Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Norðfra hevur meira enn flestu onnur virkir í Føroyum lagt seg eftir at virka vørur til føroyska heimamarknaðin. Fyritøkan hevur prógvað, at rættiliga fitt kann fáast burtur úr hesum marknaði. Av einum samlaðum umsetningi í fjør upp á slakar 20 mió krónur, stavar umleið ein fjórð­ing­ ur frá sølu á heima­ marknaðinum. Sosial­ urin hevur vitjað Norðfra í Norðdepli Virkisvitjan Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var í 1997, at Jógvan Høj saman við einum norð­ manni, sum hann áður hevði samstarvað við, keypti gamla Frostvirkið í Norðdepli og stovn­aði felagið, Sp/f Norð­ fra. Norðmaðurin var inn­ keyp­ari av saltfiski fyri eitt spanskt felag, sum lever­aði saltfiskavørur til einar 35 fyritøkur í Spaniu. Í Føroy­ um keypti hann saltfisk um felagið, Sp/f Fram, sum Jógv­ an hjálpti honum at stovna. Á virkinum í Norðdepli høvdu tey maskinur til flek­ing og flakaskering, og størstu toskarnar skóru tey við hond. Í umleið eitt ár arbeiddu tey soleiðis bara saltfisk á Sp/f Norðfra. – Tað gjørdist ov strævið fyri okkum at kappast á salt­ fiskamarknaðinum, bæði við innkeypi av fisk og úti á sjálvum marknaðinum. Tí avgjørdu vit longu á sumri árið eftir at leggja framleiðsluna um, soleiðis at vit kundu virka frystar vørur. Tá ið norðmaðurin tók seg burtur úr felagnum, keypti Jógvan Høj eisini parta­ peningin hjá honum. Hýsan er álitið Maðurin aftanfyri Norðfra sigur, at virkið var klárt at fara undir at virka frystar vørur í november 1998. – Eg vil siga, at virkið nær­um varð endavent við hesi umlegging, har umklæð­ ingarrúm, sum áður vóru niðri undir, vórðu flutt upp á loftið, eins og ein laksa­ kryvjilinja varð tikin niður, samstundis sum rúmið bleiv bygt um til skerihøll. Jógvan Høj sigur, at heilt síðan umleggingina við end­ an av 1998, hava tey lagt seg eftir at virka frystar vørur – í fyrsta lagi úr hýsu, sum er veidd við línu og síðan úr toski. – Um summarið, tá ið lítið fæst av hýsu, hava vit eisini arbeitt hvíting. Hýsan er góð til út í mai, og vanliga kemur hýsan ikki aftur, fyrr enn hvít­ingurin er farin, sigur hann. Í 1999 byrjaði Norðfra eisini at keypa frysta hýsu frá russum. – Vit høvdu eitt gott sam­starv við Føroya Fiska­ virking, sum keypti frystan tosk úr Ruslandi. Toskurin varð arbeiddur á virkinum hjá felagnum í Havn. Tá ið hýsa eisini var upp í frystu veiðini, keyptu vit. Hetta riggaði væl, soleingi vit fingu flutningsstuðul. Men sum so ofta, broyttust fyritreytirnar. Politikararnir avgjørdu at taka av flutningsstuðulin og lovaðu, at triðjalandstollurin skuldi fella burtur. Men okk­ um kunnugt er hann ikki burtur enn. Jógvan sigur, at tey keyptu frysta hýsu frá russiskum skipum fram til ár 2002, og seinastu tíðina var flutn­ings­ stuðulin burtur. – Meginparturin av lidnu framleiðsluni fór til USA, og tá ið dollarin fall so ógvusliga, var henda fram­ leiðsla ikki lønandi meira. Hann sigur, at frysta hýsan var við sum partur av vanligu framleiðsluni, men fiskurin frá føroyskum skipum og bátum – og frysta russiska hýsan, vórðu arbeidd atskild og seld sum tvær ymiskar vørur. Høvuðsframleiðslan á Norð­fra er stór hýsu- og toska­fløk við plastik ímill­um fløk­ini og smærri millum­løgd fløk, sum tað verður rópt. Jógvan sig­ur, at ein part­ur av teim­um smærru hýsufløkunum, sum verða einkultfryst, eru ætlað endaliga brúkaranum, eitt nú til fish & ships og til stórkøkar úti í heimi. Heimamarknaðurin Norðfra hevur meira enn flestu onnur virkir í Før­oy­ um eisini lagt seg eftir heima­ marknaðinum í Føroyum. Fyritøkan hevur prógvað, at rættiliga fitt kann fáast burtur úr hesum marknaði. Av einum samlaðum umsetn­ ingi í fjør upp á slakar 20 mió krónur, stavar umleið ein fjórðingur frá sølu á heima­marknaðinum. – Okkum føroyingum dámar at eiga fisk í boksini, og síðan 2004 hava vit lagt dent á eisini at virka vørur, sum føroyingar vilja hava. Hann sigur, at serføroysku vørurnar eru fløk – bæði hýsu-og toskafløk, sum ávika­vist eru pakkaði í 4,5 og 4 kilo eskjur. Talan er bæði um raspaði og ikki rasp­aði fløk. Men úrvalið, sum Norðfra bjóðar føroyingum er nógv størri enn so. Nr. 62 - 28. mars 2006 24 Norðfra hevur fingið føroyingar Norðfra í Norðdepli hevur 25% av sínum umsetningi á føroyska heimamarknaðinum Høvuðsframleiðslan á virkinum er hýsu- og toskaflak