Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mars 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 63 - 29. mars 2006 Ljóst – breitt og væl lýst við skeltum. Ì morgum opnaði nýggji Miklagarður, og fitt av fólki var komið at forvitnast, hvussu handilin er broyttur Handil Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Næstan øll niðara hædd av SMS er nú Miklagarður. Hornið, Fípan og bakarin eru partur av nýggja Miklagarði. Tað ger, at tá ein kemur inn í handilin, eru blómur tað fyrsta ein sær. Grønmeti, ið fyrr var við inngongina, er flutt longri inn í handilin. Annars kennir ein seg aftur í Miklagarði, hóast nógv er broytt. Mjólkarvørðurnar hava fingið sín egna krók, ið eitur Mjólkargarður. Tær fýrakantaðu boksirnar eru skiftar út við rundar innbjóðandi diskar við viðskera. Gjørligt er at keypa sær salat av 18 ymiskum sløgum, sum ein sjálvur velur. Livandi hummarar svimja runt í einum kari, og so er bara at velja sær ein sum skal í pottin. Mitt inni í Miklagarði savnaðust beinavegin nógv fólk rundan um stórar kassar við øllum møguligum tingum. Tað er marknaður, har alt kostar 10 krónur. Størri DVD-deild Deildin við DVD filmum og fløgum er fleiri ferðir størri enn fyrr. Nú kann eisini lurtast eftir tónleikinum, áðrenn keypt verður. Vælverudeildin hevur fingi egið navn “Persónligt”, og verður óivað ein rættiligur kappingarneyti hjá Heilsu, ið liggur beint yvirav Miklagarði. Kassarnir eru eisini fleiri enn fyrr – níggju ístaðin fyri sjey, og øll starvsfólkini eru í nýggjum bláum skjúrtum og litfagrum turrikløðum. Tá ein hevur goldið fyri tað, ið keypt er inni í Miklagarði, kemur ein út til gamla Hornið og bakarin. Ùrvalið av blandaðum bommum er nógv størri enn fyrr. Nærmast Apotekinum er ein nýggj opna gjørd, har gjørligt er at keypa sær skundverða og ís. Mikil Miklagarður Hvussu dámar tær nýggja Miklagarð? Lynn Reveal: – Nógv er betri enn tað var fyrr. Breiðari og ljósari. Eg havi eitt sindur av skundi, so hjá mær var eitt sindur torført at finna tað, eg skuldi hava ídag. Dánial Petur Thomsen – Mær dámar væl. Tað er nógv størri enn fyrr, og nógv meiri at fáa Elsa Thomsen – Tað er meiri uppdeilt og tað dámar mær væl. Tað verður lættari at finna, tá ein hevur verið her nakrar ferðir. Blómuhandilin Fípan er flutt inn í Miklagarð Fýrakantaðu boksirnar eru útskiftar Livandi hummarar svimja í einum karið Gjørligt er at blanda sær salat sjálvur Her kostaði alt 10 krónur Mjólkarvørurnar hava fingið sína egnu deild