum, og har var eis
ini mangt ymiskt at síggja.
– Her var kortini ikki nak
að kollveltandi nýtt hesaferð,
men har vóru tó nakrar
finessir sum høvdu mín
áhuga, sigur Kári. Í sama
viðfangi hugdi hann eisini
eftir ymiskum útgávum av
tøkum og takrennum.
Kári er ein av mongum
kundum hjá Timburhandl
inum, men keypir annars har
sum hann fær besta prísin.
Færri hús seld
Søla: “Í Danmark er
rentustøðið sera lágt. Frí
virðini á húsum økjast og
fólk hava eina trúgv uppá,
at hetta verður gongdin í
nógv ár framyvir. Ein tosar
um e0itt satt boom innan
bygging og renovering”.
Soleiðis verður sagt av
fólki innan byggivinnuna.
Men samstundis eru aðrar
røddir frammi sum siga,
at “boligfesten er slut
nu”.
Í danska blaðnum BT
var í farnu viku nortið
við hesi viðurskifti. Her
verður sligið fast, at tær
ógvusligu príshækking
arnar á bústøðum eru
lidnar. Rentulopið fær
nú eisini keypararnar
av bústøðum at steðga
á. Hetta merkja eisini
donsku húsameklararnir.
– Áður var tað so, at
í tíðin, sum húsini vóru
til sølu, er longd við 10
til 15 %. Hetta er fyri
okkum eitt greitt tekin
um, at steðgur er við at
koma í, sigur Jesper Elle,
kunningartalsmaðyr hjá
Nybolig.
Hjá størsta meklaravirk
inum í Danmark, Home,
vænta tey einans ein prís
vøkstur uppá 5 til 10 %
í ár.
Baltar hjá
dønum
Arbeiðsmegi: Nógvar
danskar fyritøkur hava
trupulleikar at útvega
nóg stóra arbeiðsmegi til
eftirspurning teirra.
Nú
hevur
Baltic
WorkForce latið upp eina
skrivstovu við tí endamáli
at útvega hesa til danska
byggiídnaðin.
Henda danska fyri
tøkan hevur seinastu
árini útvegað ein hóp av
útlendskari arbeiðsmegi
til donsk gartnarí’ir, land
búnaðin og donsku skóg
irnar.
Fyritøkan, sum danir
eiga part í, fer nú at finna
fram til arbeiðsmegi til
byggiídnaðin, sum í løt
uni hevur trupulleikar
at útvega nóg mikið av
arbeiðsmegi. Alt verður
gjørt eftir donskum lønar-
og arbeiðstreytum.
Fyritøkan merkir stóran
eftirspurning eftir arbeiðs
fólki serliga úr Litauen.
Teir hava drúgvar royndir
í at útvega uppihalds- og
arbeiðsloyvi, og tí lættir
tað nógv um hjá teimum
ymisku byggifyritøkunum
at kunna venda sær til
eitt einstakt stað at ordna
hetta.
Hent tól fyri ein bíligan pening
Mest finessir
Kjartan Hansen (vinstrumegin) og Dennis Hansen hyggja eftir einum kendu tóli – einum nivelleringstóli. Prísurin er lækkaður
sera nógv tey seinnu árini
20
Nr. 62 - 28. mars 2006
Kári Simonsen (fremst vm.) hevur nógv hús í gerð í løtuni. Í gjár byrjaðu teir uppá eitt í Miðvági