Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 28. mars 2006 25 at eta meira fisk – Vit hava eisini ræstan fisk – bæði við og uttan skræðu, vit hava kjálkar og kalva­stykkir. Hann sigur, at virkið eis­ ini hevur reyðsprøkufløk uttan skræðu og bein, eins og havtaskuhalar við ongari skræðu, men við miðbeini - umframt havtaskufløk uttan skræðu og bein, klár at skera sundur í bitar. – Nýggjasta framleiðsl­an hjá okkum til heimamarkn­ aðin er skøturavar, sum rigga væl at koyra í ovnin til fiskafat við ymiskum til. Jógvan sigur, at kjøtið í skøturavum er serstakt, fibrurnar eru langar, men hetta er saftigur fiskur. – Tað er ”trend” millum fólk – og eisini millum føroy­ ingar, at royna okkurt nýtt, og tí eru vit spent eftir at síggja, hvussu skøturavarnir verða móttiknir á heima­ marknaðinum. Fiskur á borðið Dóttir Jógvan, Esther Eyst­ur­ skarð, sum starvast á skriv­ stovuni hjá felagnum, sigur, at ymiskt er, hvat ymisku partarnir í landinum vilja hava. – Tað vísir seg, at fólk ser­ liga vilja hava óraspaði fløk, tí tey vilja líka sum krydda fløkini sjálvi, áðrenn tey fara á pannuna ella í ovnin. Hinvegin hava vit eisini góða sølu av raspaðum fløkum. Hon sigur, at fólk í Norð­ oyggjum og í norðara parti av Eysturoy eru fegn­ast um hýsufløkini, með­an fólk í Vágum og í mið­staðar­øki­ num í fyrsta lagi vilja hava toskafløk. – Vit selja nógv mest í mið­ staðarøkinum, har fólk iva­ leyst hava ringastu atgongd­ ina til sjálvi at útvega sær fiskavørur. Esther sigur, at Norðfra bæði selir um telefonina og á heimasíðuni www.nordfra. fo, og flestu bíleggingarnar um heimasíðuna koma úr miðstaðarøkinum. Meðan vit skifta orð við Esther, leggur Jógvan Høj upp í og sigur, at hóast norð­oyingar eru óførir at rógva út, selir felagið eisini væl av fiskavørum í Norðoyggjum. – Tað eru eisini línuskip­ arar, sum keypa fisk frá okk­ um. Tá sleppur konan undan at fara í boksina eftir einum ”klumpi” av fløkum. Hann sigur, at aðalmálið hjá Norðfra, tá ið ræður um heimamarknaðin er, at tú kanst seta eplini út á, áðrenn tú fert í boksina eftir fiskinum. – Vøran er fryst soleiðis, at tann, sum ger døgurðan, ikki noyðist at taka fiskin upp kvøldið fyri. Vit gera tað soleiðis, at tú altíð kanst fara í boksina og taka tað upp, sum tú hevur brúk fyri, sigur hann. Føroyingar kritiskir Jógvan Høj heldur, at Norð­ fra hevur verið við til at gera, at føroyingar kring land­ið oftari hava fisk á borðin­ um. – Tað eru tey, sum siga, at tað er torført at fáa fatur á fiski í Føroyum, men um so er, er orsøkin hon, at vit, sum virka vørur til heima­ marknaðin, duga ov illa at gera vart við okkum. Vit halda, at heimamarknaðurin er rættiliga spennandi, og vit fegnast um, at vit hava verið við til at gjørt tað lættari hjá fólki at fáa hendur á fiski, sigur hann. Norðfra hevur nógv við­ skiftafólk kring landið, og fólk venda sær aftur og aftur til virkið og biðja um fisk og fiskavørur. – Heimamarknaðurin gev­ ur okkum eisini møguleikan at ”avprøva” ymiskar vør­ur, sum kanska eisini kunnu seljast á útlendska markn­ að­inum. Soleiðis kann heima­marknaðurin vera eitt ”baro­metur” fyri útlendska markn­aðin. Esther Eysturskarð sigur, at føroyingar eisini eru krit­ iskir, tá ið ræður um fiska­ vørur. Í so máta heldur hon, at føroyingar eru ”broyttir” positivt. – Tað er gott, at fólk siga frá, um tey ikki eru nøgd. Vit vilja gera okkara besta fyri at hava nøgd viðskiftafólk um alt landið, sigur hon. Í eini aðrari grein fara vit at greiða frá nýggju eigara­ viðurskiftunum hjá virkinum í Norðdepli, eins og vit fara at hyggja at øðrum virksemi og framleiðslum, sum virkið hevur. Norðfra á Fish Fair, frá vinstru Jógvan Høj, Esther Eysturskarð, John Høj og Allan Eysturskarð Bjørn Kalsø og konan. Tey royna suppuna hjá Norðfra