týsdagur 28. mars 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Føroyska oljufelagið
Atlantic Petroleum
fer at vera í fyrstu
parkett, tá tað í
næsta mánað flytur í
gamla bygningin hjá
Willejus í Gongini,
gomlu Kristnastovu.
Stjórin fegnast um
komandi bústaðin hjá
felagnum.
Heimstaður
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Ikki færri enn fýra oljufeløg
fara at halda til í Gongini
við Kongabrúnna í Havn
frá í næsta mánað. Talan
er fyrst og fremst um før
oyska oljufelagið Atlantic
Petroleum, sum flytur alt
sítt virksemi teir umleið
200 metrar frá Nólsoyar
Pállsstovu til Kristnastovu,
húsini í grannalagnum, har
Willejus hevði radioverkstað
og handil í mong mong ár
og sum Marstein seinni tók
yvir.
Í løtuni er stór umvæling
og umbygging í gongd í hús
inum, sum fyrst og fremst
verður høvuðssæti hjá
Atlantic Petroleum. Geysir
Petroleum, sum føroyska
oljufelagið samstarvar við,
fer so eisini at hava til húsa
har.
Herfyri vórðu hølini, har
oljufeløgini Amerada Hess
og Dong halda til, lýst til
sølu, og tað skilst, at hesi
bæði oljufeløgini eisini
skulu húsast undir sama taki
sum føroyska oljufelagið.
Wilhelm Petersen, stjóri í
Atlantic Petroleum sigur,
at tey eru sera væl nøgd við
nýggju adressuna í Gongini,
sum hann metir verða eina ta
bestu í býnum sum heild. –
Vit vera sera sjónlig á hesum
stað, og liggja hølini eisini
sera væl fyri, tá hugsað
verður um vónandi nógva
virksemið hjá felagnum kom
andi árini.
Ikki kann sigast annað
enn, at tað verður satt altjóða
umhvørvi í Gongini í fram
tíðini, har oljufeløg úr Før
oyum, Noregi, Danmark og
USA fara at halda til.
Føroyskt
oljufelag
í fyrstu
parkett
Her í gomlu Kristnastovu á Kongabrúnni ella rættari í Gongini fer Atlantic Petroleum at halda til í framtíðini
Mynd Jan Müller
Inngongdin verður í Gongini, har stór umvæling og umbygging fer fram
Mynd Jan Müller
Wilhelm Petersen, stjóri
í Atlantic Petroleum:
– Vit fegnast um
komandi bústaðin
Mynd Jan Müller
Tað eru Albert Isfeldt
arkitektar, sum standa
fyri innrættingi
av hesum gamla
bygninginum. Soleiðis
fer hann at síggja út, tá
umbyggingin er liðug
Nr. 62 - 28. mars 2006
22