týsdagur 28. mars 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eitt prent sum áður
kundi taka upp í 8
tímar, tekur í dag
8 minuttir”, sigur
Tróndur Joensen
við Sosialin. Felagið
Sjónband hevur keypt
eina serliga maskinu,
og hon er tann einasta
av sínum slag í Føroy
um
Margfalding
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Tá ið vit koma oman í
kjallaran í Sjónband, er tað
fyrsta vit síggja ein stóran
kassa. Men hetta er ikki
ein vanligur kassi – hetta
er ein prentimaskina sum
ikki hevur sín líka í konga
ríkinum. Maskinan er sera
framkomin, og danir fáa sína
fyrstu maskinu í næstum.
Margmiðlahúsið Sjónband
gjørdi í síðstu viku eina
stóra íløgu í framtíðina.
Tá keyptu tey eina digitala
prentimaskinu, sum er før
fyri at hagreiða uppgávur
skjótari enn áður sæð í
hesum landi. “Talan er um
eina maskinu av slagnum HP
Indigo 5000”, sigur Tróndur
Joensen, stjóri í Sjónband.
Prentfakið hevur verið í eini
støðugari menning seinastu
nógvu árini. Í høvuðsheitum
kunnu vit býta menningina
í prentfakinum í tríggjar
part ar. Fyrst varð prentað
við blýggið. Síðan kom
“offsett” skipanin. Hetta
var ein maskina sum gjørdi
nógv skjótari av enn áður.
Men nú verður prentifakið
kollvelt, tí at nú verður fakið
digitaliserað.
Stutt um fyritøkuna
Søgan um fyritøkuna Sjón
band er ein søga um eina
fyritøku í støðugari menning.
Tróndur Joensen greiður frá,
at hann byrjaði fyri 10 árum
síðan í einum kamari, og
síðan hevur fyritøkan bara
ment seg. Í dag starvast 10
fólk í fyritøkuni.
Sjónband framleiðir mill
um annað sjónvarpssendingar
fyri Kringvarp Føroya, og tey
gera eisini sjónvarpslýsingar
fyri fyritøkur.
Umframt hetta prentað tey
alskyns uppgávur fyri fyri
tøkur, og her kann vera talan
um alt frá lýsingarbløðum til
stórar bannarar.
Ferðin økist
“Í veruleikanum gongur alt
nógv skjótari í dag. Ein kann
í prinsippinum taka nakrar
myndir til eina brúðarvígslu,
og síðan senda okkum mynd
irnar umvegis teldupost.
Síðan taka vit tær niður og
prenta tær á eitt sanghefti,
sum er kann takast í brúk
til døgurðan seinnapartin”,
greiðir Tróndur frá. Hóast at
tey vanliga ikki takast við
tílíkar uppgávur, so kann
ein tílík mynd nýtast til at
lýsa, hvussu skjótt hendan
maskinan arbeiðir.
“Við hesi maskinu hava vit
ein garanti fyri góðskuni. Tað
sum lýsarin sendir okkum,
verður prentað júst sum teir
vilja hava tað. Og av tí at
alt er digitalt, so er góðskan
eisini sera støðug”, sigur
Tróndur. Maskinan er keypt
úr Svøríki, og í løtuni er ein
svensk kvinna í Sjónband
fyri at læra starvsfólkið at
brúka maskinuna.
Góðska og skjótleiki
Meðan vit standa og práta,
baksast ein annar við at prent
að 500 A4 síðir til eina fyri
tøku. Tróndur er fryntligur
og vísir okkum hvussu alt
fyriferst. Hann greiðir frá
hvar teldan stendur, og vísir
okkum alt sum er rundan
um maskinuna. Maskinan er
ikki meir enn farin í gongd,
tá ið hon aftur steðgar. Ikki
tí at stíggjur er komin í, men
tí at hon longu er liðug við
uppgávuna. Tróndur Joensen
vísir okkum endaliga úrslitið
og hyggur eftir klokkuni.
“Hatta tók fýra minuttir”,
sigur hann við einum smíli.
Vit granska prentið, og
koma ásamt um at góðskan
so sanniliga er í lagið.
Vilja fáa uppgávur
heim
“Hóast vit hava tí bestu
útgerð ina í Føroyum, so
leggja vit okkum ikki eftir
at taka kappingina upp við
føroysku fyritøkurnar. Tað er
so, at sera nógvar fyritøkur
senda prentiuppgávur av
landinum, og tað er her at vit
kunnu gera munin. Vit vilja
gjarna fáa hesar uppgávur
aftur til landið, tí at vit hava
førleikan, og so sanniliga
eisini kappingarføri til tað”,
sigur stjórin í Sjónband
Tróndur Joensen.
Vit kunnu tillaga okkum
til brúkaran. Um brúkarin
ikki er heilt vísur í hvussu
stórt upplag av t.d. einum
bóklingi, so byrja vit bara
í smáum. Tí tað er onki til
hindurs fyri at gera nøkur
eyka upplag seinni. Soleiðis
er skipanin nógv meiri fleksi
bul enn hon var áður.
“Eitt nú kunnu vit prenta
eitt eintak av eini bók,
soleiðis at rithøvundurin
kann síggja bókina í sínum
veru liga líki, heldur enn at
prentað t.d. 300 eintøk. Áður
hevði hetta verið ein stirvin
og kostnaðarmikil uppgáva,
men í dag letur hetta seg væl
gera”, sigur Tróndur.
Tann 1. apríl verður fyri
tøkan Sjónband 10 ár.
Stórhending í prent-
fakinum í Føroyum
Nr. 62 - 28. mars 2006
23
HP Indigo 5000 – nýggjasta tøknin er komin til Føroya
Mynd: Alvin Ellebye Andersen
Tróndur Joensen, stjóri í Sjónband
Mynd: Alvin Ellebye Andersen