Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 62 - 28. mars 2006 Sambandsflokkurin avgjørdi á floks- fundinum, at viður- skiftini við ES skulu takast fram aftur. Alheimsgerð av partur av dagliga kjakinum. Føroyar eru partur av sonevndu evropeisku skipanini fyri samsavnan av uppruna, eins og arbeitt verður dúgliga um at gerast partur av EFTA og EBS, eins og møguleikarnir fyri at knýta seg uppí ymiskar samstarvskipanir í ES høpi. Jú Føroyar arbeiða meira altjóða, og okkurt framstigið er eisini at hóma í uttanríkisheimildum, hóast broytingin ikki er tann stóra. Í næstum kemur ein stór íslensk sendinevnd til Føroya. Hetta skal síggjast sum ein partur av sáttmálanum við Ísland, sum gera Ísland og Føroyar til eitt búskaparøki. Nógv kegl hevur verið um henda sáttmála. Talan hevur bæði verið um mótstøðu, hetta broytir jú status quo, men eisini hevur orrustan staðið um tað formliga, um kunningar og broytingar. EFTA Samanumtikið tykist tó sum um at nú er ljósið varpað á møguleikarnar, hetta samstarvið letur upp. Tí eins og íslendingar sleppa inn til okkum, so sleppa vit eisini inn til teirra. Jaliga kann sigast at avtalan gevur okkum eina størri marknaðarvíðkan, enn hon gevur íslendingum. Eitt er hvat avtalan kann geva teim einstøku virkjunum og kanska eisini breiðari úrval til vanliga borgaran. Hitt er at henda avtalan setur í verk tær mekanismur og treytir, sum slíkir fríhandilssáttmálar krevja, og tí er hetta ein góð fyrireiking til t.d. at koma uppí EFTA samstarvið. Hvat málið er, eru flokkarnir ikki samdir um, men skjøtil er settur á tilgongdina. At íslendingar taka hesa avtalu í fullum álvara sæst eisini, tí forsætismálaráðharrin við fylgi kemur til Føroyar. Íslendski búskapurin Seinastu tíðina hava brotasjógvar annars skolað yvir íslenska búskapin. Ein sera hørð frágreiðing frá Danske Bank vísir á, at íslenski búskapurin er í stórum vanda og alt ov heitur. Í norðurlenskum høpi er Danske Bank ikki hvør sum helst, og tí hava orðini eisni vakt ans. Íslendskar røddir hava áður verið frammi og víst á at ansast skal eftir, eins og roynt hevur verið at koyrt rættarmál ímóti nýggju fíggjargreivunum. Í Danmark verður lurtað væl eftir Danske Bank og ikki minst Peter Straarup, sum eisini ofta var frammi í sambandi við føroyska bankamálið. Okkara egni Sigurð Poulsen í Landsbankanum vísir á, at eingi vandi er fyri Føroyum, eins og at hann ikki er samdur við ræðumyndunum hjá Danske Bank. Sum verða man eru íslendingar í øðini. Hvat er og ikki, so hevur álit og trúgv ótrúligan týdning í fíggjarheiminum, og ikki minst tá talan er um virðisbrøv. So bara tað at ein frágreiðing kemur frá einum stovni, sum t.d. Danske bank, ger at íleggjarar óttast og tí ikki gera íløgurnar, og tað kann í sjálvum sær gera at búskapurin steðgar. Fyri okkum, sum eru við at enduruppbyggja og fulbyggja føroyska fíggjarkervið, skal hetta dømið tæna sum ávaring um hvussu umráðandi álit er. Álit er bæði álit á fíggjarligu skipanina í sær sjálvum, men eisini á eina støðuga politiska skipan, so til ber at vita hvønn veg leiðin gongur, m.a. við breiðum politiskum langtíðarsemjum, sum eisini røkka inn á arbeiðsmarknaðin, soleiðis at vit sleppa undan teim nógvu arbeiðsteðgunum, sum síggja út til at hava vunni hevd sum arbeiðsmarknaðarmentan. Okkara uttanríkishandil Um vit hyggja eftir okkara uttanríkishandli sæst, at ES lond standa fyri meginpartinum av okkara samhandli, tó so at Kina og Japan eru komim upp í part. Hetta vísir at vit hava stór áhugamál í ES, men eisini at vit kanska eiga at umhugsað at breiðka handilsmynstrið. Ein upplagdur møguleiki, sum tó ikki bert liggur í okkara hondum, er handilsavtala við Russland. Føroyar hava í fleiri ár havt eina so at siga lidna avtalu við Russland, men av ymsum orsøkum er avtalan ikki komn heilt uppá pláss enn. Føroyar gingu undan við fiskivinnuavtalum við Russar, og nú kunnu vit eisini ganga undan við handilsavtalum. Nýggja heimskortið nú Kalda Kríggið er liðugt, er við at mynda seg. Russland er við at vaknað, og ætlar sær at verða ein sterkur leikari, bæði regional og alheims. Vit sígga hvussu stóra ávirkan russiskur orkupolitikur hevur á grannalondini, og hvussu Russland roynir at seta seg í valdsstólin í spælinum um orkuna, sum í dag er eitt av stríðunum handan tjøldini millum størri londini. Hjá okkum ræður tí um at raðfesta at fáa Rusland undir land beinanvegin og tað skal kunna bera til, tí alheimsgerð er eisini at duga at hava fleiri bóltar í luftini samstundis, og at duga at skilja hvat framtíðin krevur og bjóðar av møguleikum. ES marknaðurin er har, í Asiu eru dyrnar á glopp, men vit mangla Russland og USA, sum stórlond, sum heldur ikki liggja so langt burturi frá okkum. Okkara heimamarknaður er sera lítil, og hava vit tí nógv at vinna við at gera fríhandilsavtalur, og tað eigur eisini at verða okkara profilur og vørumerki, eisini til at skap álit. Marknaðarrák A. P. Møller kunnger roknskap fyri 2005 mikudagin. Partabrævagreinarar eru rættuliga samdir um eitt nettoúrslit á kr. 25 mia. Hinvegin knýtur óvissa seg at útlitunum, har ósemja serliga er, um lágu fraktraturnar bert eru fyribils. A. P. Møller væntar, at vøksturin í flutningsvinnuni skjótt fær raturnar at hækka aftur. Hinvegin meina fleiri, at hesar útsøgnirnar bert eru ein liður í taktiska spælinum hjá A. P. Møller, nú tey skjótt skulu samráðast um nýggjar fraktavtalur. Oljuframleiðslan hjá felagnum er í hæddini, men framleiðslan í Norðsjónum er minni enn væntað. Framleiðslan í Qatar er støðugt hækkað. Vanliga selur A. P. Møller oljuna í Norðsjónum uppá kontrakt. Hetta merkir, at A.P. Møller ikki hevur fingið fullan vinning av oljupríshækkingini í 2005. Ein partur av tí vinninginum kemur í ár, sama hvussu oljuprísurin sveiggjar. Renturnar aftur støðugar Hesar báðar seinastu vikurnar hava lánsbræva- renturnar flutt seg rættiliga lítið. 10-ára danska rentan hevur sveiggjað millum 3,70%-3,79%. Á myndini niðanfyri sæst, at tað sama hendi í februar mánað. Útlit eru fyri, at tað aftur hesuferð førir til hægri rentur sum frá líður. Vestas væntandi undirskot Nógv eygu verða vend ímóti Vestas mikudagin, tá roknskapurin fyri 1. ársfjórðing verður kunngjørdur. Fleiri greinarar vænta eitt undirskot á yvir 800 mió. kr., umframt at neyðugt verður við eini kapitalhækking uppá 2 mia. kr. Útsøgnirnar hava nervað kursin á partabrævinum nakað, hann er lækkað umleið 8% farna mánaðin. Hesa vikuna Komandi vikan verður hendingarík. Amerikanski tjóðbankin hevur fund, og tað koma ein rúgva av týdningarmiklum kunngerðum. Úr Evropa koma vinnuálit og prísvakstrartøl, sum stórur dentur verður lagdur á í løtuni. Úr USA koma prísvøkstur og brúkaraálit. A. P. Møller kunnger roknskap Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 620,99 1,2% Lánsbrøv í DKK 100,85 0,0% JPY 5,32 0,9% Evru Lánsbrøv 170,03 0,1% GBP 1.084,77 0,7% Norrøn Partabrøv 118,31 1,1% NOK 93,90 0,0% Altjóða Vøkstur 74,34 1,1% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 3,20% 3,40% 3,60% 3,80% 28/12 28/01 28/02 1060 1100 1140 1180 28/12 28/01 28/02 Russland skal raðfestast Stjørnmála- frøðingur Bogi eliasen Nógv verður sagt um Russland og Putin, men vit mugu leggja okkum eftir at fáa handilsavtalanuna vi› Russland lidna. Meginparturin av handli okkara er við ES og tí hava avger›ir hjá Peter Mandelson, i› hevur ábyrgd av handilsmálsøkinum, stóran týdning.