leygardagur 25. november 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 228 - 25. november 2000
21
gult cyan magenta svart
20
Sosialurin Nr. 228 - 25. november 2000
Birgir Kruse
Fyrstu fer› eg hoyrdi
navni› Harry Potter, helt
eg ta› var ein poppstjørna.
Men sum Hodja, so bleiv
eg klókari...men hvussu ert
tú, Gunnar, komin tær uppí
alt hatta hóvastáki› vi›
Harry Potter?
Eg hyggi av og á í út-
lendsk blø› og tí›arrit,
sum vi›gera bókmentir.
Ta› man vera eitt ár ella
hálvtanna› sí›ani, at eg
festi meg vi› navni› Harry
Potter, kanska tí at ein
stórur enskur rithøvundur
eitur naka› ta› sama:
Dennis Potter. Ta› var
hann, sum skriva›i fleiri
tiltiknar, n‡skapandi sjón-
varpsrø›ir, t.d. The Sing-
ing Detective. Men ta› var
skjótt, at hesin n‡ggi Pott-
er fór at gera um seg og
brei›a seg til a›rar mi›lar,
og heilt ørt gjørdist nú í
summar, tá i› hann enda›i
á forsí›unum á tí›inda-
blø›um um allan heim, tí
øll vildu keypa hann og
lesa hann. Kanska aftur
eitt upplop frá Disney og
teimum, hugsa›i eg í fyrst-
ani, men nú fóru ummæl-
arar at vi›gera hann sum
meira enn dugnaligt undir-
hald. Tá var ta›, at eg fekk
ein fyrispurning frá Niels
Jákup Thomsen á bóka-
deildini hjá lærarfelagnum.
Hev›i ári› fyri t‡tt tær
bá›ar klassisku bøkurnar
hjá A. A. Milne um Palla
Pumm, kanska var ta› tí,
eg var› bi›in. Las so tær
tríggjar bøkurnar, sum
vóru komnar tá, og krøktur
var› eg.
Hvat hevur tær dámt, at
t‡›a hesa bók, sum so
nógvur hávi tykist standa
av, at bókahandlar allar-
helst fara undir mi›náttar-
sølu, tá hon kemur út?
Ta› er strævi› og ótakk-
samt at t‡›a, illa lønt er
ta› eisini. So hev›i ta›
ikki veri› fyri stuttleikan,
so hev›i eingin tiki› ta›
upp á seg. Men hetta sá
nokkso freistandi út, tí her
vóru gátur og rím og fjald-
ir t‡dningar, sum skuldu
finnast og or›ast. Og so
var gott handverk í skriv-
ingini og í stø›um skald-
skapur vi›. Jú, mær hevur
dámt ta› væl, serliga nú
ta› var li›ugt. Men okkurt
er gali› vi› arbei›streytu-
num.
Hvussu man ta› bera til,
at hetta slagi› av bók-
mentum, sum fyrr - eitt nú
í 70'unum og allari køks-
vask-realismuni, sum tá
var - vóru so illa l‡ddar
millum mentafólk, tí ta›
seg›ist vera tann bera esk-
apisma, nú eru vor›nar so
vælumtóktar?
Mentafólk fara ofta
skeiv í sínum metingum.
Postmodernisman og av-
byggingin saman vi›
markna›arkreftinum hava
gjørt sítt til, at alt er meira
fløkt og flótandi og sam-
stundis fult av gykli. Ta ›
er lættari nú enn fyrr at
fl‡ggja frá ver›ini, tí
mentanarliga er vit øll
flóttafólk, í somu løtu vit
tr‡sta okkum inn á tey tr‡
w’ini (ein seg›i fyri mær,
at w var tekin fyri 6-tali-
num í summum gomlum
sumeriskum fornaldarinn-
skriftum, so ansi› tykkum
nú fyri tí bláa telduljósi-
num). Einki er ímóti tí at
sita tryggur inni hjá sær
sjálvum og fl‡ggja burtur í
a›rar heimar.
Kunnu vit samanbera
Harry Potter hjá J. K.
Rowling vi› bøkur hjá rit-
høvundum sum t‡ska Mic-
hael Ende (Endaleysa søg-
an), svensku Astrid Lind-
gren (Brø›urnir Leyvu-
hjarta) og Lítla Prinsin
hjá Saint-Exupéry...altso ta
slagi› av bókum, sum róp-
ast "fantastikkur"? Ella
br‡tur naka› frá, solei›is
sum tú sært ta›, í bókunum
um Harry Potter?
Ta› er ringt at saman-
bera vi› tey klassisku
verkini, tí so stutt er fráli›-
i›. Fyrsta Potter-bókin
kom í 1997, eingin veit,
hvussu ver›ur mett um 10
ár. Sjálvur havi eg ongan-
tí› veri› naka› serliga tik-
in av H. C. Andersen og
Lisu í Leikalandi ella ø›r-
um av sama slagi, har alt
kann henda vi› leikum og
dukkum og kortum. Ta ›
kann ofta enda sum ta›
reina tvætl. Men har, sum
ein gó› søga er, væl sett
saman vi› ætlan og sni›-
fundigheit og hjartalagi,
Lítli Prinsurin til dømis,
har er ta› naka› anna›. Og
í grundini er tann foreldra-
leysi Harry Potter tann lítli
prinsurin, i› kemur frá ein-
ari a›rari klótu. Hann veit
bara ikki av tí sjálvur, at
hann hevur serligar gávur,
at hann hevur gandamegi í
sær. Haldi sjálvur, ta› er
hetta, sum nógv børn
kenna seg aftur í: Hvør eri
eg? Tit halda meg kanska
bara vera ein lítlan lort,
men bí›i› bara!
Onkur hevur havt ill-
gruna um naka› íbygt
"okkult" í søgunum um
Harry Potter. Ta› høvdu
tey nokk eisini vi›víkjandi
C. S. Lewis. Inntil tey lósu
hann. Hava tey grein í sín-
um máli vi›víkjandi Harry
Potter og hansara trølla-
hatti?
Í øllum sonnum hugflogi
er okkurt ógreiniligt og
loyndarfult, okkurt okkult.
Søgan um Harry Potter er
søgan um ta› gó›a móti tí
ónda, men ta› vísir seg, at
ta› ónda er eisini inni í
teimum gó›u, og vi›hvørt
er ta› ógjørligt at siga,
hvat i› er hvat. Í so máta
eru hesar bøkur kanska á
HARRY POTTER. Í grundini er tann foreldraleysi Harry Potter tann lítli prinsurin, i› kemur frá einari a›rari klótu. Hann veit bara
ikki av tí sjálvur, at hann hevur serligar gávur, at hann hevur gandamegi í sær, sigur t‡›arin Gunnar Hoydal í samrø›u. – Haldi
sjálvur, at ta› er hetta, sum nógv børn kenna seg aftur í: Hvør eri eg? Tit halda meg kanska bara vera ein lítlan lort, men bí›i› bara!
Gó› skriving, er ta› ikki
gandur í huganum?
Mynd: Jens
Kristian Vang
einum hægri stø›i enn tær
vanligu bókmentirnar fyri
børn og ganga meira yvir í tær
skaldsliga uppaftur sterkaru
søgurnar hjá Astrid Lindgren.
Skemt, humor, tykist ver›a
ein afturvendandi trá›ur, tá
fólk tosa um J. K. Rowling og
bøkurnar um Harry Potter.
Hvat heldur tú? Er ta› ein
stø›ug skemtilig lind í teksti-
num, sum ger allan munin...?
Allan munin, ta› veit eg
ikki. Men í bókunum er nógv
skemt, ofta óvænta› og ofta
solei›is, at hvør partur ella
hvørt broti› endar vi› eini
skemtiligari vi›vending av tí,
sum beint í á›ni var álvari.
Ta› er gott skrivligt handverk,
og ta› er at undrast á, at ein
so rættiliga ung sum J.K.
Rowlings (solei›is vildi hon
skrivast fyri at bøkurnar ikki
skuldi hava ein kynsmerktan
høvund) kann hava eitt so um-
fatandi listaligt kynstur til
taks. Er hon gandakelling ella
hvat? Gó› skriving, er ta› ikki
gandur í huganum?
Nú tú hevur arbeitt teg
gjøgnum alla ta› drúgvu
fyrstu bókina um Potter,
hvussu vilt tú so l‡sa tónan í
bókin? Hvør klangur, grund-
tóni, situr eftir?
Skemt er í, sum sagt. Men
grundtónin er ótryggleiki og
ótti: Hvat vilja tey, at eg skal
gera, hvussu skal eg gera rætt
móti ø›rum og móti mær
sjálvum?
Er hetta ein barnasøga,
ella...? Eg meini so vi›, var
hetta ein filmur, og Films-
eftirliti› sá hann, hvat skuldi
so frámerki› veri›?
Her er óhugni, dráp og
dey›i. Eitt barnaeftirlit, mann-
a› og kona› vi› abbum og
ommum hev›i ivaleyst mælt
frá at prenta bøkurnar á
føroyskum og ikki lagt naka›
í atfinningarnar, sum til dømis
tær, i› henda havnargentan
vi› egnari Harry Potter-heim-
así›a í sjónvarpinum, setti
fram um at fáa tær føroysku
t‡›ingarnar gjørdar alt fyri
eitt. Æt hon Hermione
Magnussen ella okkurt so-
vor›i›?
Hesar søgur, tær eru vist
fimm í tali fram til í dag,
fevna um hópin av nøvnum.
Nøvnum, sum benda á ikki
sørt av uppfinsemi og skemti-
ngarsomum lyndi hjá
rithøvundanum. Rita Rivejern
eitir eitt nú ein í donsku
t‡›ingini. Hvussu hevur tú
navngivi› persónarnar í
føroysku t‡›ing tínari? Og
hvør hevur framgangsmátin
veri› í somáta?
F‡ra bøkur eru komnar hig-
artil. Á føroyskum høvdu teir
ivaleyst iti›: Harry Potter og
vitramannasteinurin, Harry
Potter og loynikamari›, Harry
Potter og fangin í Azkaban og
Harry Potter og eldbikari›.
Ta› y›ur av sta›anøvnum og
fólkanøvnum. Var ta› rætt at
seta ta› yvir í føroyskt, tá i›
alt anna› vísir til ensk
vi›urskifti og enskt
umhvørvi? Ta› ver›ur sagt, at
børn skulu kunna kenna seg
aftur í sínum egna, men ta› er
ein misskiljing. Tey skulu
kennast vi› kenslurnar og tón-
an, og tá ger ta› minni, at
skúlin ikki hevur føroyskt
navn, ella at Harry ikki eitur
Haraldur í Pottinum. Men eg
lati onkran tosa kollfja›ramál,
ta› er tann gó›varni risin
Hagrid. So øll eita síni upp-
runanøvn í hesari t‡›ingini.
Solei›is er eisini í ø›rum t‡›-
ingum, eg havi sæ›, uttan
kanska í navninum á onkrum
eykafólki ella einum hundi
ella einari kettu. Sjálvt
íslendingar hava hildi› seg frá
at t‡›a nøvnini, so ta› man
vera á rættari lei›.
Hevur tú í t‡›ingararbei›-
num havt samband vi› a›rar
t‡›arar, ella hugt í a›rar
útgávur av Harry Potter?
Havi hugt eftir ø›rum t‡›-
ingum og havt ta donsku og ta
íslendsku t‡›ingina innan fyri
eina armlongd. Men eg má
siga, at har er mangan fari›
lættliga um, kanska tí at út-
gevarar hava siti› halakukk
uppi á teimum fyri sølu-
vinningin. Til dømis er ein
dreymaspegil, sum lesur alt
vi›vent, men hesir t‡›arar
hava bara skriva› ta› enska
rúnarmáli› uttan at
speglvenda ta› á sínum egna
máli.
Hvussu er arbei›slagi›, tá
so drúgt bókmentaverk skal
t‡›ast?
Eg hev›i ongantí› ætla› at
veri› t‡›ari, ta› haldi eg meg
ikki duga nóg væl føroyskt til,
og so stjelur ta› ómetaliga
nógva tí› frá ø›rum. T‡›ing
er akkordarbei›i, so og so
nógv fyri hvørja sí›u, og í
listaligum arbei›i, sum øll
gó› t‡›ing eigur at vera, ber
ikki til at ganga upp á akkord.
Arbei›slagi› hevur veri›
seint, men mi›víst, umaftur
og umaftur, siga hvønn setn-
ing fleiri fer›ir og í hesum
føri fáa hann so lættan og
fjølbroyttan, sum enski
upprunateksturin er.
So kendur, sum Harry Pott-
er og heimur hansara er
blivin - hann skal eisini gerast
til film - hevur títt arbei›i sum
t‡›ari so á nakran hátt veri ›
bundi› av uppruna
rættindum? Ella hevur tú
kunna umsett frítt, uttan
bindingar?
Forlagi› Bloomsbury, sum
gevur bøkurnar út, hevur gjørt
nógv burtur úr markn-
a›arføringini, og hevur sett
treytir vi› um útger›, permur,
tekningar, o. s. fr. Men annars
blandar ta› seg ikki í t‡›ing-
ina. Bloomsbury er blivi› ein
heimsfyritøka vi› hesum
fongi, sum ta› fekk í
gandapottin, men at kanna
t‡›ingarnar heilt ni›ur í
smámálini sum okkara, ta›
orka tey tíbetur ikki.
Fert tú undir at t‡›a fleiri
bøkur um Harry Potter? Ella
eru onnur bókmentaverk
ávegis?
Fyribils havi eg ikki lova ›
meg burtur til meira enn hesa
fyrstu bókina um vitr-
amannasteinin. Ta› var ikki,
fyrr enn tá i› tann seinasta
bókin kom út, at eg skilti, at
sjey bøkur eru ætla›ar, ein
fyri hvørt skúlaári› í
gandaskúlanum Hogwarts, og
at bøkurnar vera tjúkri og
tjúkri. Har er tilfar til fleiri
ársverk, og ta› var nú ikki
ta›, eg ætla›i at brúka mína
tí› til. Men lati› okkum nú
vita, um føroysk børn, og
vaksin vi›, tíma at lesa hetta
og lata seg ganda.
Takk fyri - og gó›an lesna›!
GUNNAR HOYDAL (f.1941) er út-
búgvin arkitektur 1967 og vann tvey ár
eftir í nor›urlendskari arkitektakapping,
har evni› var gamli b‡arparturin í Havn.
Frá 1972 b‡ararkitekur í høvu›ssta›-
num, til hann í 1997 leg›i hetta starv
ni›ur og valdi burturav at skriva. Gunnar
er á ø›rum sinni forma›ur í Rithøvunda-
felag Føroya, fyrra formansskei›i› var
1981-86. Hann hevur skriva› yrkingar,
sangir og óbundnan skaldskap av yms-
um slagi. Fyrstu fer› á prenti í 1959 í
skúlabla›i í Sorø, har hann tók students-
prógv; frá 1964 ummæli og frásagnir í
Var›anum og ø›rum tí›arritum, eisini
gjørt vart vi› seg sum greinahøvundur í
innlendskum og útlendskum mi›lum.
Gunnar fekk bókmentavir›isløn M.A.
Jacobsens 1982 og hevur tvær fer›irnar
veri› í uppskoti at fáa bókmentavir›is-
løn Nor›urlandará›sins, 1989 og 1993.
Umframt at hava t‡tt fyrstu bókina um
Harry Potter, er Gunnar eisini aktuellur í
sambandi vi› n‡ggju útgávuna av bókini
um listamannin Ingálv av Reyni, sum
Mentunargrunnur Studentafelsgsins
fyrstu fer› gav út í 1989. Bókin, har
Gunnar hevur skriva› tekstin, kemur út
av n‡ggjum í sambandi vi› 80 ára dag
Ingálvs hin 18. desember.
JOANNE KATHLEEN ROWLINGS
(f.1965) í Chepstow, Gwent í Onglandi.
Hon hevur eina dóttir, Jessica, var eitt
skifti gift portugisiskum bla›manni, men
er fráskild. Pápi Joanne’s er eftirløntur
og mamman doy›i í 1990. Hon hevur
lisi› á Exeter University og b‡r í Edin-
burg í Skotlandi. Eftir at hava undirvíst í
enskum í Portugal er hon nú bara milli-
óningur, ver›ur sagt á heimasí›uni
www.anglefire.com/on2/harrypotter/.
Um or›ini eru hennara egnu, er ilt at
siga. Lesarin kann sjálvur gera av. Eing-
in annar enn lesarin eigur kumpass í cy-
berspace. Og vilja vit senda Joannu eina
heilsan, so er ta› lagamanni, sigur hon
sjálv. Teldupostadressan er harrypott-
er@angelfire.com .
Sí›an hjá Mariu Magnussen vi› øllum
um J.K.Rowling og Harry Potter er at
finna á adressuni
http://heima.olivant.fo/~thm/maria/rowli
ng.htm Her er brævkassi, har vit kunnu
siga okkara meining um Harry Potter.
Ein annar sta›ur, sum eisini er verdur at
dvøljast vi› í alnótini, er www.geocit-
ies.com/harrypotterfans.
FILMUR So hvørt okkurt n‡tt er at
frætta um Harry Potter-filmin, hin fyrsta
av kanska sjey, sum Chris Columbus
skal leikstjórna›, kann hetta lesast á
http://movies.warnerbros.com/harrypotte
r/cmp/newsflash.html . Sami Chris Col-
umbus gjørdi filmin ”Home Alone” vi›
barnastjørnuni Macaulay Culkin í 1990.
Ta› ver›ur hin 11 ára gamli Daniel Rad-
cliffe, sum skal spæla Harry Potter.
Hann spældi fyri stuttum David Copper-
field í BBC. Bestu vinfólk hansara í
Hogwarts skúlanum, eru Ron og Hermi-
one. Hesar leiklutir hava javnaldrandi
Rupert Grint og 10 ára gamla Emma
Watson fingi›. Bretska pressan vildi
ver›a vi›, at fleiri enn 60.000 børn
høvdu ynskt sær hesar tríggjar leiklutir.
Fyrsti filmurin um Harry Potter, sum
fær heiti› eftir fyrstu bókini ”Harry Pot-
ter og vitramannasteinurin” ver›ur frum-
s‡ndur á jólum næsta ár. Longu er greitt,
at hesin filmur fer at kappast vi› jóla-
filmin hjá Tom Hanks ”Polar Express”,
sum ver›ur frums‡ndur um somu tí›. Jú,
teir vitru vita. Men vit eiga steinin. Vitr-
amannasteinin.
Mi›nátt og tey fornisku. N‡komnu
bøkurnar eftir Erling Poulsen og
Anfinn í Skála hava ta› til felags
vi› bókina um Harry Potter, at tær
nema vi› ta› forniska. Tí hevur
Bókasølan í SMS gjørt av selja tær
á midnátt t‡skvøldi›