týsdagur 28. mars 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Smáar fyri
tøkur eru
sera sunnar
Arbeiðsdygd: Ein nýggj
kanning frá danska Heilsu
stýrinum vísir, at størri
fyritøkur við fleiri enn
100 starvsfólkum, gera
nógv meiri fyri heilsuna
hjá starvsfólkunum enn
tær smærru fyritøkurnar.
Men fólk innan DS
Håndværk og Industri
koma nú við atfinningum
móti teimum almennu
myndugleikunum fyri at
gera ov skjótar og haraftrat
skeivar niðurstøður út frá
kanningini.
– Tað er hóast alt meiri
sunt fyri likam og sál at
hava eitt virkið arbeiði
sum handverkari, enn at
sita stillur á einum stóli
allan dagin á eini stórari
skrivstovu.
– So tað er greitt, at
starvsfólkini gerast sjúk,
sigur Poul Bavngaard,
sum er kunningarstjóri í
DS.
Heilsustýrið er ikki ein
asti myndugleikin, sum
DS Handverk og Ídnað
koma við viðmerkingum
til, tá talan er um heilsu
og trivnað hjá starvsfólk
unum.
– Arbeiðseftirlitið kem
ur við áheitanum til ein
hóp av okkara fyritøkum
um at fáa motiónsrúm til
starvsfólkini. Vit vóru
øll somul um at doyggja
í látri, tá vit hoyrdu tað!
– Nógv av okkara fólk
um hava ein yvirarm
sum er størri enn miðjan
í Arbeiðseftirlitinum, tí
tey lyfta tungt jarn allan
dagin. So motiónsrúm
er helst ikki tann størsti
tørvurin beint nú, sigur
Poul Bavngaard.
Hann er nú farin at vita,
um hann ikki finnur eina
kanning, sum greitt sigur,
at smærri fyritøkur eru
sera sunnar.
– Ein kannar jú bæði
eitt og annað í dag. So eg
skal nokk finna eina slíka
frágreiðing onkustaðni,
sigur hann.
Tá hann finnur hana,
lovar hann at úrslitið skal
verða væl og virðiliga
kunngjørt fyri almenn
ingin.
Útbúgving: Fleiri aðrar
bransjur fáa fyrimun av
útbúgvingunum
innan
byggi- og anleggsarbeiðini.
Í løtuni eru fleiri enn
60.000 ung í gongd við
eina vinnuútbúgving. Hóast
byggi- og anleggsvinnan
bert telur 7 % av samlaðu
arbeiðsmegini í Danmark,
hava 17.000 teirra valt eina
útbúgving innan júst hesa
vinnuna. Frá november 2004
til november 2005 hækkaði
talið av praktikkavtalum í
byggi- og anleggsvinnuni
við 24 %.
Ein kanning, sum Dan
marks Statistik hevur gjørt
fyri tíðarritið hjá Dansk
Byggeri “Barometer” vísir,
at helvtin av teimum sum
eru útbúgvin innan byggi-
og anleggsarbeiði arbeiði
innan aðrar vinnur.
– Umleið 15 % arbeiða í
ídnaðinum, 12 % hava funnið
arbeiði innan tað almenna,
og restin er javnt býtt millum
aðrar vinnugreinar.
– Hetta merkir at stórur
eftirspurningur er eftir hesum
fólkunum, sum ein fær úr
byggi- og anleggsvinnuni,
sigur Louise Pihl frá Dansk
Byggeri.
– Spard tíð er spardur
peningur, sigur
Ronald Poulsen. Á
messuni í Danmark
fekk hann fatur á eini
lítlari, men kortini
hentari sagimaskinu
Byggeri 2006
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Saging: Hann er ungur í
sinni, og er ikki bangin fyri
at leita eftir tí nýggjasta
nýggja og tí besta.
Millum luttakararnar á
Byggeri 2006 var Ronald
Poulsen, starvsmaður á Veg-
og Kloakkdeildini hjá Tórs
havnar Kommunu.
Í arbeiði sínum kunnu teir
koma út fyri, at neyðugt er at
saga rør sundur ella teir mugu
inn um eitt fundament fyri at
loysa ein trupulleika.
Hetta er ikki altíð eins
lætt, tí illa er sleppandi til
við teimum vanligu sagi
maskinunum.
Men her á byggimessuni
fann hann eina maskinu,
sum kann verða til stóran
fyrimun og lætta í arbeiði
teirra.
Ronald sá hana, kannaði
hana og keypti hana eisini.
– Og nú gleði eg meg
bara til hon verður tikin í
brúk her hjá okkum, sigur
tann altíð so fryntligi Ronald
Poulsen.
Lættir um
Henda nýggja maskinan,
sum bæði er lítil og løtt,
skal nýtast til betong-saging.
Hon kann sum einki saga 30
cm. inn í ein múr.
– Fyrimunurin við henni
er, at hon sagar líka skjótt
inn í ein betongmúr sum hon
sagar gjøgnum træ, greiðir
Ronald frá.
Henda serstaka maskinan
er ein ketusag, og tað gevur
henni uppaftur aðrar fyri
munir.
Brúkar ein tær vanligu
rundsagirnar at saga við,
verða sárini ofta rættiliga
stór. Tað sleppur ein nærum
undan við hesari.
– Haraftrat er støðan eisini
hon, at tað er ikki allastaðni
at vit kunnu sleppa runt um
at saga. Nú kunnu vit klára
alt frá bert einari síðu, sigur
Ronald.
Kloakkir
Sum starvsmaður á Veg-
og kloakkdeildini í Havn
sær hann nógvar eyðsýndar
fyrimunir við hesi nýggju
ketusagini.
Ein partur av arbeiðinum á
hesi deildini er at arbeiða við
teimum mongu kloakkleið
ingunum í høvuðsstaðnum.
Skulu teir annaðhvørt
saga eitt betongrør sundur,
ein brunn ella talan er um
eitt fundament fyri at koma
inn í eini hús, sleppur ein
ikki altíð eins væl framat
við eini rundsag bara frá
einari síðu.
Ein fyrimunur aftrat við
hesi nýggju sagini er, at hon
er løtt og vigar ikki meiri
enn eini seks kilo.
Tað krevst eitt anlegg at
dríva hana, og hetta anleggið
til oljutrýst eigur kommunan
eisini.
Sparir tíð
Undan hesi stóru byggimess
uni var Ronald kunnaður
um, at ein slík sag var at
finna her.
Tað gekk heldur ikki long
tíð, til hann hevði funnið bás
in har henda maskinan var at
fáa til keyps. Og maskinan
varð eisini keypt!
– Fyri meg er eingin ivi
um, at henda maskinan fer at
spara seg innaftur rættiliga
skjótt í tíð.
– Og ikki tær at siga, so er
tíð eisini peningurin, sigur
Ronald við einum brosi.
Lítil sagimaskina
sparir nógvan pening
Ronald Poulsen og sonurin Bjarni eygleiða hesa nýggjastu sagimaskinuna hjá Tórshavnar kommunu. Ronald fór glaður aftur til
húsa!
Færri arbeiðsleys
í Keypmannahavn
Arbeiði: Talið av arbeiðs
leysum og aktiveraðum
er minkað við 14,3 % frá
desember 2004 til desember
2005.
Íalt eru 36.400 persónar
í Keypmannahavn arbeið
sleysir og væntað verður,
at talið fer at minka enn
meiri.
Kapping: Boligejernes
Videncenter Bolius hev
ur sett í gongd ta størstu
og mest ambitiøsu bústað
arkappingina nakrantíð.
Einastu treytirnar fyri at
luttaka í kappingini er, at ein
býr í einum húsi og hevur
eitt gott hugskot, sum ein vil
geva Bolius lut í.
Heiðurslønir í kappingini
eru íalt uppá 1,4 mió. kr.
Heiðursløn fyri góð hugskot
Læra, men skifta
síðani bransju
Nr. 62 - 28. mars 2006
21